v1 Og hann førdi meg at innara forgarði í norðurætt og leiddi meg at skemmubygninginum, ið lá upp at tí avgirda økinum og bakbygninginum norðantil. v2 Longdin var hundrað alnir og breiddin fimti. v3 Áraka liðini í innara forgarði og áraka hitt steinsetta túnið, sum lá uttast í ytra forgarði, var súlnagongd yvir av súlnagongd í trimum hæddum. v4 Fyri framman skemmurnar var tíggju alna breið og hundrað alna long gongd; dyr hennara horvdu í norður. v5 Og ovastu skemmurnar vóru styttri, av tí at súlnagongdirnar tóku meira burtur av teimum enn av teimum niðastu og mittastu skemmunum. v6 Tí at tær vóru í trimum hæddum og høvdu ongar súlur, sum tær ið vóru í ytra forgarðinum; tessvegna vóru tær ovastu skemmurnar trengri enn tær niðastu og mittastu. v7 Og veggurin, ið stóð endilangur fram við skemmunum út at ytra forgarði fyri framman skemmurnar, var fimti alnir langur. v8 Tí at skemmurnar, ið lógu úti við ytra forgarð, vóru fimmti alnir; og tær lógu áraka tær við aðalhúsið, tilsamans hundrað alnir. v9 Niðanvert við hesar skemmur var inngongd eystanífrá, tá ið gingið var inn í tær úr ytra forgarði, v10 har sum veggur forgarðsins byrjaði. Síðan leiddi hann meg suðurum; eisini har vóru skemmur áraka hitt avgirda økið og bakhúsið v11 við gongd frammanfyri; tær líktust skemmunum fyri norðan; tær høvdu somu longd og somu breidd; og allar útgongdir vóru her eins og har; alt var gjørt á sama hátt. v12 Men hurðar teirra horvdu í suður. v13 Og hann segði við meg: Skemmurnar fyri norðan og skemmurnar fyri sunnan, ið liggja fram við hinum avgirda økinum, eru heilagar skemmur, har prestarnir, ið nærkast mega Harranum, skulu eta tað háheilaga. Har skulu teir goyma hitt háheilaga, grónofrið, syndofrið og sektarofrið; tí at staðurin er heilagur. v14 Og tá ið prestarnir ganga hagar inn teir mega ikki fara beinleiðis úr halgidóminum út í ytra forgarð skulu teir har fara úr klæðum sínum, sum teir hava gjørt tænastu í, tí at tey eru heiløg; og teir skulu lata seg í onnur klæði, og síðan mega teir nærka seg tí, sum fólksins er.
v15 Men tá ið hann hevði mált templið innan, leiddi hann meg út at liðinum, sum horvdi í eystur, og máldi allar vegir; v16 hann máldi eysturliðina við málistongini, og var hon fimm hundrað alnir; síðan snúðist hann við v17 og máldi við málistongini norðurliðina; hon var fimm hundrað alnir; v18 síðan snúðist hann við og máldi við málistongini suðurliðina; hon var fimm hundrað alnir. v19 Og hann snúðist við og máldi við málistongini vesturliðina; hon var fimm hundrað alnir. v20 Hann máldi økið allar fýra vegir; og múrur var allan vegin kring um tað, fimm hundrað alnir langur og fimm hundrað alnir breiður, til tess at gera skilnað millum hitt heilaga og hitt óheilaga.