Rættvíst endurgjald og ábyrgd einstaklingsins

v1  Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2  Hví hava tit hetta orðatakið í Ísraels landi: Fedrarnir ótu súr vínber, og børnini fingu ringar tenn? v3  So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, tit skulu ikki meira nýta hetta orðatakið í Ísrael. v4  Mínar eru allar sálir; bæði sál faðirsins og sál sonarins hoyra mær til; tann sál, ið syndar, hon skal doyggja. v5  Og hvør maður, sum er rættvísur og íðkar rætt og rættlæti v6  og ikki heldur offurmáltíð á fjøllunum ella hevjar eygu síni til hjáguda Ísraelsmanna, sum ikki skemmir konu næsta síns og ikki nærkast konu, meðan hon er órein, v7  sum ongan undirokar, men letur tað veðsetta frá sær aftur, ikki rænir, men gevur hinum svanga mat og klæðir hin nakna, v8  sum ikki gevur lánsfæ móti leigu og ikki tekur eykagjald, sum heldur hond sína burtur frá órætti og dømir rættvíst í trætumálum manna, v9  sum ger eftir fyriskipanum mínum og heldur lógboð míni við at gera tað, sum rætt er, hann er rættvísur og skal vissuliga liva, sigur Harrin, drottin. v10  Men fær hann son, sum er yvirgangsmaður og úthellir blóð og fremur nakra av teimum nevndu syndum, v11  heldur offurmáltíð á fjøllunum og skemmir konu næsta síns, v12  undirokar hin neyðstadda og fátæka, rænir og letur ikki tað veðsetta frá sær aftur, men hevjar eygu síni til hjágudanna, fremur tað, sum andstyggiligt er, v13  gevur lánsfæ móti leigu og tekur eykagjald, tá skal hann á ongum sinni lívi halda; hann hevur framt allar hesar andstygdir og skal vissuliga doyggja; blóð hansara skal koma yvir hann.

v14  Men fær hesin sonur hansara son, ið sær allar tær syndir, sum faðir hansara hevur gjørt, so at hann óttast og ger ikki tílíkt sjálvur, v15  ikki heldur offurmáltíð á fjøllunum, ikki hevjar eygu síni til hjáguda Ísraelsmanna og ikki skemmir konu næsta síns, v16  tekur ikki veð og rænir ikki, men gevur hinum svanga mat og klæðir hin nakna, v17  heldur hond sína burtur frá órætti og ikki tekur við fæleigu og eykagjaldi, men heldur lógboð míni og ger eftir fyriskipanum mínum, hann skal ikki doyggja fyri misgerðir faðirs síns; hann skal vissuliga lívi halda. v18  Men faðir hansara afturímóti mátti doyggja fyri misgerð sína, av tí at hann var yvirgangsmaður, rændi og framdi í fólki sínum tað, sum ikki var gott. v19  Og tit siga: Hví skal sonurin ikki gjalda fyri misgerð faðirs síns? Men sonurin framdi jú rætt og rættlæti, varðveitti allar fyriskipanir og gjørdi eftir teimum, tí skal hann vissuliga lívi halda. v20  Tann maður, ið syndar, hann skal doyggja; sonur skal ikki bera misgerð faðirs síns, og faðir ikki misgerð sonar síns; rættlæti hins rættvísa skal verða honum fyri; og illskapur hins gudleysa skal verða honum fyri.

v21  Men vendir hin gudleysi sær frá øllum syndum sínum, sum hann hevur gjørt, og varðveitir allar fyriskipanir mínar og fremur rætt og rættlæti, tá skal hann vissuliga lívi halda og ikki doyggja. v22  Eingin av øllum syndum teimum, ið hann hevur gjørt, skal tilroknast honum; aftur fyri ta rættvísi, sum hann hevur framt, skal hann liva. v23  Man eg hava hug á deyða hins gudleysa? Nei, men at hann vendir frá sínum vánda vegi, so at hann má liva. v24  Men vendir hin rættvísi frá rættlæti sínum og fremur órætt líkt øllum teimum andstygdum, ið hin gudleysi fremur, tá skal eingin av øllum hansara rættvísu gerðum roknast honum til; aftur fyri tann trúnað, sum hann hevur slitið, og tær syndir, ið hann hevur gjørt, skal hann doyggja. v25  Og tit siga: Vegur Harrans er ikki rættur. Men hoyr, Ísraels hús! Man tað vera mín vegur, sum ikki er rættur? Man tað ikki heldur vera tykkara vegir, sum ikki eru rættir? v26  Tá ið hin rættvísi vendir sær frá rættlæti sínum og fremur órætt, skal hann doyggja; aftur fyri ta misgerð, sum hann hevur gjørt, skal hann doyggja.

v27  Men tá ið hin gudleysi vendir sær frá vándsku síni og fremur rætt og rættlæti, tá skal hann bjarga lívi sínum; v28  hann vendi sær frá teimum misbrotum, ið hann hevði gjørt; tí skal hann lívi halda og ikki doyggja. v29  Og Ísraels hús sigur: Vegur Harrans er ikki rættur! Men, Ísraels hús, man tað vera mín vegur, sum ikki er rættur? Man tað ikki heldur vera tykkara vegur, sum ikki er rættur?

v30  Tí man eg døma hvønn tykkara eftir atferð hans, Ísraels hús, sigur Harrin, drottin. Víkið frá og lættið av øllum misbrotum tykkara, so at tey ikki verða tykkum til fals! v31  Sigið tykkum burtur úr øllum misbrotum teimum, ið tit hava gjørt, so at tit fáa tykkum nýtt hjarta og nýggjan anda. Hví vilja tit bana tykkum sjálvum, Ísraels hús? v32  Tí at eg havi onga gleði av deyða syndarans, sigur Harrin, drottin. Snúgvið tí við, so at tit mega liva!