Framhald

v1  Síðan segði hann við meg: Mansbarn, gloyp hesum her, gloyp hesum her, gloyp hesi bókrulluni og far og tala til Ísraelsmanna! v2  Tá læt eg upp munn mín, og hann læt meg gloypa bókrulluni v3  og segði við meg: Mansbarn, lat kvið tín gloypa henni, fyll indur tíni við hesi bókrulluni, sum eg fái tær! Tá gloypti eg henni, og hon var søt eins og hunangur í munni mínum.

Profeturin sendur til hitt tvørlynda Ísrael

v4  Tá segði hann við meg: Mansbarn, far nú til Ísraelsmanna og tala orð míni til teirra! v5  Tí at tú verður ikki sendur til fólks við ótýðiligari talu og torskildum tungumáli; men til Ísraelsmanna; v6  ikki til margra tjóða við ótýðiligari talu og torskildum tungumáli, sum tú ikki skilir – um eg sendi teg til teirra, høvdu teir lurtað eftir tær. v7  Men Ísraelsmenn munnu ikki vilja lýða á teg, tí at teir vilja ikki lýða á meg; tí at allir Ísraelsmenn hava hørð enni og treisk hjørtu. v8  Sí, eg geri andlit títt hart eins og andlit teirra og enni títt hart eins og enni teirra. v9  Eg geri enni títt sum diamant og harðari enn tinnustein; tú skalt ikki óttast teir og ikki skelva fyri andliti teirra, tí at teir eru tvørlynt ættarkyn. v10  Uppaftur segði hann við meg: Mansbarn, opna hjarta títt og lat upp oyru tíni fyri øllum hesum orðum, sum eg tali til tín; v11  og far til hinar herleiddu, til landar tínar og tala til teirra og sig við teir: So sigur Harrin, drottin! – hvørt teir lýða á ella ikki.

Profeturin verður leiddur av andanum til Kebar

v12  Tá hevjaði andin meg upp, og eg hoyrdi fyri aftan meg dun av miklum landskjálvta, tá ið dýrd Harrans hevjaðist upp frá staði sínum, v13  og somuleiðis ymjan av veingjum veranna, sum nurtu hvør við annan og samstundis ljóðið av hjólunum og dunið av landskjálvtanum. v14  Og andin hevjaði meg upp og tók meg burtur, og eg fór avstað ilskur og grammur í huga, við tað at hond Harrans lá tung á mær. v15  Síðan kom eg til hinar herleiddu í Tel-Ábib við Kebaránna, har teir búðu; og har varð eg sitandi hamskiftur í sjey dagar ímillum teirra.

Vøkumansstarv profetsins

v16  Men tá ið sjey dagar vóru umlidnir, kom orð Harrans til mín soljóðandi: v17  Mansbarn, eg seti teg sum varðmann yvir Ísraelsmonnum; hoyrir tú orð av mínum munni, skalt tú vara teir við í mínum navni. v18  Tá ið eg sigi við hin gudleysa, at hann skal doyggja, og tú ikki varar hann við og ikki biður hann víkja frá sínum vánda vegi til tess at bjarga lívi sínum, tá skal hin gudleysi fullvæl doyggja fyri misgerð sína, men blóð hansara vil eg krevja av tíni hond. v19  Men varar tú hin gudleysa við, og hann tó ikki víkur frá gudloysi sínum og vánda vegi, tá skal hann doyggja fyri misgerð sína, men tú hevur bjargað lívi tínum. v20  Og tá ið hin rættvísi víkur frá rættvísi síni og innir órætt, og eg leggi snávingarstein fyri hann, so at hann doyr, og tú hevur ikki varað hann við, tá doyr hann fullvæl fyri misgerð sína, og hansara rættvísu gerðir verða honum ikki tilroknaðar, men blóð hansara skal eg krevja av tíni hond. v21  Men hevur tú varað hin rættvísa við til ikki at synda, og hann ikki syndar, tá skal hann lívi halda, av tí at hann varð varaður við; og tú hevur bjargað lívi tínum.

Profeturin skal vera dumbur, til Harrin býður honum at tala

v22  Síðan kom hond Harrans yvir meg, og hann segði við meg: Far á føtur og gakk út í dalin; har vil eg tala við teg. v23  Tá fór eg upp og gekk út í dalin; og sí, har stóð dýrd Harrans, hin sama, sum eg hevði sæð við Kebaránna; og eg fell fram á ásjón mína. v24  Men andin kom í meg, og eg reisti meg upp á føtur; og hann talaði til mín og segði við meg: Far og loka teg inni í húsi tínum! v25  Og tú mansbarn, sí, teir skulu leggja bond á teg og fjøtra teg við teimum, so at tú ikki fært gingið út og inn teirra millum. v26  Eg man lata tungu tína loða við góman, so at tú verður dumbur og ikki fært verið revsari teirra; tí at teir eru tvørlynt ættarkyn! v27  Men tá ið eg tali til tín, skal eg lata upp munn tín; og tú skalt siga við teir: So sigur Harrin, drottin! Hvør, ið hoyra vil, hann hoyri; og hvør, ið ber seg undan, hann beri seg undan! Tí at hetta er tvørlynt ættarkyn.