Spádómar um fremmandar tjóðir (25.-32. kap.): Ammonitar

v1  Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2  Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Ammonitum og profetera móti teimum v3  og sig við teir: Hoyrið orð Harrans, drottins: So sigur Harrin, drottin: Av tí at tú læði háðandi yvir, at halgidómur mín varð vanhalgaður og Ísraels land lagt oyði, og yvir, at Júdahús mátti fara í útlegd, v4  tessvegna vil eg geva teg eystanmonnum til ognar; teir skulu reisa tjaldbúðir sínar og taka upp bústað sín í tær; og teir skulu eta ávøkst tín og drekka mjólk tína. v5  Eg geri Rabba til beitilendi fyri kamelar og Ammons borgir til seyðaból, so at tit viðurkenna, at eg eri Harrin. v6  Tí at so sigur Harrin, drottin: Av tí at tú slóst hondum saman og trampaði við fótunum og fegnaðist av meinfúsum huga um Ísraels land, v7  sí, tí vil eg rætta út hond mína móti tær og geva heidningunum teg sum herfong; eg striki teg út úr tali tjóðanna, týni teg úr tali landanna og avoyði teg; og tú skalt viðurkenna, at eg eri Harrin.

Móabitar

v8  So sigur Harrin, drottin: Av tí at Móab sigur: Sí, Júda hús er eins og allar aðrar tjóðir! v9  tessvegna opni eg Móabs fjallareyn, so at borgirnar um alt land teirra verða oyddar, prýði landsins, Bet-Jesjimot, Báal-Meon og Kirjatáim. v10  Eystanmonnunum gevi eg tað til ognar, til tess at tað ikki meira skal verða havt í huga millum tjóðanna. v11  Eg felli dóm yvir Edóm, og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.

Edómitar

v12  So sigur Harrin, drottin: Av tí at Edóm av miklum hevndarhugi gjørdi seg inn á Júdahús og elvdi sær syndasekt við at hevna seg inn á teir, v13  tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Eg rætti út hond mína móti Edóm og týni har bæði fólk og fenað; eg geri landið til oyðimørk; frá Teman og alt at Dedan skulu teir falla fyri svørði. v14  Eg lati fólk mítt, Ísrael, útinna hevnd mína inn á Edóm; og teir skulu fara við Edóm samsvarandi grimd og vreiði míni; Edóm skal fáa hevnd mína at kenna, sigur Harrin drottin.

Filistar

v15  So sigur Harrin, drottin: Av tí at Filistar herjaðu við miklum hevndarhugi og vanmetan í hjarta til tess at týna við ævigum fíggindskapi, v16  tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg rætti út hond mína móti Filistum og avoyði Kretarnar og beini fyri teimum, ið eftir eru við sævarstrondina. v17  Herviliga skal eg hevna meg inn á teir og revsa teir í vreiði; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg lati teir fáa hevnd mína at kenna.