Íbúgvar Jerúsalems uttan virði í Harrans eygum og búnir til glatanar

v1  Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2  Mansbarn, hvat hevur vínviðurin fram um øll onnur trø, vínberjateinurin, ið stendur millum skógartrøini? v3  Fæst nakar gagnviður burtur úr honum ella so mikið sum ein nagli til at heingja eitthvørt uppá? v4  Nei, hann verður nýttur til at kyka við; og tá ið eldurin hevur brent báðar endarnar og sviðið miðjuna, hvør dugur er tá í honum? v5  Sí, meðan hann var óskalaður, kundi einki smíðast burtur úr honum, tíansheldur nú tá ið eldurin hevur brent hann, og hann er svidnaður. v6  Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Eins og tað er við vínviðinum millum skógartrøini, sum eg havi givið eldinum til føðslu, soleiðis vil eg gera við íbúgvar Jerúsalems; v7  eg snúgvi andliti mínum ímóti teimum; teir komust úr eldinum, men eldurin skal oyða teir; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg snúgvi andliti mínum ímóti teimum. v8  Og eg geri landið til oyðimørk aftur fyri, at tit hava slitið trúnað við meg, sigur Harrin, drottin.