Móti offurheyggjum Ísraels

v1  Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2  Mansbarn, snúgv andliti tínum ímóti Ísraels fjøllum og profetera ímóti teimum v3  og sig: Tit fjøll Ísraels, hoyrið orð Harrans, drottins: So sigur Harrin drottin við fjøllini og heyggjarnar, dalarnar og lægdirnar: Sí, eg lati svørðið koma yvir tykkum og oyði tykkum heyggjar tykkara. v4  Altar tykkara skulu verða brotin sundur, og sólsúlur tykkara sorlaðar, og hinar vignu tykkara vil eg tveita fyri skurðgudar tykkara. v5  Eg skal leggja ræini av Ísraelsmonnum fram fyri skurðgudar teirra og spjaða bein tykkara kring um altar tykkara. v6  Allar staðir, har tit búgva, skulu borgirnar avtoftast og offurheyggjarnir verða oyddir, til tess at altar tykkara skulu brotna niður og verða oydd og skurðgudar tykkara sorlast og farast og sólsúlur tykkara verða sundurhøgdar, so at verk tykkara verða til einkis. v7  Vignir skulu tit lúta og sanna, at eg eri Harrin. v8  Men nakrar lati eg sleppa undan, við tað at tit komast undan svørðinum, tá ið tit verða spjaddir um londini tjóðanna millum; v9  og tá munnu teir av tykkum, ið undan komust, minnast mín millum tjóðanna, har sum teir vórðu herleiddir, tá ið eg havi boygt teirra trúleysu hjørtu, ið viku frá mær, og teirra horfiknu eygu, sum hugdu eftir skurðgudunum; tá man teimum fara at standast við sjálvar seg vegna illverk teirra, sum teir hava framt við øllum andstygdum sínum; v10  og teir munnu sanna, at eg, Harrin, havi ikki talað til einkis, tá ið eg havi latið hesa ógævu koma yvir teir! v11  So sigur Harrin, drottin: Slá hondum tínum saman og trampa við fótum tínum og rópa veiróp yvir allar hinar ljótu andstygdir Ísraels ættar; tí at fyri svørði, hungri og drepsótt skulu teir falla. v12  Tann, sum fjarstaddur er, skal doyggja av drepsótt; tann, sum nærstaddur er, skal falla fyri svørði, og tann, sum eftir verður og kemst undan, skal doyggja í hungri; soleiðis lati eg alla vreiði mína koma yvir teir. v13  Teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið teirra falnu liggja millum skurðgudar teirra kring um altar teirra á øllum høgum heyggjum og á hvørjum hóli og undir hvørjum grønum træi og undir hvørjari leyvríkari eik, har sum teir bóru fram øllum skurðgudum sínum vælangandi royk. v14  Og eg skal rætta út hond mína móti teimum og gera landið oyðið og tómt frá oyðimørkini og alt norður at Riblu, allar staðir, har teir búgva; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.