v1 Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2 Mansbarn, profetera móti hirðum Ísraels og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Vei hirðum Ísraels, ið røkta seg sjálvar! Er tað ikki seyðirnar, ið hirðarnir eiga at røkta? v3 Mjólkina drukku tit og klæddu tykkum av ullini og slátraðu hini gøddu dýrini, men røktaðu ikki seyðin. v4 Tit magnaðu ikki hini veiku og grøddu ikki tey sjúku; tað løstaða bundu tit ikki um, tað burturvilsta fingu tit ikki aftur á leið, og tí farna leitaðu tit ikki eftir; tit valdaðu teimum við harðskapi og grimd. v5 Av tí at eingin var hirðin, spjaddust teir og vórðu øllum markarinnar djórum til føðslu; soleiðis spjaddust teir um. v6 Seyðir mínir reikaðu um øll fjøll og allar høgar hæddir, um alt landið spjaddust seyðir mínir; men eingin skoytti teimum, og eingin leitaði eftir teimum. v7 Hoyrið tí orð Harrans, tit hirðar! v8 So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin: Aftur fyri at seyðir mínir vórðu at herfongi, og fyri at seyðir mínir vórðu øllum markarinnar djórum til føðslu, við tað at eingin var hirðin, og fyri at hirðarnir einki skoyttu seyðunum, men røktaðu seg sjálvar og ikki seyðirnar v9 hoyrið tessvegna orð Harrans, tit hirðar: v10 So sigur Harrin, drottin: Sí, eg komi yvir hirðarnar og krevji seyðir mínar av hondum teirra; eg koyri teir frá sum hirðar, og teir skulu ikki longur røkta seg sjálvar, men eg skal bjarga seyðum mínum úr gapi teirra, so at teir ikki meira verða teimum til føðslu!
v11 Tí at so sigur Harrin, drottin: Sí, eg vil sjálvur sóknast eftir seyði mínum og goyma at honum. v12 Eins og hirðin goymir at fylgi sínum á illveðursdegnum, soleiðis vil eg goyma at seyðum mínum og heimta teir aftur av øllum teimum støðum, ið teir spjaddust um á degi skýsortans og niðamyrkursins. v13 Eg skal føra teir út frá tjóðunum og savna teir úr londunum og leiða teir inn í land teirra; eg skal røkta teir á Ísraels fjøllum, í dølunum og á øllum bygdum bólum í landinum. v14 Á góðum grasfløtum goymi eg at teimum, á Ísraels háfjøllum skal beitilendi teirra vera; á góðum haglendi skulu teir bólast og ganga á biti á feitum grasfløtum á Ísraels fjøllum. v15 Eg vil sjálvur halda seyði mínum til haga og sjálvur lata teir leggja seg á ból, sigur Harrin, drottin; v16 hinum farna vil eg leita eftir og fáa tað burturvilsta aftur á leið, binda um hitt løstaða og magna hini veiku; eisini hinum feita og sterka skal eg goyma at; eg vil røkta teir rættvísiliga.
v17 Og tit, seyðir mínir! So sigur Harrin, drottin: Sí, eg dømi seyðanna millum og millum veðra og havra. v18 Eru tit ikki nøgdir við at ganga í hinum besta beitilendi, at tit við fótum tykkara eisini kleyva niður tað, sum eftir er av beitilendi tykkara? Og eru tit ikki nøgdir við at drekka tað skæra vatnið, at tit eisini grugga við fótum tykkara tað, sum eftir er? v19 Soleiðis verða seyðir mínir at bíta tað, sum føtur tykkara hava kleyvað niður, og drekka tað, sum tit hava gruggað við fótum tykkara. v20 Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg komi og dømi millum hinar feitu og hinar soltnu seyðirnar! v21 Av tí at tit við liðini og økslum fírdu undir hini veiku djórini og stangaðu tey við hornum tykkara, til tit fingu rikið tey burtur, v22 tí skal eg nú koma seyðum mínum til hjálpar, so at teir ongantíð aftur verða rændir, og eg skal døma seyðanna millum.
v23 Eg skal skipa einans hirða yvir teir, tænara mín, Dávid, ið skal goyma at teimum; hann skal goyma at teimum og verða hirði teirra. v24 Og eg, Harrin, skal vera Guð teirra, og tænari mín, Dávid, skal vera høvdingi millum teirra, so satt sum eg, Harrin, havi talað! v25 Eg geri friðarsáttmála við teir og oyði øll villdjór út úr landinum, so at teir mega búgva ekkaleysir í oyðimørkini og sova á skógunum. v26 Eg geri teir og landið kring um hædd mína at signing; í tøkum tíma sendi eg glopraregnið og lati skúrir mínar koma við signing. v27 Trøini á markini skulu geva ávøkst sín og jørðin gróður sín; og teir skulu búgva ekkaleysir á jørð síni og viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg bróti okstengur teirra og bjargi teir út úr hondum teirra, ið trælkað teir hava. v28 Teir skulu ikki aftur verða tjóðunum til herfong og ikki verða sundurskræddir av villdjórum landsins; ekkaleysir skulu teir búgva, og eingin skal ræða teir. v29 Eg lati teimum friðarvøkstur spretta upp, og eingin skal aftur farast av hungri í landinum; og teir skulu ikki meira bera háðan tjóðanna. v30 Teir skulu viðurkenna, at eg, Harrin, Guð teirra, eri við teimum, og at teir, Ísraels hús, eru fólk mítt, sigur Harrin, drottin. v31 Tit eru seyðir mínir, tit eru teir seyðir, sum eg røkti; og eg eri Guð tykkara, sigur Harrin, drottin.