Hinar horfiknu døturnar -- Óhola (Sámária) og Óholiba (Jerúsalem)

v1  Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2  Mansbarn! Eina ferð vóru tvær konur, døtur somu móður. v3  Tær drivu hor í Egyptalandi í ungdómi sínum; har vórðu bróst teirra tumlað; har fóru menn við hondum um moyggjarbarm teirra. v4  Hin eldra æt Óhola og systir hennara Óholiba. Eg fekk tær báðar, og tær aldu mær synir og døtur. Um nøvn teirra er at siga, at Óhola er Sámária og Óholiba Jerúsalem.

v5  Men Óhola sveik meg við leysalevnaði sínum; hon brann í girnd eftir ástarmonnum sínum, Assursmonnum, ið komu til hennara v6  skrýddir í skarlak, jallar og landshøvdingar, hinir fríðastu unglingar, reiðmenn hátt á hestbaki. v7  Hon oysti hordóm sín yvir teir, yvir allar hinar mætastu menn Assurs, ið hon legði ást við, og gjørdi seg óreina av øllum hjágudum teirra. v8  Men hon helt fram við horfikni sínum eftir Egyptum, tí at teir høvdu havt samlegu við hana í ungdómi hennara, høvdu farið við hondum um moyggjarbarm hennara og oyst yvir hana girndarhug sín. v9  Tessvegna gav eg hana upp í hendur á alskarum hennara, Assursmonnum, ið hon brann av girnd eftir. v10  Teir flettu upp um blygd hennara, tóku synir og døtur hennara og drópu hana sjálva við svørði, so at hon varð øðrum konum til tiltak. Soleiðis evnaðu teir dómin yvir hana.

v11  Hetta sá systir hennara Óholiba, men bar tó av henni við leysalevnaði sínum og dreiv hor verri enn systir sín. v12  Hon fekk nálg at Assursmonnum, jallum og landshøvdingum, ið komu til hennara skreytbúnir, allir samlir ungir og prúðir menn ríðandi á hestbaki. v13  Eg sá, hvussu hon óreinsdaði seg, og at báðar gingu somu leið. v14  Men hon fór enn longur í horðómi sínum; tá ið hon sá menn drignar á vegg, myndir av Kaldeum málaðar við reyðum kriti, v15  gyrdir við belti um lendar og við flákrandi vavhúgvu um høvur, allir á at líta eins og kappar, líkir Bábelmonnum, føðiland teirra er Kaldea, v16  tá brann hon av girndarhugi eftir teimum, so skjótt sum hon bar eyga við teir, og sendi ørindreka til Kaldeu eftir teimum. v17  Og Bábelmenn gingu inn til hennara til ástarsamlegu og gjørdu hana óreina, og hon gjørdi seg óreina á teimum, til sál hennara stóðst við teir. v18  Hon framdi leysalevnað sítt opinberliga og fletti upp um blygd sína; tá stóðst sál míni við hana, eins og sál míni hevði staðist við systur hennara. v19  Men hon helt enn longur á fram í hordómi sínum, við tað at hon mintist ungdómsdagar sínar, tá ið hon dreiv hor í Egyptalandi; v20  og hon brann í girnd eftir ástmonnum tess, ið høvdu hold eins og asnar og girndarhugi eins og graðhestar. v21  Tá saknaði hon ungdómsleysalevnað sítt, tá ið Egyptar fóru við hondum um barm hennara og tumlaðu moyggjarbróst hennara.

v22  Tessvegna, Óholiba, sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg vil eggja móti tær ástmenn tínar, ið sál tíni stendst við, og lata teir úr øllum ættum ráðast á teg, v23  Bábelmenn og allar Kaldear, Pekod og Sjoa og Koa og við teimum allar Assursmenn, hini prúðastu ungmenni, allir jallar og landshøvdingar, navnframir kappar, allir ríðandi á hestbaki. v24  Teir skulu herja á teg við nógvum rossum og vagnum og herfjøldum margra tjóða; stórar og smáar skildir og hjálmar skulu teir seta upp ímóti tær alt íkring; eg leggi málið fram fyri teir, og teir skulu døma teg eftir sínum lógum. v25  Eg skal lata vandlæti mítt ganga yvir teg; teir skulu fara øgiliga við tær; nøs tína og oyru skulu teir skera av, og tað, sum eftir verður av tær, skal falla fyri svørði; sonum tínum og døtrum skulu teir fara avstað við, og tað, sum eftir verður av tær, skal farast í eldi. v26  Teir skulu skræða klæðini av tær og taka skartgripir tínar. v27  Soleiðis vil eg gera enda á leysalevnaði tínum, sum tú hevðist at í Egyptalandi, so at tú ongantíð aftur hevjar eygu tíni upp til teirra ella minnist á Egyptaland. v28  Tí at so sigur Harrin, drottin: Sí, eg gevi teg upp í hendur teirra, sum tú hatar, og sum sál tíni stendst við; v29  haturliga skulu teir fara við tær; teir skulu taka ognir tínar og lata teg eftir nakna og bera og soleiðis nekta títt horfikna likam. v30  Hetta fært tú aftur fyri siðloysi og leysalevnað títt, av tí at tú fekst nálg eftir tjóðunum og gjørdi teg óreina av hjágudum teirra. v31  Tú hevur fylgt sama vegi sum systir tín; tessvegna rætti eg tær bikar hennara. v32  So sigur Harrin, drottin: Tú skalt tøma bikarið hjá systur tíni, hitt djúpa og víða – tú skalt verða til háð og spott –. Tað tekur nógv v33  og er fult av ørsku og kvølum; bikar fylt við øtan og ræðslu er bikarið hjá systur tíni Sámáriu. v34  Tú skalt tøma tað at botni og sleikja botnin og ørkymla bróst tíni; tí at eg havi talað, sigur Harrin, drottin. v35  Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Fyri tað at tú hevur gloymt meg og tveitt meg aftur um bak, skalt tú nú bøta fyri siðloysi og hordóm tín.

v36  Og Harrin segði við meg: Mansbarn! Vilt tú ikki døma Óholu og Óholibu? Ger teimum andstygdum teirra kunnar, v37  at tær vóru mær ótrúgvar og hava blóð á hondunum; við hjágudum sínum vóru tær mær ótrúgvar og hava eisini latið synir sínar, ið tær føddu mær, ganga gjøgnum eldin teimum til føðslu. v38  Framvegis gjørdu tær mær hetta: Tær gjørdu halgidóm mín óreinan og vanhalgaðu hvíludagar mínar. v39  Sama dagin, sum teir høvdu slátrað hjágudunum børn síni, komu teir inn í halgidóm mín til tess at vanhalga hann. Soleiðis bóru teir seg at í mínum egna húsi! v40  Ja, boð vóru send eftir monnum úr fjarløgdum londum; og tá ið teir komu, tváaði tú tær, litaði eyguni og lætst teg í skreyt. v41  Síðan settist tú á dýrmæta legu; fyri framman hana stóð matbúgvið borð, og roykilsi mítt og olju mína legði tú á tað. v42  Tá hoyrdist har hjá systrunum rómur og gangur av øllum teimum monnum, ið komnir vóru innan úr oyðimørkini; teir góvu teimum armringar og settu dýrmæta krúnu á høvur teirra. v43  Tá mælti eg: Soleiðis hava tær verið mær ótrúgvar og livað í leysalevnaði! v44  Menn gingu inn til teirra eins og inn til horkonu; soleiðis gingu teir inn til Óholu og Óholibu til tess at fremja skemdarverk. v45  Men rættlátir menn skulu døma og lata tær fáa sama dóm sum horkonur og konur, ið úthella blóð, tí at tær hava verið ótrúgvar, og blóð er á hondum teirra. v46  Ja, so sigur Harrin, drottin: Stevnið saman mannfjøld móti teimum til tess at pína og ræna tær. v47  Og mannfjøldin skal grýta tær við gróti og høgga tær sundur við svørðum sínum; synir teirra og døtur skulu verða dripin og hús teirra uppbrend. v48  Soleiðis skal skemdin verða oydd úr landinum, og øllum konum skal tað vera til ávaringar, so at tær ikki gera eftir skemdum tykkara. v49  Teir skulu lata skemdir tykkara koma oman yvir tykkum, og tit skulu bøta fyri tær syndir, ið tit hava framt við hjágudum tykkara, so at tit viðurkenna, at eg eri Harrin, drottin.