Spádómur um kongin av Týrus

v1  Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2  Mansbarn, sig við drotnara Týrusar: So sigur Harrin, drottin: Av tí at tú vart hástórur í hjarta tínum og hugsaði: Eg eri gudur, eg siti á gudasæti úti í miðjum havi! tó at tú ert maður og eingin gudur, men lítur at tær sjálvum eins og at einum gudi! v3  Jú, tú ert vísari enn Dánjal; eingir vísmenn eru tær javnlíkir; v4  við skynsemi og hyggindum tínum vanst tú tær ognir og savnaði gull og silvur í fæhirðslur tínar. v5  Við tínum mikla keypmanskunnleika økti tú um eyð tín, so at tú av honum varðst hástórur í hjarta tínum. v6  Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí at tú leitst at sjálvum tær eins og at einum gudi, v7  sí, tessvegna lati eg fremmandar ráðast á teg, hinar grimmastu tjóðir; teir skulu bregða brondum sínum móti snildarskreyti tínum og vanhalga tín fagurleika. v8  Niður í grøvina munnu teir rinda teg; tú skalt fáa sama deyða sum teir, ið dripnir verða úti á havinum. v9  Men tá ið tú soleiðis stendur framman fyri banamonnum tínum, manst tú tá fara at siga: Eg eri gudur! tó at tú í hondum teirra, sum drepa teg, ert maður og eingin gudur? v10  Deyða hinna óumskornu skalt tú doyggja fyri hond útlendinga, so satt sum eg havi talað, sigur Harrin, drottin. v11  Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: v12  Mansbarn, hevja harmljóð um kongin av Týrus og sig við hann: So sigur Harrin, drottin: Tú vart vitskunnar innsigli, fullur av speki og alfagur. v13  Tú vart í Eden, aldingarði Guðs; við alskyns dýrum steinum vart tú avtaktur: karneol, tópas, jaspis, krýsolit, sjóham, ónýks, saffir, karfunkul og smáragd, og alt hetta lagt í umgjarðir av gulli. Á tí degi, tá ið tú varðst skapaður, varð tað tilbúgvið. v14  Tú vart salvaður verndarkerúbur; tú vart á hinum heilaga Guðsfjallinum, gekst Guðssonanna millum; v15  lýtaleys var atferð tín frá tí degi, tú varðst skapaður, og til misbrot varð funnið hjá tær. v16  Men fyri tín mikla keypmansskap fylti tú teg við valdsgerðum og syndaði; tá vanhalgaði eg teg og rak teg burtur av Guðsfjallinum og beindi fyri tær, tú verndarkerúbur, so at tú ikki meira vart Guðssonanna millum. v17  Hjarta títt varð hástórt av fagurleika tínum; tú oyddi vísdóm tín vegna fagurleika tín. Eg tveitti teg á jørðina, niður fyri kongar, at teir skuldu gleða seg av at hyggja at tær. v18  Við tínum mongu misgerðum og órættiliga keypmansskapi vanhalgaði tú halgidómar tínar; tá læt eg eld bróta út úr miðjum tær; og eg gjørdi teg til dust á jørðini fyri eygunum á øllum teimum, ið sóu teg. v19  Allir teir millum tjóðanna, sum kendu teg, øtaðust yvir teg; øgilig varð tín endalykt; med alla ert tú farin.

Spádómur móti Zidon

v20  Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn! v21  Snúgv andliti tínum móti Zidon og profetera móti henni v22  og sig: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg skal koma fram á teg, Zidon, og skal dýrmeta meg í miðjum tær, og tú skalt viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg lati dóm ganga yvir teg og sýni heilagleika mín á tær. v23  Eg lati drepsótt koma yvir teg og blóð flóta í gøtunum; vignir skulu níga í miðjum tær fyri svørði, sum úr øllum ættum verður bregðið móti tær, til tess at tú viðurkennir, at eg eri Harrin. v24  Fyri Ísraels hús skal ikki meira vera nakar tornur til at særa og nakar tistil til at stinga millum allar teir, sum kring teir búgva, og sum einkisvirða teir; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, drottin.

Ísrael skal verða savnaður aftur og endurreistur

v25  So sigur Harrin, drottin: Tá ið eg savni Ísraels hús saman úr tjóðunum, har ið teir vóru spjaddir um, tá sýni eg heilagleika mín á teimum fyri eygsjón tjóðanna; og teir skulu búgva í landi sínum, ið eg gav tænara mínum Jákupi. v26  Og teir skulu búgva ekkaleysir í tí, byggja hús og leggja inn víngarðar, ja, búgva ekkaleysir, meðan eg lati ganga dóm yvir allar grannar teirra, sum einkisvirða teir, til tess at teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, Guð teirra.