Harrin vil ikki svara hjágudadýrkarunum

v1  Nakrir av Ísraels elstu komu til mín og settu seg niður framman fyri mær. v2  Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: v3  Mansbarn, hesir menn hava slept hjágudunum inn í hjartað og hava sett upp snávingarstein misgerða sína fyri framman sær; skuldi eg tá latið teir leita sær ráð hjá mær? v4  Tí skalt tú tala til teirra og siga við teir: So sigur Harrin, drottin: Hvør tann av Ísraels monnum, ið hevur hjágudarnar í hjarta sínum og setir upp snávingarstein misgerða sína fyri framman sær og fer kortini til profetin, honum skal eg, Harrin, sjálvur svara hóast hansara mongu hjágudar v5  til tess at taka um hjartað á Ísraelsmonnum, sum eru vorðnir mær fremmandir vegna allar hjágudar teirra. v6  Tessvegna skalt tú siga við Ísraels hús: So sigur Harrin, drottin: Vendið við, snúgvið tykkum frá hjágudum tykkara og snúgvið andlitum tykkara frá øllum andstygdum tykkara! v7  Tí at hvør Ísraelsmaður og hvør útiseti í Ísrael, sum víkur frá mær og letur hjágudarnar koma inn í hjarta sítt og setir upp snávingarstein misgerða sína fyri framman sær og kemur kortini til profetin og biður hann leita sær ráð við meg, honum skal eg, Harrin, sjálvur geva svar! v8  Eg snúgvi andliti mínum ímóti tílíkum manni og geri hann til tekin og orðatak og avoyði hann úr fólki mínum, so at tit viðurkenna, at eg eri Harrin! v9  Men letur profeturin seg tøla til at flyta fram spádóm, tá eri tað eg, Harrin, sum havi tølað henda profetin; og eg man rætta út hond mína móti honum og avoyða hann úr fólki mínum, Ísrael. v10  Og teir skulu báðir bera misgerð sína og vera javnsekir, bæði tann, ið spyr, og profeturin, v11  til tess at teir ikki villast burtur frá mær og ikki gera seg óreinar í øllum misbrotum sínum; men teir skulu vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra, sigur Harrin, drottin.

Nakrir gudleysir úr Jerúsalem verða fluttir til Bábylóniu, til tess at teir herleiddu har kunnu síggja, at Jerúsalem varð oydd av rættum

v12  Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: v13  Mansbarn! Tá ið land syndar í trúloysi móti mær, og eg rætti út hond mína móti tí og bróti hjá tí stav breyðsins og sendi hungur yvir tað og avoyði har bæði fólk og fenað, v14  og hesir tríggir høvdu verið í tí landinum: Nóa, Dánjal og Job, skuldu tá einans teir vegna rættvísi sína komist við lívinum – sigur Harrin, drottin. v15  Ella eg lati villdjór fara um landið og geri tað fólkatómt, so at tað verður oyði, og eingin torir at fara um har fyri villdjórum, v16  og hesir tríggir menn høvdu verið í tí – so satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, skuldu teir hvørki fingið bjargað sonum sínum ella døtrum, uttan eina sjálvum sær, men landið skuldi verið at oyðimørk. v17  Ella eg lati svørðið ráðast á hetta landið og sigi: Svørðið skal fara gjøgnum landið, – og eg oyddi har fólk og fenað, v18  og hesir tríggir menn høvdu verið í tí – so satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, skuldu teir hvørki fingið bjargað sonum ella døtrum sínum, uttan einans sjálvum sær. v19  Ella eg lati drepsótt koma yvir hetta landið og helli út blóðigu vreiði mína yvir tað til tess at oyða har fólk og fenað, v20  og Nóa, Dánjal og Job høvdu verið í tí landi – so satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, skuldu teir hvørki fingið bjargað syni ella dóttur, uttan einans sínum egna lívi fyri rættvísi sína. v21  Tó sigur Harrin, drottin, soleiðis: Tó at eg sendi hesar fýra vándu revsidómar mínar, svørðið, hungurin, villdjórini og drepsóttina yvir Jerúsalem til tess at oyða har fólk og fenað, v22  tá skulu kortini nakrir verða eftir, ið komast undan og føra út synir sínar og døtur; teir skulu koma til tykkara; og tá ið tit síggja atferð teirra og gerðir, skulu tit uggast eftir ta ógævu, sum eg havi beitt yvir Jerúsalem, yvir alt, sum eg havi latið koma yvir hana. v23  Teir skulu verða tykkum til ugganar, tá ið tit síggja atferð teirra og gerðir teirra; og tit skulu skilja, at eg ikki uttan orsøk havi gjørt alt hetta, sum eg havi latið henni vera fyri, sigur Harrin, drottin.