Framhald: Fall Gogs

v1  Og tú, mansbarn, profetera tú móti Gog og sig: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg skal koma fram á teg, Gog, høvdingi yvir Rosj, Mesjek og Túbal! v2  Eg snúgvi tær við og fari við tær, lati teg koma dygst úr norðuri og leiði teg niðan á Ísraels fjøll. v3  Tá slái eg bogan úr vinstru hond tíni, og úr tíni høgru skulu ørvar tínar detta. v4  Á Ísraels fjøllum skalt tú falla, tú og allir herflokkar tínir og tær tjóðir, ið við tær eru; alskyns ránsfuglum og djórum markarinnar gevi eg teg til føðslu. v5  Úti á víðavangi skalt tú falla, so satt sum eg havi talað, sigur Harrin, drottin. v6  Og eg sendi eld yvir Mágog og hinar ekkaleysu oyggjaskeggjar; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. v7  Eg geri heilaga navn mítt kunnugt í fólki mínum Ísrael og lati ikki aftur mítt heilaga navn verða vanhalgað; og tjóðirnar skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, heilagur í Ísrael. v8  Ja, tað kemur fram og fer at henda, sigur Harrin, drottin; tað er dagurin, ið eg havi talað um. v9  Tá skulu íbúgvarnir í Ísraels borgum fara út og kynda eld, og teir skulu kyka við herklæðum, við smáum og stórum skildum, við bogum og ørvum, lurkum og lansum; í sjey ár skulu teir elda við hesum. v10  Og teir skulu ikki bera við heim úr bønum ella høgga hann í skóginum, men kynda eld við herklæðum; teir skulu taka herfong frá teimum, ið fæoyddu teir, og ræna teir, ið rændu teir, sigur Harrin, drottin. v11  Á tí degi lati eg Gog fáa leggstað í Ísrael, Vallaranna dal fyri eystan havið; tað skal steingja vegin fyri vallarum; har skulu teir jarða Gog og alla hansara hámiklu múgvu og nevna staðin: Dalur hinnar hámiklu múgvu Gogs. v12  Og Ísraels hús skal vera sjey mánaðir um at jarða teir til tess at reinsa landið. v13  Alt fólkið í landinum skal vera við til at jarða teir; og tað skal verða teimum til frægdar á tí degi, tá ið eg geri meg dýrmætan, sigur Harrin, drottin. v14  Menn skulu verða skipaðir í tað støðuga starv at fara um landið og leita upp teir, ið liggja eftir oman á jørðini úti um landið, til tess at reinsa tað; tá ið sjey mánaðir eru lidnir, skulu teir fara undir at leita. v15  Og tá ið teir fara um landið, og einhvør teirra ber eyga við mannabein, tá skal hann reisa varða hjá teimum, til tess at gravararnir skulu jarða tey í dali hinnar hámiklu múgvu Gogs. v16  Har skulu teir jarða alla hina hámiklu múgvu, og soleiðis skal landið verða reinsað! v17  Og tú, mansbarn! So sigur Harrin, drottin: Sig við allar floygdar fuglar og øll djór markarinnar: Savnist saman og komið; tyrpist saman úr øllum ættum í offurveitslu mína, sum eg haldi fyri tykkum, mikla offurveitslu á Ísraels fjøllum, har sum tit skulu eta kjøt og drekka blóð. v18  Kjøt av hetjum skulu tit eta og drekka blóð av jarðarinnar høvdingum: Veðrar, lomb, havrar og tarvar, alt samalt gøtt í Básjan. v19  Og tit skulu eta tykkum mettar av feitum kjøti og drekka tykkum druknar av blóði í offurveitslu míni, sum eg haldi fyri tykkum. v20  Tit skulu metta tykkum við borð mítt av reiðhestum og vagnhestum, av hetjum og alskyns hermonnum, sigur Harrin, drottin.

Bjarging Ísraels

v21  Eg sýni dýrd mína tjóðanna millum, og allar tjóðir skulu síggja revsidóm mín, sum eg útinni, og hond mína, sum eg leggi á teir. v22  Men Ísraels hús skal viðurkenna, at eg, Harrin, eri Guð teirra frá tí degi og framvegis. v23  Og tjóðirnar skulu sanna, at Ísraels hús mátti fara í útlegd vegna misgerðir sínar, fyri at teir slitu trúnað við meg, so at eg fjaldi andlit mítt fyri teimum og gav teir upp í hendur fígginda teirra; tí fullu teir allir fyri svørði. v24  Eg fór við teimum sambært óreinsku og trúloysi teirra og fjaldi andlit mítt fyri teimum. v25  Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Nú vil eg venda lagnu Jákups og várkunna øllum Ísraels húsi og vera vandlátur um mítt heilaga navn. v26  Og teir skulu gloyma vanvirðing sína og alt tað trúloysi, sum teir hava framt ímóti mær, tá ið teir aftur búgva ekkaleysir í landi sínum, og eingin ger teimum ónáðir, v27  tá ið eg leiði teir heim aftur úr tjóðunum og savni teir saman úr londum fígginda teirra og sýni heilagleika mín á teimum fyri eygsjón margra tjóða. v28  Og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, Guð teirra, tá ið eg eftir at hava herleitt teir út til tjóðanna, nú savni teir inn aftur á teirra egna land uttan at lata nakran teirra verða eftir v29  og ikki meira fjali andlit mítt fyri teimum; tí at eg havi úthelt anda mín yvir alt Ísraels hús, sigur Harrin, drottin.