Spádómur um Týrus

v1  Í ellivta ári, á fyrsta degi mánaðarins kom orð Harrans til mín soljóðandi: v2  Mansbarn! Av tí at Týrus háðandi sigur um Jerúsalem: Brotnar eru hurðar tjóðanna; tær standa mær opnar; áður var hon rík, men nú er hon toftir! v3  Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg komi yvir teg, Týrus, og lati mangar tjóðir herja á teg, eins og tá ið havið letur aldur sínar bróta. v4  Tær skulu bróta borgargarðar Týrusar og smildra torn hennara; eg skal sjálvur skumpa alla mold burtur og gera hana til naknan klett. v5  Turkistaður fyri nótir skal hon verða har úti í havinum; tí at eg havi talað, sigur Harrin, drottin; og hon skal verða tjóðunum herfongur. v6  Døtur hennara inni á landi skulu verða dripnar við svørði; tær skulu sanna, at eg eri Harrin.

v7  Tí at so sigur Harrin, drottin: Sí, eg leiði úr norðuri Nebukadnezar Bábelkong, konganna kong, ímóti Týrus við hestum og vagnum og reiðmonnum og við mannfjøld margra tjóða. v8  Døtur tínar inni á landi skal hann drepa við svørði; hann skal byggja vígtorn ímóti tær, laða upp hervirki og reisa upp tak av skildrum ímóti tær. v9  Við múrbrótara skal hann ráðast á borgargarðar tínar og bróta niður torn tíni við jarntólum sínum. v10  Hestar hans skulu yðja, so at dustið frá teimum fjalir teg; og fyri duninum av reiðmonnum og hjólum vagnanna skulu borgargarðar tínir skelva, tá ið hann fer inn um borgarlið tíni eins og inn í borg, ið verður hertikin. v11  Við hónum á hestum sínum grópar hann allar gøtur tínar upp; fólk títt skal hann drepa við svørði og jarðleggja tínar stoltu súlur. v12  Teir skulu ræna eyð tín, taka vørur tínar sum herfong, bróta niður borgargarðar tínar og sorla tíni dýrmætu hús og varpa steinum, viði og leiri á sjógvin. v13  Eg geri enda á tínum hámiklu songum! Ljóðið frá hørpum tínum skal ikki hoyrast meira. v14  Eg skal gera teg til naknan klett; tú skalt verða turkistaður fyri nótir; ongantíð skalt tú verða bygd uppaftur; tí at eg, Harrin, havi talað, sigur Harrin, drottin.

v15  So sigur Harrin, drottin, um Týrus: Vissuliga munnu oyggjarnar skelva, tá ið tú við miklum duni rapar, og teir vignu stynja, meðan svørðið herjar í miðjum tær; v16  allir høvdingarnir við havið stíga niður úr hásætum sínum og leggja av sær skikkjur sínar, fara úr glitklæðum sínum og lata seg í sorgarbúna; teir sita á jørðini nøtrandi sáran og øtast yvir teg. v17  Teir hevja harmljóð um teg og mæla til tín: Hvussu ert tú avoydd, horvin av havinum, tú tignaða borg, ið vart so sterk á havinum, tú og íbúgvar tínir, ið loyptu ræðslu á øll, sum har hølaðust! v18  Nú munnu oyggjarnar fara at skelva, tá ið tú rapar, oyggjatjóðirnar í havinum øtast yvir endalykt tína.

v19  Tí at so sigur Harrin, drottin: Tá ið eg geri teg til borg í toftum eins og borgir, ið óbygdar eru, tá ið eg lati undirdjúpið streyma yvir teg, so at hini miklu vøtnini hylja teg, v20  tá rindi eg teg oman til teirra, sum niður í grøvina eru farnir, til manna fyrndartíðarinnar og lati teg liggja í undirheiminum sum fyrndargamlar toftir millum teirra, sum niður í grøvina eru farnir, til tess at tú ikki aftur verður bygd og ikki rísur aftur í landi livandi manna. v21  Brádliga og med alla lati eg teg farast, og verður leitað eftir tær, skalt tú um aldur og ævir ikki verða funnin, sigur Harrin, drottin.