v1 Tá ið tit skifta landið út við lutakasti, skulu tit sum offuravskurð veita Harranum heilagan lut av landinum, tjúgu og fimm túsund alnir langan og tjúgu túsund alnir breiðan; hann skal vera heilagur innan fyri øll mark síni alt íkring. v2 Av hesum skal falla inn undir halgidómin fýrhyrnt fløta, sum er fimm hundrað alnir hvønn vegin, og kring um hana beitilendi, fimti alnir breitt. v3 Og burtur av hesum skalt tú máta teig, sum er tjúgu og fimm túsund alnir langur og tíggju túsund alnir breiður; á honum skal halgidómurin, hin háheilagi, standa. v4 Hetta skal vera halgigáva burtur av landinum, og skal hon hoyra prestunum til, sum gera tænastu við halgidómin, og sum nærkast mega Harranum til tess at tæna honum; tað skal verða teimum at húsagrundum og beitilendum. v5 Og tjúgu og fimm túsund alnir langan fløtt og tíggju túsund alnir breiðan skulu Levitar, sum tæna í templinum, fáa sum jarðarogn at reisa borgir á til bústaða. v6 Jarðarogn borgarinnar skulu teir lata vera fimm túsund alnir breiða og tjúgu og fimm túsund alnir langa, somu longd sum hin heilagi offuravskurðurin; hon skal hoyra øllum Ísraels húsi til. v7 Báðumegin hin heilaga offuravskurðin og jarðarogn borgarinnar skal landshøvdingin hava lut fram við hinum heilaga offuravskurðinum og jarðarogn borgarinnar bæði fyri eystan og fyri vestan; og skal hann hava somu longd sum ein av ættarlutunum frá vesturmarkinum at eysturmarkinum. v8 Hetta skal vera jarðarogn hans í Ísrael, so at høvdingar mínir ikki meira veita fólki mínum yvirgang; men tað, sum eftir er av jørð, skal hoyra Ísraels húsi til eftir ættum teirra.
v9 So sigur Harrin, drottin: Latið hetta vera nóg mikið, tit Ísraels høvdingar! Lættið nú av valdsgerðum og yvirgangi og fremjið rætt og rættlæti og rekið ikki fólk mítt av ognum sínum, sigur Harrin, drottin. v10 Rætta vág, rætta efu og rætta bat skulu tit hava. v11 Efa og bat skulu taka eins nógv, soleiðis at efa tekur ein tíggjund av gómer, og bat eisini ein tíggjund av gómer; eftir gómer skal mátið setast. v12 Sikul skal vera tjúgu gerur; fimm siklar skulu vera fimm siklar, og tíggju siklar tíggju siklar, og fimti siklar skulu tit lata vera í einari minu. v13 Hetta er tann offuravskurður, ið tit skulu geva: Sættingin av efu av hvørjum gómer av hveiti og sættingin av efu av hvørjum gómer av byggi. v14 Og um oljuna er hetta skipað: Tíggjundin av bat av hvørjum kor; tíggju bat standa jú ein kor. v15 Og framvegis eitt lamb av hvørjum tvey hundrað seyðum sum offuravskurð frá Ísraels ættargreinum til grónoffurs, brennioffurs og takkaroffurs til tess at veita teimum sáttargerð, sigur Harrin, drottin. v16 Alt fólkið í landinum skal veita landshøvdinganum í Ísrael henda offuravskurðin. v17 Men landshøvdingin skal hava skyldu at greiða brenniofrið, grónofrið og droypiofrið á hátíðunum, á tendringardøgum og hvíludøgum, við allar hátíðarsamkomur hjá Ísraels húsi; hann skal bera fram syndaofrið og grónofrið, brenniofrið og takkarofrið til tess at veita Ísraels húsi sáttargerð.
v18 So sigur Harrin, drottin: Á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar skulu tit taka ungan lýtaleysan tarv og reinsa halgidómin frá synd. v19 Og presturin skal taka av blóði syndaoffursins og rýða tað á durastavir tempulsins og á fýra horn altarsstallanna og á durastavirnar á liði hins innara forgarðs. v20 Og so skal hann gera á fyrsta degi hins sjeynda mánaðar fyri teir, sum kunnu hava syndað av misgáu ella fákunnu; og soleiðis skal hann veita templinum sáttargerð. v21 Á fjúrtanda degi hins fyrsta mánaðar skulu tit halda páskahátíðina; í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð; v22 og landshøvdingin skal á tí degi bera fram tarv sum syndaoffur fyri seg og fyri alt fólkið í landinum. v23 Á teim sjey hátíðardøgunum skal hann sum brennioffur til Harrans bera fram sjey tarvar og sjey veðrar lýtaleysar á hvørjum av hesum sjey døgunum og somuleiðis dagliga ein havur sum syndaoffur. v24 Og sum grónoffur skal hann bera fram eina efu aftur við hvørjum tarvi og eina efu aftur við hvørjum veðri og somuleiðis eina hin av olju aftur við hvørji efu. v25 Á fimtanda degi hins sjeynda mánaðar á hátíðini skal hann í sjey dagar bera fram javnmikið hesum, bæði syndaoffur, brennioffur, grónoffur og olju.