v1 Á sjeynda ári, tíggjunda dagin hins fimta mánaðar, komu nakrir av Ísraels elstu til tess at leita ráð við Harran og settust niður framman fyri meg. v2 Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: v3 Mansbarn, tala til Ísraels elstu og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Eru tit komnir til tess at leita ráð við meg? So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, skulu tit ikki sleppa at leita ráð við meg! v4 Men vilt tú, mansbarn, døma teir, vilt tú døma teir, tá rýð teimum um nasar andstygdir fedra teirra v5 og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Tá ið eg útvaldi Ísrael, tá gjørdi eg eftirkomarunum av Jákups húsi eið; eg birtist teimum í Egyptalandi; eg svór teimum til og segði: Eg eri Harrin, Guð tykkara! v6 Ta ferðina gjørdi eg teimum eið, at eg vildi føra teir út úr Egyptalandi inn í tað landið, sum eg hevði givið teimum, land, sum flýtur í mjólk og hunangi, hitt dýrmætasta av øllum londum. v7 Og eg segði við teir: Hvør tykkara skal varpa frá sær teimum andstygdum, ið eygu tykkara dvaldu við, og óreinskið tykkum ikki av hjágudum Egyptalands! Eg, Harrin, eri Guð tykkara! v8 Men teir risu upp ímóti mær og vildu ikki lýða mær; andstygdirnar, sum eygu teirra dvaldust við, tveittu teir ikki frá sær; og hjágudar Egyptalands vildu teir ikki geva yvir. Tá hugsaði eg um at hella út vreiði mína yvir teir til tess at svala á teimum bræði mína í Egyptalandi. v9 Men fyri navns míns sakir tók eg mær um reiggj, til tess at tað ikki skuldi verða vanmett fyri eygsjón heidninganna, sum teir búðu millum, og sum høvdu sæð, hvussu eg gjørdi meg kunnan fyri teimum við at leiða teir út úr Egyptalandi.
v10 Og eg leiddi teir út úr Egyptalandi og førdi teir út í oyðimørkina. v11 Eg gav teimum fyriskipanir mínar og kunngjørdi teimum lógboð míni, sum maður skal halda, til tess at hann má liva við teimum. v12 Eg gav teimum eisini hvíludagar mínar sum tekin millum mín og teirra, til tess at teir skuldu vita, at eg, Harrin, eri tann, sum halgar teir. v13 Men Ísraels hús reis upp ímóti mær í oyðimørkini; teir gjørdu ikki eftir fyriskipanum mínum og havnaðu lógboðum mínum, teimum, ið maður eigur at halda, til tess at hann vegna teirra má liva; og hvíludagar mínar vanhalgaðu teir í stórum. Tá ætlaði eg at hella út vreiði mína yvir teir í oyðimørkini til tess at oyða teir av. v14 Men fyri navns míns sakir tók eg mær um reiggj, til tess at tað ikki skuldi verða vanmett fyri eygsjón heidninganna, sum høvdu sæð meg føra teir út úr Egyptalandi. v15 Tá svór eg teimum í oyðimørkini, at eg ikki vildi føra teir inn í tað landið, sum eg hevði givið teimum, og sum flýtur í mjólk og hunangi, hitt dýrmætasta av øllum londum, v16 aftur fyri at teir havnaðu lógboðum mínum og ikki gjørdu eftir fyriskipanum mínum og vanhalgaðu hvíludagar mínar; tí at hjørtu teirra eltu hjágudar teirra. v17 Men kortini várkunnaði eg teimum, so at eg ikki týndi teir og læt teir ikki farast í oyðimørkini.
v18 Síðan segði eg við synir teirra í oyðimørkini: Gerið ikki eftir fyriskipanum fedra tykkara og farið ikki at eftir lógboðum teirra og óreinskið tykkum ikki av hjágudum teirra! v19 Eg, Harrin, eri Guð tykkara! Gerið eftir fyriskipanum mínum og varðveitið lógboð míni og livið eftir teimum; v20 haldið hvíludagar mínar heilagar, so at teir verða tekin millum mín og tykkara, til tess at tað má viðurkennast, at eg, Harrin, eri Guð tykkara. v21 Men eisini synirnir vóru mær ólýdnir; og teir gjørdu ikki eftir fyriskipanum mínum og løgdu ikki í at liva eftir lógboðum mínum, ið maður tó eigur at halda til tess at liva vegna teirra; og hvíludagar mínar vanhalgaðu teir. Tá ætlaði eg at hella út vreiði mína yvir teir og svala bræði mína á teimum í oyðimørkini. v22 Men eg tók hondina aftur til mín og tók mær um reiggj fyri navns míns sakir, so at tað ikki skuldi verða vanmett fyri eygsjón heidninganna, sum høvdu sæð meg leiða teir út. v23 Eg hótti at teimum í oyðimørkini og svór, at eg vildi reka teir út ímillum tjóðanna og spjaða teir út um londini, v24 aftur fyri at teir hildu ikki lógboð míni, men havnaðu fyriskipanum mínum og vanhalgaðu hvíludagar mínar og høvdu ikki eyguni av hjágudum fedra sína; v25 tí gav eg teimum fyriskipanir, sum ikki vóru góðar, og lógboð, sum ikki tryggjaðu lívið. v26 Eg læt teir óreinska seg av egnu offurgávum sínum, við tað at teir lótu allar frumburðir ganga gjøgnum eldin, so at teir skuldu ønskrast við og sanna, at eg eri Harrin.
v27 Tessvegna tala tú, mansbarn, til Ísraels hús og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Fedrar tykkara hava alsamt einkisvirt meg og slitið trúnað við meg. v28 Eg leiddi teir inn í tað landið, sum eg við eiðargerð hevði heitt at geva teimum; men hvørja ferð teir bóru eyga við høgan hól ella træ við leyvi, tá slátraðu teir har offur síni og bóru fram har sínar reitandi offurgávur, lótu vælangandi offurroyk stíga upp og droyptu har droypioffur síni. v29 Tá segði eg við teir: Hvør er hesin offurheyggjur, sum tit fara niðan á? Tí verður hann enn í dag nevndur »Offurheyggjur«. v30 Tessvegna skalt tú siga við Ísraels hús: So sigur Harrin, drottin: Ætla tit at óreinska tykkum á sama hátt sum fedrar tykkara og fylgja í horfikni hinum andstyggiligu gudum teirra? v31 Tí við at bera fram offurgávur tykkara og lata børn tykkara ganga gjøgnum eldin, hava tit alt fram at hesum degi gjørt tykkum óreinar til heiðurs fyri hjágudar tykkara; skuldi eg tá loyvt tykkum, Ísraels hús, at leita ráð við meg? So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, skulu tit á ongum sinni leita ráð við meg! v32 Tað, sum tit hava í hyggju, skal á ongum sinni bera til; tit siga: Vit vilja verða eins og aðrar tjóðir, eins og tjóðflokkarnir í øðrum londum og tilbiðja stokkar og steinar! v33 So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, skal eg við sterkari hond og útrættum armi og goysandi vreiði vera kongur yvir tykkum! v34 Við sterkari hond og útrættum armi og goysandi vreiði skal eg føra tykkum út úr tjóðunum og savna tykkum saman heim úr teimum londum, har sum tit vóru spjaddir í, v35 og leiða tykkum út í oyðimørk tjóðanna; har skal eg ganga í dóm við tykkum andlit til andlits. v36 Eins og eg gekk í dóm við fedrar tykkara í Egyptalands oyðimørk, soleiðis vil eg eisini ganga í dóm við tykkum, sigur Harrin, drottin. v37 Eg vil lata tykkum ganga undir stavinum og lata tykkum koma fram eftir tali. v38 Eg skilji teir av tykkum frá, sum risu upp ímóti mær og slitu trúnað við meg; eg flyti teir út úr útlegdarlandi sínum, men inn í Ísraels land skulu teir ikki koma, so at tit viðurkenna, at eg eri Harrin.
v39 Men tit, Ísraels hús, so sigur Harrin, drottin: Farið og dýrkið hvør av tykkum hjágudar sínar; men eftir tað skulu tit vissuliga lýða á meg og ikki aftur vanhalga mítt heilaga navn við offurgávum og hjágudum tykkara. v40 Tí at á mínum heilaga fjalli, á fjallaknúki Ísraels, sigur Harrin, drottin, skal alt Ísraels hús, allir, sum í landinum búgva, dýrka meg, og har skulu teir toknast mær, og har skal mær dáma offuravskurðir og frumgróðraroffur teirra saman við øllum, sum teir halga. v41 Eg man náðiliga taka við tykkum sum vælangandi offurroyki, tá ið eg havi flutt tykkum burtur úr tjóðunum og savnað tykkum saman heim úr londunum, har sum tit vóru spjaddir; tá skal eg sýna meg á tykkum sum hin heilaga fyri eygum tjóðanna. v42 Og tá skulu tit viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg leiði tykkum inn í Ísraels land, inn í landið, sum eg svór at geva fedrum tykkara. v43 Har skulu tit minnast atferð tykkara og allar tær gerðir, sum tit óreinskaðu tykkum við, so at tykkum skal standast við tykkum sjálvar vegna øll illverk tykkara, sum tit framdu. v44 Og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg taki mær um reiggj við tykkum fyri navns míns sakir og ikki eftir tykkara ljóta atburði og spillandi verkum, Ísraels hús, sigur Harrin, drottin.
v45 Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v46 Mansbarn, snúgv andliti tínum í suðurætt og lat talu tína streyma suðureftir og profetera ímóti skóginum á suðurlandinum v47 og sig við skógin á suðurlandinum: Hoyr orð Harrans: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg seti eld á teg, sum skal oyða øll trø, sum í tær eru, bæði grøn og turr; eldslogin skal ikki slokna, og øll andlit skulu svidnast úr suðri og í norður. v48 Og alt hold skal síggja, at eg, Harrin, havi kynt hann; hann skal ikki slokna. v49 Tá segði eg: Á, Harri, drottin, teir siga um meg: Hann talar jú einans í líkingarmáli.