v1 Á tjúgunda og fimta ári eftir at vit vóru herleiddir, í byrjan ársins á tíggjunda degi mánaðarins, fjúrtanda árið eftir at borgin var tikin, beint á tí degi kom hond Harrans yvir meg og leiddi meg v2 í gudasjónum til Ísraels lands og setti meg niður á mikið hátt fjall; á tí var yvir av mær eins og endurreist borg; v3 og tá ið hann leiddi meg hagar, sí, tá birtist maður, ið var á at líta, eins og hann var av kopari; hann helt á línbandi og málistong og stóð við liðið. v4 Og maðurin segði við meg: Mansbarn, lít at við eygum tínum og lýð á við oyrum tínum og legg tær væl í geyma alt, sum eg lati teg síggja; tí at til tess ert tú higar fluttur, at hetta skal verða tær sýnt. Kunnger tú Ísraels húsi alt, sum tú sært!
v5 Og sí, um templið var múrveggur alt íkring; og maðurin hevði málistong í hondini, seks alnir long, alinin var eina løgd longri enn vanlig alin; og hann máldi tjúktina á múrvegginum, og var hon eina málistong, og somuleiðis var hæddin eina málistong. v6 Síðan gekk hann niðan sjey trappustig inn í liðið, sum vendi eystur eftir; hann máldi duragáttina, og var hon eina málistong breið; v7 og hvørt liðarherbergið var eina málistong langt og eina málistong breitt, hvør veggstólpin millum liðarherbergini var fimm alnir, og duragáttin inni við forsalin, v8 sum var innanvert við liðið, var eina málistong. v9 Síðan máldi hann forsal liðsins, og var hann átta alnir, og veggstólparnir, ið gingu út úr honum, vóru tvær alnir; forsalurin var innanvert við liðið. v10 Og liðarherbergini í liðinum vóru hvørt yvir av øðrum, trý hvørjumegin; tey vóru øll trý javnstór; eisini veggstólparnir vóru javnstórir. v11 Síðan máldi hann duravídd liðsins, og var hon tíggju alnir; og vegurin niðan at durunum var trettan alnir breiður. v12 Framman fyri hvørt liðarherbergið vóru grindir, eina alin høgar; men hvørt liðarherbergið var seks alnir hvønn vegin. v13 Síðan máldi hann liðið eftir takinum á einum liðarherbergi yvir á takið á liðarherberginum hinumegin; og var tað tjúgu og fimm alnir breitt hurð yvir av hurð. v14 Síðan máldi hann forsalin; hann var tjúgu alnir; og forgarðurin gekk kring um forsal liðsins. v15 Uttast frá liðinum og innar at forsalinum innanvert við dyrnar vóru fimti alnir. v16 Báðumegin í liðinum vóru rimagluggar, ið víðkaðust inn eftir móti liðarherbergjunum og veggjastólpunum; somuleiðis hevði forsalurin alt íkring rimagluggar, ið víðkaðust inneftir; og á veggstólpunum vóru pálmar báðumegin.
v17 Nú leiddi hann meg inn í ytra forgarðin; og sí, har vóru skemmur, og ytst í forgarðinum alt íkring var steinsett tún, og á tí steinsetta túninum vóru tríati skemmur. v18 Tað steinsetta túnið gekk tætt at veggjum liðanna javnbreitt við longdina á liðunum; hetta var hitt niðara steinsetta túnið. v19 Og hann máldi breidd forgarðsins frá innaru framlið á niðara liði at ytru framlið á innara forgarði; og var hon hundrað alnir. v20 Síðan leiddi hann meg norðureftir og máldi longd og breidd á liðinum, sum var á ytra forgarði móti norðri; v21 í tí vóru trý liðarherbergi hvørjumegin; og veggstólpar og forsalur høvdu somu stødd, sum í hinum fyrra liðinum; tað var fimti alnir langt og tjúgu og fimm alnir breitt. v22 Og gluggar tess, forsalur og pálmar høvdu sama mát sum á liðinum, ið vendi eystureftir. Eftir sjey trappustigum var gingið niðan at tí, og forsalurin lá innantil. v23 Liðið á innara forgarði lá yvir av liði hins ytra norðurforgarðs á sama hátt sum eysturliðið; og hann máldi frá liði at liði hundrað alnir. v24 Síðan leiddi hann meg í suðurætt; og sí, eisini móti suðri var lið, og hann máldi veggstólpar tess og forsal; teir høvdu somu stødd sum hinir. v25 Liðið og forsalurin høvdu gluggar alt íkring, eins og hinir gluggarnir vóru. Tað var fimti alnir langt og tjúgu og fimm alnir breitt. v26 Eftir sjey trappustigum var gingið niðan at tí; forsalur tess lá innantil; og pálmar vóru á veggstólpunum báðumegin. v27 Har var eisini lið á innara forgarði í suðurætt; og hann máldi frá liði at liði eitt hundrað alnir.
v28 Síðan leiddi hann meg inn í innara forgarð gjøgnum suðurliðið, sum hann máldi; tað hevði somu stødd sum hini. v29 Og liðarherbergi, veggstólpar og forgarður høvdu somu stødd sum hini fyrru. Liðið og forsalurin høvdu gluggar alt íkring. Tað var fimti alnir langt og tjúgu og fimm alnir breitt. v30 Forsalir vóru alt íkring, tjúgu og fimm alnir langir og fimm alnir breiðir. v31 Forsalurin lá út at ytra forgarði; á veggstólpunum vóru pálmar; og har vóru átta trappustig at ganga niðan at honum. v32 Síðan leiddi hann meg at eysturliðinum og máldi tað; tað hevði somu stødd sum hini; v33 og liðarherbergi, veggstólpar og forsalur høvdu somu stødd sum hini. Liðið og forsalur tess høvdu gluggar alt íkring; tað var fimti alnir langt og tjúgu og fimm alnir breitt. v34 Forsalurin lá út at ytra forgarði, og pálmar vóru á veggstólpum hans báðumegin; har vóru átta trappustig at ganga niðan at honum. v35 Síðan leiddi hann meg at norðurliðinum og máldi tað; tað hevði somu stødd sum hini; v36 og somuleiðis máldi hann liðarherbergi, veggstólpar og forsal. Liðið og forsalur tess høvdu gluggar alt íkring; tað var fimti alnir langt og tjúgu og fimm alnir breitt. v37 Forsalurin lá út at ytra forgarði; og pálmar vóru á veggstólpum hans báðumegin; har vóru átta trappustig at ganga niðan at honum.
v38 Síðan snúði hann sær inn eftir og leiddi meg at eysturliðinum; har var brenniofrið skolað. v39 Og í forsali liðsins stóðu tvey borð øðrumegin og tvey borð hinumegin til tess at slátra á teimum brenniofrið, syndaofrið og sektarofrið. v40 Og uttanvert við liðarveggin, norðantil tá ið gingið verður niðan móti liðinum, vóru tvey borð, og uttanvert við hin veggin á forsali liðsins vóru eisini tvey borð, v41 soleiðis at tað vóru fýra borð hvørjumegin við liðarveggin, átta borð tilsaman; á teimum vóru sláturoffur slátrað. v42 Til brenniofrið vóru fýra borð av høgdum steinum, hálva aðru alin long, hálva aðru alin breið og eina alin høg; á tey skuldu verða løgd tey amboð, ið nýtt vórðu, tá ið brenniofrið og sláturofrið vórðu slátrað. v43 Á borðunum alt íkring var lagdarbreið rim, ið helti inneftir, og yvir borðunum vóru takskýli til tess at skýla fyri regni og hita. v44 Síðan leiddi hann meg inn í innara forgarð; har vóru tvær skemmur, onnur eystanvert við norðurliðið við framlið móti suðri, og hin eystanvert við suðurliðið við framlið móti norðri. v45 Og hann segði við meg: Henda skemman við framlið móti suðri er ætlað prestunum, ið hava templið í varðveitslu. v46 Og henda skemman við framlið móti norðri er ætlað prestunum, ið hava altarið í varðveitslu. Teir eru synir Zádoks, ið eina av Levi sonum mega nærkast Harranum til tess at tæna honum. v47 Síðan máldi hann forgarðin; hann var hundrað alnir á longd og hundrað alnir á breidd; rættur fýrhyrningur; og altarið stóð fyri framman templið.
v48 Síðan leiddi hann meg at forsali tempulsins og máldi veggstólpar forsalsins; teir vóru fimm alnir hvørjumegin; liðið var fjúrtan alnir breitt, og duraveggir tess vóru tríggjar alnir hvørjumegin. v49 Forsalurin var tjúgu alnir langur og tólv alnir breiður, og tíggju trappustig vóru at ganga niðan at honum. Og við veggstólparnar vóru súlur, ein hvørjumegin.