v1 Síðan lyfti andin meg upp og førdi meg at eysturliði tempuls Harrans, tí, sum horvir eystureftir, og sí, fyri durum liðsins stóðu tjúgu og fimm mans; og teirra millum sá eg Jáazanja Azzursson og Pelatja Benajason, oddamenn fólksins. v2 Og hann segði við meg: Mansbarn! Hesir eru teir menn, sum hava ilt í hyggju og leggja upp vánd ráð í hesi borgini v3 og siga: Eru ikki húsini nýliga endurreist? Borgin er potturin, og vit eru kjøtið. v4 Profetera tú tessvegna móti teimum, profetera móti teimum, tú mansbarn! v5 Tá kom andi Guðs yvir meg, og hann segði við meg: Sig: So sigur Harrin: Soleiðis tala tit av Ísraels húsi; men eg kenni hugsanir tykkara; v6 mangar hava tit dripið í hesi borg og fylt gøtur hennara við vignum monnum! v7 Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Tey, sum tit hava dripið og latið liggja í borgini, tey eru kjøtið, og borgin er potturin; men eg skal reka tykkum út úr henni. v8 Fyri svørðinum ræðast tit, og svørðið skal eg lata koma yvir tykkum, sigur Harrin, drottin. v9 Eg skal reka tykkum út úr borgini og geva tykkum upp í hendur á fremmandum og dómfella tykkum. v10 Fyri svørði skulu tit falla; við Ísraels landamark vil eg døma tykkum; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. v11 Borgin skal ikki verða tykkum pottur, og tit skulu ikki vera kjøtið í henni; við Ísraels landamark skal eg døma tykkum. v12 Tá skulu tit viðurkenna, at eg eri Harrin, eftir fyriskipanum mínum hava tit ikki farið, og lógboð míni hava tit ikki hildið, men hava heldur hildið lógboð grannatjóða tykkara. v13 Men meðan eg profeteraði soleiðis, fell Pelatja Benajason deyður niður. Tá fell eg fram á ásjón mína og rópaði við harðari rødd: Á Harri, drottin, ætlar tú at avoyða tað, sum eftir er av Ísrael?
v14 Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: v15 Mansbarn, brøður tínir, teir menn, ið herleiddir vóru saman við tær og alt Ísraels hús, allir Jerúsalembúgvar, ið søgdu um teir: Teir eru langt burtur frá Harranum; okkum er landið givið til ognar! v16 Tí skalt tú siga: So sigur Harrin, drottin: Ja, eg havi rikið teir langt burtur til heidnar tjóðir og spjatt teir út um londini, og bert smávegis havi eg verið teimum halgidómur í teimum londum, sum teir komu til! v17 Tessvegna skalt tú siga: So sigur Harrin, drottin: Eg vil savna tykkum saman úr tjóðunum og stevna tykkum saman úr londunum, har tit vóru spjaddir, og geva tykkum Ísraels land. v18 Og tá ið teir koma hagar, skulu teir beina burtur haðan allar andstygdir og vanvirðisligar gudar; v19 eg skal geva teimum nýtt hjarta og leggja teimum nýggjan anda í bróstið, taka burtur steinhjartað úr likami teirra og geva teimum hjarta av holdi, v20 til tess at teir mega fara eftir fyriskipanum mínum og halda tær og gera eftir teimum. Tá skulu teir vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra. v21 Men teir, sum í hjartanum fylgja hinum fúlu andstyggiligu gudum, skal eg lata bøta fyri atferð sína, sigur Harrin, drottin.
v22 Nú hevjaðu kerúbarnir veingir sínar og hjólini samstundis við teimum; og dýrd Ísraels Guðs var uppi yvir teimum. v23 Dýrd Harrans hevði seg upp úr miðjari borgini og tók støðu á fjallinum fyri eystan borgina. v24 Síðan hevjaði andin meg upp og førdi meg í sjónini við Guðs anda til hinar herleiddu í Kaldeu. Tá fór sjónin, sum eg hevði sæð, upp frá mær og hvarv. v25 Og eg flutti hinum herleiddu øll tey orð, sum Harrin hevði birt mær.