v1 Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2 Mansbarn, vilt tú ikki døma, vilt tú ikki døma hina blóðseku borg? Rýð henni allar andstygdir hennara um nasar v3 og sig: So sigur Harrin, drottin: Vei borgini, sum helti út blóð í miðjum sær til tess at lata ógævustund sína koma, og gjørdi sær hjágudar til tess at óreinska seg! v4 Av tí blóði, sum tú úthelti, hevur tú gjørt teg seka, og av hjágudunum, sum tú gjørdi tær, ert tú vorðin órein. Tú hevur gjørt, at dagur tín stundar til, at áramál títt er lokið. Tessvegna geri eg teg til háð fyri allar tjóðir og til spott fyri øll lond. v5 Bæði teir, ið búgva nærindis og langt av leið, skulu spotta teg, tú hávamikla borg við so ringum ágiti! v6 Sí, høvdingar Ísraels, ið búgva hjá tær, fara fram sum yvirgangsmenn og úthella blóð! v7 Íbúgvar tínir einkisvirða faðir og móður, teir kúga útisetan og undiroka faðirloysingan og einkjuna; v8 mínar halgilutir vanvirða teir og vanhalga hvíludagar mínar. v9 Hjá tær fara bakmælismenn við sleyi, so at blóð verður úthelt; á fjøllunum eta teir offurkjøt og fremja skemdargerðir í miðjum tær. v10 Hjá tær verður blygd faðirsins nektað, og konur verða tiknar við valdi, meðan tær eru óreinar. v11 Ein ber seg andstyggiliga at móti konu næsta síns, annar skemmir sonarkonu sína við leysalevnaði; hjá tær tekur maður systur sína við valdi, dóttur faðirs síns. v12 Borgarar tínir taka við mutri til tess at úthella blóð; fæleigu hevur tú tikið og eykagjald og rænt frá næsta tínum; men meg hevur tú gloymt, sigur Harrin, drottin.
v13 Men sí, eg slái hendurnar saman yvir tínum órættvísa vinningi og yvir tí blóði, sum flýtur í miðjum tær. v14 Man ikki dirvi títt fara at dovna og hendur tínar at vikna á tí degi, tá ið eg taki mær um reiggj ímóti tær? Eg, Harrin, havi talað og vil útinna tað. v15 Eg man spjaða teg út ímillum tjóðanna og sundra teg út um londini og firra allan óreinleika frá tær. v16 Tjóðirnar skulu síggja teg vanhalgaða verða; og tá skalt tú viðurkenna, at eg eri Harrin.
v17 Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v18 Mansbarn! Ísraels hús er vorðið mær eins og ilskubøklar; allir eru teir eins og kopar og tin, jarn og blýggj í bráðpannuni; silvursindur eru teir vorðnir. v19 Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí, at tit eru allir vorðnir ilskubøklar, tí vil eg savna tykkum saman í miðjari Jerúsalem, v20 eins og silvur og kopar og jarn og blýggj og tin verður latið á bráðpannuna og blást verður í eldin til tess at bræða tað, soleiðis vil eg í bræði míni og vreiði savna tykkum saman og koyra tykkum hagar til tess at bræða tykkum. v21 Ja, eg skal savna tykkum saman og blása upp vreiðield mín ímóti tykkum, so at tit bráðna í honum. v22 Eins og silvur verður brætt á bráðpannuni, soleiðis skulu tit verða bræddir inni í borgini, og tit skulu sanna, at eg, Harrin, havi úthelt vreiði mína yvir tykkum.
v23 Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: v24 Mansbarn, sig við landið: Tú ert land, sum ikki fært regn og ikki skúrir á vreiðidegnum; v25 høvdingar tínir eru eins og ýlandi ljón, ið skræða í seg villibráð, týna lív og ræna ognir og dýrgripir og fjølga einkjurnar í landinum, v26 prestarnir hava rongt lógina við valdi og vanhalgað halgilutir mínar; teir hava ikki gjørt greinarmun á tí, sum er heilagt, og tí, sum ikki er heilagt, og hava ikki greint frá muninum á óreinum og reinum; og teir hava latið eyguni aftur fyri hvíludøgum mínum, so at eg eri vorðin vanhalgaður teirra millum. v27 Høvdingarnir har vóru eins og vargar á ránsferð fúsir til at úthella blóð og týna lív til tess at ogna sær órættvísan vinning. v28 Profetarnir rýddu við kálki, skoðaðu fáfongdir og boðaðu lygispádómar; teir søgdu: So sigur Harrin, drottin; og tó hevði Harrin einki sagt. v29 Fólkið í landinum fór fram við kúgan og ráni; hin neyðstadda og fátæka undirokaðu teir og vóru harðir móti útisetanum uttan nakran rætt. v30 Eg leitaði teirra millum eftir manni, sum vildi laða upp borgargarð og standa í skarðinum fyri ásjón míni landinum til varnar, til tess at eg ikki skuldi oyða tað; men eg fann ongan. v31 Tá helti eg út vreiði mína yvir teir; í brennandi bræði míni beindi eg fyri teimum og læt atferð teirra koma oman yvir egnu høvur teirra, sigur Harrin, drottin.