Tempullindin

v1  Síðan leiddi hann meg aftur at tempuldurunum; og sí, vatn spratt upp undan tempulgáttini móti eystri; tí at framlið tempulsins horvdi eystureftir; og vatnið rann omaneftir suður um templið, sunnanvert við altarið. v2  Tínæst førdi hann meg út um norðurliðið og fór við mær uttantil alt íkring at ytra eysturliði; og sí, har rann vatnið út sunnarumegin. v3  Maðurin fór nú eystureftir við málibandi í hendi og máldi túsund alnir; og tá ið hann leiddi meg gjøgnum vatnið, stóð tað upp á øklar. v4  Hann máldi nú aftur túsund alnir og leiddi meg ígjøgnum vatnið; tá stóð tað upp undir knæ; aftur máldi hann túsund alnir og læt meg fara yvir um vatnið; tá stóð tað upp á mjadnir. v5  Síðan máldi hann aftur túsund alnir, men tá var vatnið ein á, sum eg ikki kundi vaða um; tí at vatnið var so djúpt, at svimjast mátti um tað; tað var á, sum ikki var vaðandi um. v6  Tá segði hann við meg: Mansbarn, hevur tú sæð hetta? Síðan leiddi hann meg aftur eftir áarbakkanum. v7  Og tá ið eg kom aftur hagar, sí, tá vóru har avbera nógv trø á áarbøkkunum báðumegin; v8  og hann segði við meg: Hetta vatnið rennur út í eysturbygdirnar og haðan oman á Árábaslættan; og tá ið tað kemur út í Deyðahavið við tí beiska vatninum, tá verður vatnið í tí heilnæmt. v9  Og allar livandi skepnur, ið rørast allar staðir, har ið áin kemur at, skulu livna við, og tað skal verða almikið av fiski; tí at tá ið hesin streymurin kemur hagar, verður vatnið har heilnæmt, og alt fær lív, har ið henda áin kemur. v10  Fiskimenn skulu standa fram við tí frá En-Gedi alla leið at En-Egláim; har skal vera lagamannin at kasta nót; og av fiski skal har verða ørgrynni sum í meginhavinum. v11  Men blotar og hyljar tess verða ikki heilnæmir; teir skulu vera til at vinna salt úr. v12  Men fram við ánni báðumegin skulu renna upp alskyns aldintrø; leyvbløð teirra skulu ikki følna og aldin teirra ongantíð verða uppi; á hvørjum mánaði spretta aldin teirra av nýggjum, av tí at tey fáa av tí vatninum, sum gongur út frá halgidóminum; aldin teirra skulu verða til føðslu og leyvbløð teirra til heilivágs.

Mark hins heilaga lands

v13  So sigur Harrin, drottin: Eftir hesum landamarkinum skulu tit skifta landið sundur millum Ísraels tólv ættir; men Jósef skal hava tveir lutir. v14  Allir samlir skulu tit fáa lut í tí landi, sum eg við upprættari hond svór at geva fedrum tykkara; nú skal tað ognast tykkum sum arvalutur. v15  Og hetta skal verða landamarkið fyri norðan: Frá meginhavinum til Hetlon, og hagar sum leiðin liggur til Zedad, v16  Hámat Berota, Sibraim, ið liggur millum landamark Dámaskusar og Hámats, til Házar-Enon við Haurans landamark. v17  Landamarkið skal ganga frá meginhavinum til Házar-Enon, soleiðis at Dámaskusar og Hámats landaøki liggja norðantil. Hetta skal verða landamarkið fyri norðan. v18  Eysturmarkið gongur út frá Házar-Enon millum Hauran og Dámaskus. Jórdan skal vera landamark millum Gilead og Ísraels land alt at eysturhavinum til Támar. Hetta er eysturmarkið. v19  Suðurmarkið: Frá Támar yvir Meriba-vøtn við Kádesj alt at ánni og haðan út í meginhavið. Hetta er suðurmarkið. v20  Vesturmarkið: Meginhavið er landamark allan vegin upp hagar, ið leiðin gongur til Hámat. Hetta er vesturmarkið.

Hinir fremmandu í landinum

v21  Hetta landið skulu tit skifta sundur tykkara millum eftir Ísraels ættum. v22  Og við lutakasti skulu tit skifta tað sundur til tykkara og til teir útisetar, ið hjá tykkum búgva og hava gitið børn tykkara millum; tit skulu telja teir innbornar Ísraelsmenn; og teir skulu saman við tykkum kasta lut um arvagrein millum Ísraels ætta. v23  Hjá teirri ætt, har sum útisetin býr, skulu tit lata hann fáa arvalut sín, sigur Harrin, drottin.