v1 Og tú mansbarn, tak tær tigulstein, legg hann framman fyri teg og rist á hann mynd av borgini Jerúsalem! v2 Lat hana verða hersetta, bygg vígtorn ímóti henni og laða upp hervirki ímóti henni, lat herlið halda á hana og set upp múrbrótarar íkring móti henni. v3 Tak tær síðan jarnpannu og set hana upp eins og jarnvegg ímillum teg og borgina; hygg fast at henni; hon skal verða kringsett; og tú skalt treingja hana. Hetta skal verða Ísraelsmonnum tekin.
v4 Og legg tú teg á vinstru lið og tak á teg misgerðir Ísraelsmanna; allar teir dagar, sum tú liggur soleiðis, skalt tú bera misgerðir teirra. v5 Og misgerðarár teirra vil eg gera eins mong og dagarnar hjá tær: Í trý hundrað og níti dagar skalt tú bera misgerðir Ísraelsmanna. v6 Tá ið tú hevur lokið hesum døgum, skalt tú leggja teg á høgru lið á øðrum sinni og bera misgerðir Júdamanna í fjøruti dagar; hvørt ár skal teljast dagur hjá tær. v7 Snúgv andliti tínum og tínum nektaða armi ímóti hini kringsettu Jerúsalem og profetera ímóti henni! v8 Og sí, eg leggi bond á teg, so at tú ikki fært vent tær av eini lið á aðra, fyrr enn kringsetingardagar tínir eru at enda.
v9 Fá tær síðan hveiti og bygg, bønir og flatbønir, hirsu og spelt; koyr alt í sama ílát og knoða breyð av tí og hav tað til matna allar teir dagar, sum tú liggur á liðini, trý hundrað og níti dagar. v10 Og maturin, ið tú fært tær, skal vera eftir vekt, tjúgu siklar um dagin, og eina ferð um dagin skalt tú fáa tær. v11 Og vatn skalt tú drekka eftir máti, eina sættingshin; eina ferð um dagin skalt tú drekka tað. v12 Tú skalt eta tað sum byggkøkur, ið tú bakar við mannatrekki sum brenni fyri eygum teirra. v13 Og tú skalt siga við teir: So sigur Harrin: Soleiðis skulu Ísraelsmenn eta óreint breyð hjá tjóðum teimum, ið eg sendi teir til! v14 Men eg segði: Harri, drottin, eg havi enn ongantíð gjørt meg óreinan; frá barni av og alt fram at hesum degi havi eg aldri etið nakað sjálvdeytt ella sundurskrætt; óreint kjøt er ikki komið í mín munn! v15 Tá segði hann við meg: Sí, eg loyvi tær at taka neytamykju í staðin fyri mannatrekk til at baka breyð títt við. v16 Og hann segði við meg: Mansbarn, sí, eg bróti stav breyðsins í Jerúsalem; teir skulu eta breyð eftir skamtan og við angist og drekka vatn eftir máti og við nøtran, v17 til tess at bæði breyð og vatn skulu skorta og hvør maður nøtra av ræðslu og koma burtur í einki vegna misgerðir sínar.