Líkingargerð, ið boðar oyðing Jerúsalems

v1  Og tú mansbarn, tak tær hvast svørð og nýt tað sum rakiknív og lat tað fara um høvur og skegg títt, tak tær síðan vágskál og skift hárið sundur; v2  ein triðingin skalt tú brenna á báli í miðjari borgini, tá ið kringsetingardagarnir eru at enda; annan triðingin skalt tú taka og sláa hann kring hana við svørðinum; og síðsta triðingin skalt tú spjaða fyri vindinum, og eg skal vera í hølum teirra við bregðaðum svørði! v3  Men nøkur hár skalt tú taka burturav og binda tær tey upp í skikkjufaldin; v4  av teimum skalt tú aftur taka nøkur hár og blaka tey mitt út í eldin og brenna tey á báli; og síðan skalt tú siga við Ísraels hús:

Misgerð og revsing Jerúsalems

v5  So sigur Harrin, drottin: Hetta er Jerúsalem; eg setti hana millum tjóðanna og læt lond liggja kring hana; v6  men hon var gudleys og meira ólýðin móti lógboðum mínum enn heidnu tjóðirnar og meira ólýðin móti fyriskipanum mínum enn londini kring hana; tí at lógboðum mínum havnaðu teir og vildu ikki fara eftir fyriskipanum mínum. v7  Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí at tit hava verið meira ólýðin enn hinar heidnu tjóðirnar, ið búgva kring tykkum, og ikki farið eftir fyriskipanum mínum og ikki hildið lógboð míni, men gjørt eftir siðum heidna manna, sum kring tykkum búgva, v8  tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg rísi ímóti tær og haldi dóm í miðjum tær, so at tjóðirnar fáa tað at síggja. v9  Vegna allar andstygdir tínar vil eg gera tær tað, sum eg áður ongantíð havi gjørt, tílíkt, sum eg aldri man gera aftur! v10  Tí skulu í miðjum tær fedrar eta børn síni; og børn eta fedrar sínar; og eg skal fella revsidóm yvir teg og spjaða allar leivdir tínar í allar ættir. v11  Tessvegna, so satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin: Av tí at tú hevur gjørt halgidóm mín óreinan við øllum hinum vanvirðisligu gudum tínum og andstygdum, tá skal eg vissuliga eisini beina fyri tær og hvørki eira tær ella eymka teg. v12  Ein triðingur tín skal doyggja av drepsótt og farast av hungri í miðjum tær; annar triðingurin skal falla fyri svørði kring um teg; og síðsta triðingin vil eg spjaða um í allar ættir og síðan verða í hølum teirra við bregðaðum svørði. v13  Eg gevi bræði míni rás og lati vreiði mína koma yvir teir og hevni meg, so at teir sanna, at eg, Harrin, havi talað í vandlæti mínum, tá ið eg lati vreiði mína koma yvir teir. v14  Eg geri teg at toftum og spotti fyri grannatjóðum og øllum, ið ganga framvið. v15  Og tú skalt verða til spott og háð og til ávaringar og ræðslu fyri grannatjóðum tínum, tá ið eg í vreiði og bræði lati dóm ganga yvir teg við herviligum revsingum. Eg, Harrin, havi talað. v16  Tá ið eg sendi skaðaørvar hungursins á tykkum, og teir, sum eg sendi til at beina fyri tykkum, fara at týna tykkum, og eg lati hungurin revsa, tá bróti eg stav breyðsins hjá tykkum v17  og sendi hungur og villdjór á tykkum til tess at gera tykkum barnleys; drepsótt og blóðbað skal ganga á teg; og svørðið lati eg koma yvir teg. Eg, Harrin, havi talað.