Gog herjar á fólk Harrans í síðstu tíðum

v1  Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2  Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Gog í Mágog-landi, høvdinga yvir Rosj, Mesjek og Túbal, og profetera móti honum v3  og sig: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg ráðist á teg, Gog, høvdingi yvir Rosj, Mesjek og Túbal! v4  Eg skal snúgva tær á, seta onglar í kjálkar tínar og leiða teg út saman við øllum herliði tínum, hestum og reiðmonnum, ið allir eru skrýddir í skarlak, ovurmikil manngarður, allir við skildi og hjálmi og svørði í hendi. v5  Persar, Blámenn og Putmenn eru við teimum; allir við skildi og hjálmi. v6  Gómer og allir herflokkar hans, Tógarma, hin norðasta tjóðin – og allir herflokkar hennara; í ferðini við tær eru mangar tjóðir. v7  Búgv teg út og ver búgvin, tú og allar herfjøldir tínar, ið hava savnast um teg, og ver til reiðar at veita mær tænastu. v8  Eftir langa tíð skulu boð koma eftir tær; tá ið árini eru at enda, skalt tú ráðast á land, ið er sloppið undan svørði, á fólk, sum úr mongum tjóðum hevur verið savnað saman á Ísraels fjøllum, ið so leingi hava ligið í oyði, fólk, ið hevur verið flutt burtur úr tjóðunum og nú býr alt samalt ekkaleyst. v9  Tú skalt hevja teg eins og harðveður og koma sum óveðursskýggj til tess at hylja landið, tú og allir herflokkar tínir og hinar mongu tjóðir, ið við tær eru.

v10  So sigur Harrin, drottin: Á tí degi munnu illar hugsanir koma upp í hjarta tínum, og tú manst fara at verða vándur í ráðum v11  og siga: Eg vil fara ímóti landi við opnum bygdum og ráðast á friðsamar menn, ið búgva ekkaleysir, ið allir búgva uttan borgargarðar og hvørki hava lokur ella lið – v12  til tess at ræna og rupla og leggja hond á borgir, ið upp aftur eru bygdar, á fólk, sum er savnað saman úr tjóðunum og hevur vunnið sær ognir og eyð og nú býr á nalva jarðarinnar. v13  Keypmenn úr Sába og Dedan og alt sølufólkið úr Tarsis siga við teg: Kemur tú til tess at ræna og rupla, hevur tú drigið herfjøldir tínar saman til tess at ræna, at flyta burtur silvur og gull, vinna ognir og eyð og taka miklan herfong? v14  Profetera tí, mansbarn, og sig við Gog: So sigur Harrin, drottin: Ja, á tí degi, meðan fólk mítt Ísrael býr ekkaleyst, skalt tú halda avstað v15  og koma úr heimstaði tínum dygst í norðuri, tú og mangar tjóðir við tær, allir á hestbaki, mikil manngarður, fjølmentur herur; v16  eins og stormskýggj skalt tú koma yvir fólk mítt Ísrael og hylja landið; á hinum síðstu døgum skal eg leiða teg móti landi mínum, til tess at tjóðirnar skulu kenna meg, tá ið eg fyri eygum teirra sýni heilagleika mín á tær, Gog. v17  So sigur Harrin, drottin: Ert tú tann, sum eg í forðum talaði um við tænarum mínum, Ísraels profetum, ið profeteraðu á teimum døgum, at eg skuldi lata teg ráðast á teir?

Fall Gogs

v18  Men á tí degi, tá ið Gog fer ímóti Ísraels landi, sigur Harrin, drottin, tá gevi eg vreiði míni opnar ræsur.

v19  Í vandlæti mínum og brennandi bræði míni sigi eg: Vissuliga, á tí degi skal mikil landskjálvti verða um Ísraels land. v20  Tá skulu fiskar havsins og fuglar himinsins, djór markarinnar og alt skriðkykt, ið skríður á jørðini, og allir menn, sum á jørðini búgva, skelva fyri mær; fjøllini skulu kollveltast, hamrarnir rapa oman og hvør borgargarður til jarðar falla. v21  Allar ræðslur loypi eg á hann, sigur Harrin, drottin, so at teir bregða svørðunum hvør móti øðrum. v22  Og eg skal fella dóm yvir hann við drepsótt og blóðsúthelling, við dynjandi regni og grótheglingi; eld og brennistein lati eg regna oman yvir hann og herflokkar hans og allar tær tjóðir, ið við honum eru. v23  Mikil og heilagur skal eg birtast og gera meg kunnan fyri eygsjón margra tjóða; og tær skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.