Líknilsi um uppreist Zidkia móti Nebukadnezari

v1  Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2  Mansbarn, ber upp gátu og tala í líkingarmáli til ættarkyn Ísraels v3  og sig: So sigur Harrin, drottin: Hin mikla ørnin við stórum veingjabreiði, við miklum flogfjaðrum og tættum marglittum fjøðurhami, hon kom upp á Libanon og tók krúnuna av sedristrænum, v4  breyt av ytstu gróðurnálir og flutti tær til krambúðarlandið og setti tær niður í keypmannaborgini. v5  Síðan tók hon av gróðri landsins og setti tað niður í veltu, har sum nógv var av vatni eins og pílaviði, v6  til tess at tað skuldi spretta og verða gróðurmikil, lágvaksin vínviður við víngreinum, ið snúðu sær móti honum, og við róttræðrum undir honum. Og tað vaks og varð vínviður, fekk gróðurkvistar og skeyt greinum. v7  Men har var onnur mikil ørn við veldigum veingjabreiði og miklum fjøðurhami; og sí, vínviður hesin toygdi róttræðrir sínar at henni og rætti víngreinar sínar ímóti henni, til tess at hon skuldi væta hann betri enn lendið, har sum hann var settur niður; v8  og tó var hann gróðursettur í góðari jørð við nógvum vatni til tess at skjóta greinum, bera ávøkst og verða dýrmætur vínviður. v9  Sig tí: So sigur Harrin, drottin: Man tað fara at eydnast? Man ikki hin fyrra ørnin fara at skræða upp røtur hans og týna ávøkst hans, so at alt hansara nýsprotna leyv følnar? Ikki munnu tørvast sterkir armar og mikil manning til at slíta hann upp við rót. v10  Sí, gróðursettur er hann, men man tað fara at eydnast? Man hann ikki, so skjótt sum eystanvindurin nertur við hann, fara at følna á staðnum, har sum hann spratt upp?

v11  Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: v12  Sig við hitt tvørlynda ættarkynið: Skilja tit ikki, hvat hetta merkir? Sig: Kongurin av Bábel kom til Jerúsalem, tók kong og høvdingar hennara og hevði teir heim aftur við sær til Bábelborgar. v13  Síðan tók hann ein av kongsættini, gjørdi sáttmála við hann og tók eið av honum; men tignarmenn landsins flutti hann burtur, v14  til tess at kongsvaldið skuldi vera lítið og ikki hevjast aftur, men sáttmálin við hann skuldi verða hildin og standa við. v15  Men hann gjørdi uppreist móti honum og sendi ørindrekar til Egyptalands, at biðja um hestar og mikið herlið. Man tað fara at eydnast? Skal tann, sum tílíkt ger, komast undan ósekur? Skal hann slíta sáttmálan og kortini sleppa undan ósekur? v16  So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin: Har sum hin kongurin býr, ið gav honum kongsvald, honum, ið vanmetti eiðin og sleit sáttmálan við hann, har í Bábel hjá honum skal hann doyggja. v17  Og ikki skal Fárao við stórum heri og miklari mannfjøld koma honum til hjálpar, tá ið hervirki verða laðað og vígtorn bygd til tess at bana mongum monnum. v18  Tí at hann vanmetti eiðin og sleit sáttmálan, tó at hann hevði givið hondina; alt hetta hevur hann gjørt og skal tí ikki sleppa ósekur! v19  Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: So satt sum eg livi: Eiðin við meg, sum hann vanmetti, og sáttmálan við meg, sum hann sleit, skal eg vissuliga lata koma oman yvir hann! v20  Eg skal leggja net mítt fyri hann, so at hann verður fangaður í veiðiføri mínum; og eg flyti hann til Bábelborgar og dømi hann har fyri trúloysi hansara móti mær. v21  Og allir fráskilamenn tínir í øllum herflokkum tínum skulu falla fyri svørði, og teir, sum eftir verða, skulu spjaðast í allar ættir, og tit skulu viðurkenna, at eg, Harrin, havi talað.

v22  So sigur Harrin, drottin: Eg taki sjálvur grein úr krúnu sedristræsins, slíti av klæna gróðurnál og seti hana niður á høgum fjallatindi. v23  Á Ísraels høga fjalli vil eg seta hana niður; hon skal fáa greinar og bera ávøkst og verða dýrmett sedristræ; alskyns floygdir fuglar skulu búgva undir tí og hølast í skugga greina tess. v24  Og øll trø markarinnar skulu sanna, at eg, Harrin, lækki hitt høga træið og hevji upp hitt lága, lati hitt grøna træið følna og hitt følnaða grønkast. Eg, Harrin, havi talað, og eg útinni tað.