v1 Hann segði við meg: Mansbarn, far á føtur, at eg má tala við teg! v2 Og sum hann talaði við meg, kom andin í meg og fekk meg upp á føtur; og eg hoyrdi hann tala við meg. v3 Hann segði við meg: Mansbarn, eg sendi teg til Ísraelsmenn, hinar tvørlyndu, sum hava verið tvørlyndir móti mær; bæði teir og fedrar teirra hava slitið trúnað við meg alt fram at hesum degi. v4 Treiskir eru synir teirra í andlitsskapi og harðir í hjarta; men eg sendi teg til teirra, og tú skalt siga við teir: So sigur Harrin, drottin! v5 Og hvørt teir lýða, ella teir geva tí ikki geyma tí at teir eru tvørlynt ættarkyn so skulu teir vita, at profetur er teirra millum. v6 Men tú, mansbarn, skalt ikki ræðast teir og ikki óttast fyri orðum teirra; tó at notur og tistlar eru kring teg, og tú situr á sporðdrekum, skalt tú tó ikki óttast fyri orðum teirra ella skelva fyri andliti teirra; tí at teir eru tvørlynt ættarkyn. v7 Men tú skalt tala orð míni til teirra, hvørt teir lýða á teg, ella teir geva teimum ikki geyma; tí at teir eru tvørlynt ættarkyn. v8 Men tú, mansbarn, hoyr tú tað, sum eg vil siga tær! Ver tú ikki tvørlyndur eins og hetta tvørlynda ættarkynið! Lat upp munn tín og et tað, sum eg fái tær!
v9 Og tá ið eg hugdi upp, sá eg hond rætta út móti mær, og í henni var bókrulla. v10 Hann rakti hana upp fyri mær, og hon var ritað báðumegin, og har stóðu harmljóð, stynjanir og veiróp at lesa.