v1 Og eg leit meg um, og sí, fyri oman hválvið uppi yvir høvdum kerúbanna var eins og saffirsteinur, meinlíkur hásæti á at líta, ið sást yvir teimum. v2 Tá segði hann við hin línklædda mannin: Far inn ímillum hjólanna undir kerúbunum, tak lúkur tínar fullar av glóðum úr rúminum millum kerúbanna og spjað tær út um borgina! Og eg sá hann fara hagar. v3 Men kerúbarnir stóðu sunnanvert við templið, tá ið maðurin gekk inn; og skýggið fylti innara forgarð. v4 Tá hevjaðist dýrd Harrans upp av kerúbunum yvir at tempulgáttini; og skýggið fylti templið, og forgarðurin fyltist av ljómandi dýrd Harrans. v5 Og veingjaymjan kerúbanna hoyrdist alt út í ytra forgarð eins og rødd Guðs hins alvalda, tá ið hann talar. v6 Hann beyð nú hinum línklædda manninum og segði: Tak eld úr rúminum millum hjólanna, millum kerúbanna! Tá fór hann og tók støðu hjá einum hjólinum; v7 og hann rætti hond sína inn í eldin, ið brendi millum kerúbanna, og hevði nakað av honum út aftur við sær. v8 Undir veingjum kerúbanna sást eitthvørt, ið líktist mannahond. v9 Og eg leit meg um, og sí, tætt hjá kerúbunum vóru fýra hjól, eitt hjól hjá hvørjum kerúbi; og tey vóru á at líta eins og ljómandi krýsolit. v10 Øll fýra hjólini líktust, og innan í hvørjum hjóli var tað eins og annað hjól. v11 Tá ið tey gingu, kundu tey fara í allar fýra ættir; tey viku ikki til viks, tá ið tey gingu, men gingu tann vegin, sum tað fremsta fór, og soleiðis viku tey ikki til viks, tá ið tey gingu. v12 Alt likam teirra, ryggur, hendur og veingir og somuleiðis hjólini vóru alsett við eygum; so var við hinum fýra hjólunum. v13 Og eg hoyrdi, at hjólini vóru nevnd: Galgal. v14 Hvør teirra hevði fýra andlit, eitt var kerúbsandlit, annað mansandlit, triðja ljónsandlit og fjórða arnarandlit. v15 Og kerúbarnir hevjaðu seg upp frá. Tað var sama veran, sum eg hevði sæð við Kebaránna. v16 Tá ið kerúbarnir gingu, gingu hjólini eisini við lið teirra; og tá ið teir hevjaðu veingirnar til tess at lyfta seg upp frá jørðini, tá viku hjólini ikki til viks frá teimum. v17 Tá ið teir steðgaðu, steðgaðu tey við; og tá ið teir hevjaðust upp, hevjaðu tey seg saman við teimum; tí at andi veranna var í teimum.
v18 Dýrd Harrans fór nú burtur av tempulgáttini og tók støðu uppi á kerúbunum. v19 Og eg sá, hvussu kerúbarnir høvdu upp veingir sínar og hevjaðust upp frá jørðini, tá ið teir fóru út, og hjólini við teimum. Og teir steðgaðu úti fyri eysturliði tempuls Harrans; og dýrd Guðs Ísraels var uppi yvir teimum. v20 Tað var hin sama veran, sum eg hevði sæð undir Ísraels Guði við Kebaránna; og eg skilti, at tað vóru kerúbar. v21 Hvør teirra hevði fýra andlit og fýra veingir og undir veingjunum eitthvørt, ið líktist mannahondum. v22 Og andlitskap teirra var á at líta eins og andlit teirra, sum eg hevði sæð við Kebaránna. Teir gingu allir beint fram.