v1 Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2 Mansbarn, profetera móti profetum Ísraels, móti teimum, ið profetera upp úr sínum egna brósti: Hoyrið orð Harrans! v3 So sigur Harrin, drottin: Vei hinum fáfongdu profetunum, ið ganga eftir sínum egnu hugarenslum og einki hava sæð! v4 Profetar tínir, Ísrael, eru sum revar í toftum; v5 teir gingu ikki fram í vígskørðini og laðaðu ikki víggarðar kring um Ísraels hús, so at tað kundi standast í orrustuni á degi Harrans. v6 Sjónir teirra vóru fáfongd og spádómar teirra lygn; teir søgdu: So sigur Harrin, tó at Harrin hevði ikki sent teir; og tó væntaðu teir, at orð teirra skuldu ganga út. v7 Eru tað ikki fáfongdarsjónir, tit hava skoðað, og lygispádómar, ið tit hava talað? Og tit siga: So sigur Harrin, tó at eg havi ikki talað! v8 Tá sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí at tit tala fáfongd og skoða lygnir, tí skal eg koma yvir tykkum, sigur Harrin, drottin; v9 eg rætti út hond mína móti profetunum, ið skoða fáfongd og profetera lygn; teir skulu ikki vera í samfelagi við fólk mítt og ikki verða ritaðir í ættartalið hjá Ísraels húsi; og inn í Ísraels land skulu teir ikki koma. Soleiðis skulu teir sanna, at eg eri Harrin, drottin. v10 Fyri ta søk og vegna tess, at tit hava villleitt fólk mítt við at boða frið, har sum eingin friður er, og hava rýtt við kálki tann vegg, sum tað laðar sær, v11 tí skalt tú siga við teir, sum rýða við kálki: Glopraregnið skal skola hann burtur; haglsteinar skulu koma av himni og harðveður bresta á. v12 Og tá ið veggurin er niðurrapaður, munnu tit tá ikki fara at verða spurdir: Hvar er kálkið, sum tit rýddu á? v13 Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Í vreiði míni lati eg harðveður bresta á og í bræði míni glopraregnið koma skolandi og lati í ilsku míni heglingssteinar elva oyðing. v14 Veggin, ið tit hava rýtt við kálki, bróti eg niður og javni hann við jørðina, so at grundvøllur hans liggur berur; og saman við honum skulu eisini tit farast. Og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. v15 Eg skal hella út alla vreiði mína yvir veggin og yvir teir, ið rýtt hann hava við kálki, so at tað verður sagt við tykkum: Hvar er nú veggurin, og hvar eru teir, ið rýddu hann við kálki, v16 profetar Ísraels, ið profeteraðu um Jerúsalem og skoðaðu friðarsjónir, tó at eingin friður var? sigur Harrin, drottin.
v17 Men tú, mansbarn, snúgv andliti tínum móti døtrum fólks tíns, ið profetera eftir sínum egnu hugarenslum, profetera móti teimum v18 og sig: So sigur Harrin, drottin: Vei teimum, ið seyma festi um allar skøvningar og búgva til skýlur til at hylja høvur av øllum støddum til tess at veiða sálir. Ætla tit at veiða sálir fólks míns og halda lívi í sálum, sjálvum tykkum til vinnings? v19 Tit, ið vanhalga meg fyri fólki mínum fyri nakrar nevar av korni og nakrar breyðbitar til tess at deyða sálir, ið ikki áttu at doyð, og halda lívi í sálum, ið ikki eiga at liva, við at ljúgva fyri fólki mínum, ið fegið lurtar eftir lygnum! v20 Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg skal fáa hendur á festi tykkara, sum tit veiða sálir við, og skræða tey av ørmum tykkara og sleppa sálunum leysum eins og fuglum. v21 Og eg skal skræða sundur slør tykkara og bjarga fólki mínum úr bondum tykkara, so at teir ikki meira verða veiðifongur í hondum tykkara; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. v22 Av tí at tit við svikum bróta hug hins rættvísa, tó at eg ikki havi hugbrotið hann, og styrkja hendur hins gudleysa, so at hann ikki víkur frá sínum vánda vegi, til tess at eg má halda honum í lívi, v23 tessvegna skulu tit ikki meira skoða fáfongd og ikki meira profetera lygn; men eg skal bjarga fólki mínum úr hondum tykkara, og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, drottin.