v1 Í níggjunda ári, á tíggjunda degi hins tíggjunda mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi: v2 Mansbarn, skriva tær upp navnið á hesum degi, á degnum í dag, tí at á hesum degi hevur Bábelkongur herjað á Jerúsalem. v3 Tala í líkingarmáli við hitt tvørlynda ættarkynið og sig: So sigur Harrin, drottin: Set pottin útá, set hann útá og lat vatn í hann; v4 legg í hann kjøtstykki, alskyns frálík kjøtstykki, tjógv og bøgir; fyll hann við mergjaðum beinum! v5 Tak teir bestu seyðirnar og legg brennivið undir pottin; kynd undir kjøtstykkjunum, so at eisini beinknúturnar vera sodnar.
v6 Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Vei hini blóðseku borg, hinum rustaða potti, sum rusturin ikki gongur av; hvørt stykkið eftir annað verður tikið burtur úr honum; lutur verður ikki kastaður um tey. v7 Tí at blóðið, sum hon hevur úthelt, er enn í henni; á beran klett læt hon tað renna og helti tað ikki út á jørðina, so at tað kundi verða hult við mold. v8 Til tess at elva vreiði og fáa hevnd læt eg blóðið, sum hon úthelti, renna á beran klettin, so at tað ikki kundi verða hult.
v9 Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Vei hini blóðseku borg! Nú skal eg gera altarkulluna djúpa. v10 Rúgvið saman við og kyndið eld; koyrið kjøtið í og hellið soðið av, so at beinini mega brenna. v11 Setið síðan tóman pottin út á gløðurnar, so at hann verður so brennandi heitur, at hann gløðir, og óreinskan og rusturin bráðna burtur av honum og hvørva. v12 Men hóast alt stríð og strev, vildi tann nógvi rustur tó ikki fara av honum í eldinum. v13 Av tí at tú ert órein av leysalevnaði og ikki hevur hildið óreinskuni burtur frá tær, tó at eg gjørdi teg reina, tí skalt tú ongantíð aftur verða rein, fyrr enn eg havi svalað vreiði mína á tær. v14 Eg, Harrin, havi talað; tað kemur; eg útinni tað og lati tað ikki gretta; uttan medeymkan og uttan iðran skal eg døma teg eftir atferð tíni og eftir gerðum tínum, sigur Harrin, drottin.
v15 Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v16 Mansbarn, sí, eg taki dýrgrip eygna tína frá tær við bráðum deyða, men tú skalt ikki syrgja og ikki gráta; tár mega ikki koma tær á kinn; v17 men stynja ljódliga og halt ikki deyðakvartan; far undir vavhúgvu og skøð teg; tú skalt ikki hylja skegg títt og ikki eta sorgarbreyð. v18 Tala síðan til fólkið um morgunin! Tá doyði kona mín um kvøldið, og morgunin eftir gjørdi eg eins og mær hevði verið boðið. v19 Tá segði fólkið við meg: Vilt tú ikki siga okkum, hvat ið hetta, sum tú hevst at, hevur at týða fyri okkum? v20 Eg svaraði teimum: Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v21 Sig við Ísraels hús: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg man vanhalga halgidóm mín, tykkara stórlætnu háborg, dýrgrip eygna tykkara og tráan sála tykkara; synir tykkara og døtur, ið tit lótu vera eftir, skulu falla fyri svørði. v22 Tá munnu tit gera, eins og eg havi gjørt: Tit skulu ikki hylja skegg tykkara og ikki eta sorgarbreyð. v23 Vavhúgvur tykkara skulu verða verandi á høvdinum og skógvarnir á fótunum; tit skulu ikki syrgja og ikki gráta, men fána burtur í misgerðum tykkara og stynja hvør við øðrum. v24 Ezekiel skal verða tykkum tekin; tá ið tað hendir, skulu tit gera alt tað, sum hann ger; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, drottin.
v25 Og tú, mansbarn! Á tí degi, tá ið eg taki frá teimum varnarvirki teirra og dýrdargleði teirra, dýrgrip eygna teirra og tráan sála teirra, synir teirra og døtur, v26 tá skal flóttamaður koma til tín og bera tær tíðindi; v27 á tí degi skal muður tín verða upplatin, tá ið flóttamaðurin kemur; og tú skalt tala og ikki longur vera dumbur; tú skalt vera teimum tekin, og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.