v1 Á tríatiunda ári á fimta degi hins fjórða mánaðar, meðan eg sat millum teir herleiddu við Kebaránna, opnaðist himinin, og eg sá sjónir frá Guði. v2 Fimta dagin í mánaðinum tað var fimta árið eftir, at Jójakin kongur varð herleiddur v3 tá kom orð Harrans til prestin Ezekiel Buzison, við Kebaránna í Kaldealandi, og har kom hond Harrans yvir hann.
v4 Og eg leit meg um, og sí, harðveður kom norðaneftir og mikið skýggj sveipað í ljóma og glampandi eld, og mitt í hesum var tað eins og geislandi málmur. v5 Í miðjum eldinum vóru eins og myndir av fýra verum; og eftir útsjónd teirra vóru tær í mannalíki; v6 men hvør teirra hevði fýra andlit og fýra veingir. v7 Føtur teirra vóru steyrrættir og iljar teirra eins og á kálvi; tær glampaðu eins og skyggin málmur og vóru kvikar við veingjunum. v8 Allar fýra høvdu mannahendur undir veingjum sínum á øllum fýra liðum. v9 Andlitini á teimum fýra verunum viku ikki til viks, meðan tær gingu; allar gingu beint fram eftir. v10 Andlit teirra vóru í hesum líki: Frammantil høvdu tær allar fýra mannaandlit, høgrumegin ljónsandlit, vinstrumegin oksaandlit og aftantil arnarandlit. v11 Veingirnir á øllum fýra vóru tandir út uppeftir, soleiðis at tveir og tveir bóru saman, og tveir huldu likamið. v12 Allar gingu tær beint fram; tann vegin, sum andin vildi hava tær at fara, gingu tær og viku ikki til viks, meðan tær gingu. v13 Millum veranna var at síggja eins og brennandi brandar; tað var eins og kyndlar, ið fóru aftur og fram millum veranna; ljómi skein av eldinum, og út haðan gingu snarljós. v14 Verurnar lupu aftur og fram og vóru sum snarljós á at líta.
v15 Aftur leit eg meg um, og sí: Undir liðini á hvørji av teimum fýra verunum stóð eitt hjól á jørðini. v16 Og hjólini vóru á at líta eins og skínandi krýsolit; tey vóru øll fýra samlík og gjørd á tann hátt, at innan í hvørjum hjóli var eitt annað. v17 Tey kundu tí ganga í allar fýra ættir uttan at víkja til viks, meðan tey gingu. v18 Uppaftur leit eg meg um, og sí, øll fýra hjólini høvdu gjarðir, sum vóru alsettar við eygum alt íkring. v19 Og tá ið verurnar gingu, gingu eisini hjólini við lið teirra; og tá ið verurnar høvdu seg upp frá jørðini, fóru hjólini við. v20 Hagar, sum andin vildi fara, hagar fóru hjólini við; tey hevjaðust upp samstundis við teimum; tí at andi veranna var í hjólunum. v21 Tá ið verurnar gingu, gingu tey við, og tá ið tær steðgaðu, steðgaðu tey við, og tá ið tær høvdu seg upp frá jørðini, hevjaðust hjólini samstundis við teimum; tí at andi veranna var í hjólunum.
v22 Uppi yvir høvdum veranna var eins og himnahválv, sum glitrandi ísur, úttant fyri oman høvur teirra. v23 Undir hválvinum vóru veingir teirra úttandir hvør móti øðrum; umframt hevði hvør teirra tveir veingir, sum huldu likam teirra. v24 Og tá ið tær gingu, ljóðaði ymjanin av veingjum teirra fyri mær eins og bralan av miklum vøtnum, eins og rødd hins alvalda; tað glumdi sum úr herbúðum. v25 Fyri oman hválvið uppi yvir høvdum teirra hoyrdist glymur; men tá ið tær stóðu stillar, lótu tær veingirnar síga. v26 Men fyri oman hválvið uppi yvir høvdum teirra var nakað eins og saffirsteinur á at líta, sum líktist hásæti; og har uppi á hásætinum var eins og mynd at síggja í mannalíki. v27 Og eg sá nakað, sum líktist lýsigulli haðan frá, sum eg helt mjadnirnar vera, og uppeftir; og haðan sum eg helt mjadnirnar vera, og niðureftir sá eg nakað, ið var sum eldur á at líta; og kring um hann var ljómi av eldi. v28 Eins og ælabogin, sum á regndegi kemur til sjóndar í skýnum, soleiðis var ljómin kring hann á at líta. Soleiðis var myndin av dýrd Harrans á at líta. Tá ið eg sá hana, fell eg fram á ásjón mína, og eg hoyrdi ein, ið talaði.