v1 Men tú, mansbarn, hevja harmljóð um høvdingar Ísraels v2 og sig: Hvussu var ikki móðir tín kvennljón millum ljóna! Bólaðist við ungljón og aldi upp ljónshvølpar sínar! v3 Ein teirra vaks og varð ungljón; hann lærdi at vinna sær bráð; menn skræddi hann í seg. v4 Tá búðust tjóðirnar móti honum; veiddu hann í grøv og drógu hann við onglum til Egyptalands. v5 Tá ið hon nú sá, at hann var burturførdur og vónin brotin, tá tók hon annan ljónshvølp og aldi hann til ljón.
v6 Hann reikaði um millum ljóna; hann varð ungljón og lærdi at vinna sær bráð; menn skræddi hann í seg. v7 Hann gjørdi mangar til einkjur og oyddi borgir teirra; landið og alt, sum í tí var, ønskraðist fyri dynjandi ýli hans. v8 Og tjóðirnar ráddust á hann úr øllum ættum við veiðiførum, løgdu net sítt fyri hann; í grøv teirra varð hann veiddur. v9 Tær drógu hann í búr við onglum, førdu hann til Bábelkongs í varðhald, til tess at rødd hans ikki aftur skuldi verða hoyrd á Ísraels fjøllum.
v10 Móðir tín var eins og vínviður í víngarði, gróðursettur hjá keldu; hann varð fræsamur og fjølgreinaður av tí nógva vatni. v11 Ein av greinum hans varð til veldissprota; hann vaks og hevjaðist upp um leyvið; var eyðsæddur við sínum høga vøkstri og nógvu angum. v12 Men tá varð í vreiði vínviðurin skræddur upp og tveittur á jørðina; eystanvindurin turkaði ávøkst hansara burtur, hin sterka greinin varð slitin og følnaði, og eldur oyddi hana. v13 Og nú er hann gróðursettur í oyðimørkini í turrum, tystandi landi. v14 Eldur breyt út úr grein hans, oyddi vínangar hans og ávøkst; eingin sterk grein er á honum meira, eingin veldissproti. Hetta er harmljóð og varð at harmljóði.