v1 Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2 Tú mansbarn, hevja harmljóð um Týrus v3 og sig við Týrus, ið liggur við havsins inngongd og rekur keypskap við tjóðirnar á teim mongu oyggjalondum: So sigur Harrin, drottin: Týrus, tú hugsaði: Fagurleiki mín er fullkomin! v4 Teir bygdu teg úti í havinum, gjørdu teg frábera fagra. v5 Úr siprisviði úr Senir gjørdu teir øll tíni borð, og úr Libanon tóku teir sedrisvið og gjørdu úr honum mastur tína. v6 Úr Básjans hægstu eikjum gjørdu teir árar tínar, tiljurnar smíðaðu teir av furuviði frá Kitteanna strondum. v7 Segl tíni vóru av marglittum egyptiskum líni, av bláum og reyðum purpuri frá Elisja strondum var tak títt. v8 Men úr Zidon og Arvad vóru røðarar tínir; hinir skynsamastu úr Záreptu, teir vóru stýrimenn tínir. v9 Gebals elstu og hagleiksmenninar har hevði tú til at bøta lekar tínar.
Øll skip á havinum og farmenn teirra komu til tín at keypa varning. v10 Menn úr Páras, Lud og Put vóru hermenn í heri tínum; teir hongdu skildir og hjálmar upp hjá tær og veittu tær tign. v11 Hermenn úr Arvad stóðu á borgargørðum tínum alt íkring og Gammaditar í tornum tínum; teir hongdu skildir sínar upp á borgargarðar tínar alt íkring og gjørdu teg frábera fagra. v12 Tarsis rak keypskap við teg, av tí at tú átti miklan eyð; silvur, jarn, tin og blýggj góvu teir tær fyri varning tín. v13 Jávan, Túbal og Mesjek róku keypskap við teg; teir fluttu trælir og koparvørur á sølutorg tíni. v14 Tógarmamenn góvu tær klyvjaross og reiðhestar og múldýr aftur fyri vørur tínar.
v15 Ródosbúgvar handlaðu við teg, mangir oyggjaskeggjar vóru keypineytar tínir; fílabein og íbenvið greiddu teir tær í skatt. v16 Edóm handlaði við teg, av tí at tú átti mangar ídnaðarvørur; karfunkulreytt purpur, marglitt vovin pløgg, lín, kórallar og jaspis lótu teir fyri vørur tínar. v17 Júda og Ísraels land róku keypskap við teg; hveiti úr Minnit, bakkulsi og hunang, olju og balsam góvu teir í býti. v18 Dámaskus handlaði við teg, av tí at tú hevði nøgdir av alskyns ídnaðarvørum; teir komu við víni úr Helbon og ull úr Záhar. v19 Vedan og Jávan góvu gripir úr Uzzali fyri vørur tínar. Smíðað jarn, kassia og kalmus fekst tú í býti. v20 Dedan handlaði við teg við saðlaklæðum til at ríða á. v21 Árábar og allir Kedars høvdingar róku keypskap við teg; teir seldu tær lomb, veðrar og havrar. v22 Keypmenn úr Sába og Ráma handlaðu við teg; hin dýrmætasta balsam og alskyns gimsteinar og gull lótu teir fyri vørur tínar. v23 Káran, Kanne og Eden, Assursmenn og allir Medar róku keypskap við teg. v24 Teir handlaðu við teg við skartklæðum og marglitt vovnum purpurmøtlum, litaðum ábreiðum og fastløgdum reipum á sølutorgi tínum. v25 Tarsisknørrir fluttu vørur tínar; og soleiðis varðst tú fullfermd og søkklaðin úti í miðjum havi.
v26 Røðarar tínir fingu teg út í rúman sjógv. Tá kom eystanvindurin og breyt teg sundur í miðjum havi. v27 Eyður tín og vørur tínar, vinningur tín, manning og stýrimenn tínir, teir, ið bøta lekar tínar, og teir, ið handla við teg, alt herfólk títt og allar mannfjøldirnar, ið eru umborð á tær, søkka niður í havið á tí degi, tá ið tú gongur burtur. v28 Stýrimenn tínir skulu stynja, so at markirnar skelva. v29 Tá munnu allir, ið sita við árarnar, fara av skipum sínum, farmenn og allir stýrimenn fara á land. v30 Teir skulu hevja rødd sína yvir teg og kvarta sáran, oysa mold yvir høvur sítt og velta sær í dustinum, v31 raka seg berskøllutar tín vegna og lata seg í sekk, gráta yvir teg av tungum móði við sárari kvartan, v32 eymkandi hevja harmljóð um teg og siga: Hvør var sum Týrus, ið nú liggur tigandi úti í havinum! v33 Tá ið vørur tínar komu inn av havinum, mettaði tú mangar tjóðir; við tínum mikla eyði og varningi gjørdi tú jarðarinnar kongar ríkar. v34 Men nú liggur tú brotin á havinum, í teimum djúpu vøtnum; allar vørur og mannfjøldir tínar fóru við tær. v35 Allir oyggjaskeggjar øtaðust yvir teg, kongar teirra ønskraðust og bliknaðu. v36 Keypmenn teirra bríksla háðandi eftir tær; tú ert til at øtast yvir, farin med alla.