Eysturliðið skal vera lokað

v1  Hann leiddi meg nú aftur at halgidómsins ytra liði, sum horvdi í eystur; tað var lokað. v2  Og Harrin segði við meg: Hetta liðið skal vera lokað og ikki upplatið, og eingin fara inn um tað, tí at inn um tað hevur Harrin, Ísraels Guð, gingið; tí skal tað vera lokað. v3  Einans landshøvdingin má sessast har til tess at halda offurmáltíð frammi fyri Harranum; men hann skal ganga inn hagar gjøgnum forsal liðsins og fara sama veg út aftur.

Óumskornir mega ikki tæna í húsi Harrans

v4  Síðan leiddi hann meg at norðurliðinum fyri framman framlið tempulsins; og eg leit meg um, og sí, dýrd Harrans fylti hús Harrans; og eg fell fram á ásjón mína. v5  Tá segði Harrin við meg: Mansbarn, legg tær nú væl í geyma og hygg við eygum tínum og lýð við oyrum tínum á alt, sum eg sigi tær viðvíkjandi øllum skipanum og lógum um tempul Harrans; og goym vandaliga at inngongd og øllum útgongdum halgidómsins. v6  Og sig við Ísraels hús, hitt tvørlynda ættarkyn: So sigur Harrin, drottin: Nú hava tit nóg leingi framt allar andstygdir tykkara, Ísraels hús, v7  at tit lótu fremmandar við óumskornum hjarta og óumskornum holdi koma inn í halgidóm mín, so at teir vóru har til tess at vanhalga hús mítt, tá ið tit bóru fram mat mín, mør og blóð, og soleiðis slitu sáttmálan við meg við øllum tykkara andstygdum. v8  Tit hava ikki varðað um halgilutir mínar, sum tit áttu at varðveita, men hava latið fremmandar varðveitt tað, sum varðveitt skuldi verða í halgidómi mínum. v9  Tí sigur Harrin, drottin: Eingin fremmandur við óumskornum hjarta og óumskornum holdi má koma inn í mín halgidóm, eingin av teimum útlendingum, ið búgva millum Ísraelsmanna.

Levitar sum duravørðir

v10  Men teir Levitar, sum fóru burtur frá mær, tá ið Ísrael viltist, við tað at teir viltust burtur frá mær og eltu falsgudar sínar, teir skulu bera misgerð sína. v11  Tí skulu teir í halgidómi mínum gera tænastu sum duravørðir við templið og starva har við at slátra brennioffur og sláturoffur fyri fólkið og standa framman fyri teimum til tess at tæna teimum. v12  Av tí at teir tæntu teimum frammi fyri hjágudum teirra og vórðu soleiðis atvoldin til, at Ísraels hús syndaði, tessvegna hevji eg hond mína ímóti teimum, sigur Harrin, drottin, at teir skulu bera misgerð sína. v13  Teir mega ikki nærkast mær til at gera prestatænastu fyri mær og ikki nærkast nøkrum av halgilutum mínum ella tí háheilaga, men teir skulu bera skemdir og andstygdir sínar, sum teir hava framt. v14  Eg seti teir til at hava í varðveitslu hvørt eitt starv í templinum og til at inna alt tað, sum har er at gera.

Eftirkomarar Zádoks skulu gera tænastu

v15  Men Levitaprestarnir, Zádoks eftirkomarar, sum røktu tænastu í halgidómi mínum, tá ið Ísraelsmenn viltust burtur frá mær, teir mega nærkast mær til tess at tæna mær; og teir standa frammi fyri mær til tess at ofra mær mør og blóð, sigur Harrin, drottin. v16  Teir skulu koma inn í halgidóm mín, og teir skulu nærkast borði mínum og tæna mær og røkja tænastu mína. v17  Og tá ið teir ganga inn í liðið á innara forgarði, skulu teir vera í línklæðum, einki ullarplagg má vera á likami teirra, tá ið teir gera tænastu í liði á innara forgarði ella longur inni. v18  Teir skulu hava línhúgvu á høvdi og brøkur av líni um lendar og ikki gyrða seg við nøkrum, ið elvir sveitta. v19  Og tá ið teir fara út í ytra forgarð til fólkið, skulu teir fara úr klæðum sínum, sum teir gera tænastu í, og leggja tey frá sær í skemmum halgidómsins og fara í onnur klæði, so at teir ikki halga fólkið við klæðum sínum. v20  Teir skulu ikki raka høvur sítt, heldur ikki lata hárið vaksa, sum tað vil, men klippa tað regluliga. v21  Vín má eingin prestur drekka, tá ið hann gongur inn í innara forgarð. v22  Einkju ella fráskilda konu mega teir ikki taka sær til konu, men einans moyggjar av Ísraels húsi; tó mega teir taka sær einkju eftir prest til konu. v23  Teir skulu kenna fólki sínum at gera greinarmun á heilagum og óheilagum og frøða teir um munin á reinum og óreinum. v24  Og teir skulu stíga fram til at døma í trætumálum; eftir lógum mínum skulu teir døma teir; og boðorð míni og skipanir skulu teir varðveita á øllum hátíðum mínum og halda hvíludagar mínar heilagar. v25  Teir mega ikki koma at líki, so at teir verða óreinir; einans á líki av faðir, móður, syni, dóttur, bróður ella systur, sum ikki hevur verið givin manni, mega teir óreinsa seg. v26  Og eftir at hann er vorðin óreinur, skal hann telja sjey dagar fram, og er hann tá reinur. v27  Og tann dag, hann aftur gongur inn í halgidómin inn í innara forgarð til tess at gera tænastu í halgidóminum, skal hann bera fram syndaoffur sítt, sigur Harrin, drottin.

Inntøkur prestanna

v28  Teir skulu ongan arvalut hava; eg eri arvalutur teirra; og ongar ognir skulu tit geva teimum í Ísrael; eg eri ogn teirra; v29  av grónofrinum, syndaofrinum og sektarofrinum skulu teir eta, og alt, sum er bannført í Ísrael, skal hoyra teimum til. v30  Hitt besta av øllum frumgróðri av alskyns offuravskurði og øllum offurgávum tykkara skal hoyra prestunum til; og eisini hitt besta úr deigtrogi tykkara skulu tit geva prestunum til tess at leiða signing yvir hús tykkara. v31  Og einki sjálvdeytt ella sundurskrætt djór, hvørt tað er fuglur ella fenaður, mega prestarnir eta.