v1 Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2 Tú mansbarn, sig: So sigur Harrin drottin við Ísraelsland: Endin kemur, endin kemur um alt landið. v3 Nú kemur endin yvir teg, og eg sendi vreiði mína móti tær; eg dømi teg eftir atferð tíni og lati allar andstygdir tínar koma yvir teg. v4 Eg skal hvørki eira tær ella eymka teg, men lata teg bøta fyri atferð tína; allar andstygdir tínar skulu verða í miðjum tær; og soleiðis skulu tit viðurkenna, at eg eri Harrin.
v5 So sigur Harrin drottin: Sí, ein ógævan skal koma fyri og onnur eftir. v6 Endin kemur, endin kemur; hann er við at vakna móti tær; hann kemur! v7 Forløg tíni koma yvir teg, sum býrt í landinum; stundin er komin, dagurin í nánd, dagur við ræðslu og ikki við fragdarljóðum á fjøllunum! v8 Brátt helli eg nú út vreiði mína yvir teg og lati bræði mína goysa yvir teg, eg dømi teg eftir atferð tíni og lati andstygdir tínar koma yvir teg! v9 Eg vil ikki eira tær og ikki sýna eymkan, men lata teg bøta fyri atferð tína, andstygdir tínar skulu vera í miðjum tær; og soleiðis skulu tit viðurkenna, at tað eri eg, Harrin, ið slái. v10 Sí, dagurin! Sí, hann kemur! Forløg tíni koma! Sprotin blómar, og dramblætið grønkast! v11 Valdsgerð rísur og verður at koyrli yvir gudloysi; einki verður eftir av teimum og einki av allari múgvu teirra, eyður teirra er uppi og dýrd teirra horvin. v12 Tímin kemur, dagurin nærkast; keyparin fegnast ikki, og seljarin syrgir ikki; tí at vreiði kemur yvir alla hasa hámiklu múgvu. v13 Tí at seljarin skal ikki venda aftur til hinar seldu lutirnar, um hann so heldur lívi; tí at sjónin um alla hasa hámiklu múgvu skal sannast; og eingin skal magna lív sítt við misgerð! v14 Menn blása í hornið og búgva alt til, men eingin fer í hernað; tí at vreiði mín er tendrað móti allari hesi hámiklu múgvu. v15 Uttandura svørðið og innandura drepsótt og hungur! Tey úti á bønum falla fyri svørði, og teimum inni í borgini skulu hungur og drepsótt gera enda á! v16 Og komast nakrir undan og firra lívinum niðan í fjøllini eins og dalanna dúgvur, tá skulu teir kortini týna lívið, hvør fyri misgerð sína! v17 Allar hendur vikna, øll knø fara sundur sum vatn. v18 Teir lata seg í sekk, og ræðsla hylur teir; hvørt andlit er reytt av skomm, og hvørt høvur er berskøllut. v19 Silvur sítt tveita teir út á gøturnar, og gull teirra verður teimum sum skarn; silvur teirra og gull kann ikki bjarga teimum á vreiðidegi Harrans; teir kunnu ikki metta seg ella fylla sín kvið við tí, tí at tað verður teimum at sekt. v20 Teir gjørdust hástórir av sínum glæsiliga skreyti, og av tí gjørdu teir síni líkneski og andstyggiligu gudamyndir; tessvegna lati eg tað verða teimum at skarni. v21 Eg lati fremmandar fáa tað sum ránsveiði og hinar gudleysastu á jørðini taka tað sum herfong; og teir skulu vanhalga tað. v22 Eg snúgvi andliti mínum frá teimum, og tá munnu menn vanhalga dýrgrip mín og ránsmenn bróta inn hagar og vanhalga hann.
v23 Búgvið fjøtur til; tí at landið er fult av blóðsekt og borgin full av valdsgerðum. v24 Eg lati hinar ringastu heidningar koma og ogna sær húsini og geri teirra hástóra mátt til einkis; og halgidómar teirra skulu vanhalgaðir verða. v25 Ræðsla gongur á; teir royna at bjarga sær, men einki batar. v26 Eitt óhappið fylgir øðrum; ófrættir koma hvør eftir aðra, profetarnir síggja ongar sjónir, leiðbeining svitast prestunum, og ráð vanta hinum elstu. v27 Kongurin syrgir, landshøvdingin klæðist í ræðslu, og fólkið í landinum stendur við piprandi hondum. Eg fari við teimum eftir atferð teirra og dømi teir, sum teir hava tilvunnið; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.