v1 Tað var á sætta ári á fimta degi hins sætta mánaðar, meðan eg sat heima við hús, og hinir elstu í Júda sótu frammi fyri mær, at hond Harrans drottins kom yvir meg. v2 Og eg leit meg um og sí, har var mynd í manslíki; frá mjødnunum og niður eftir var eldur, og frá mjødnunum og upp eftir var at sjá eins og ljómin av lýsigulli. v3 Hann rætti út eitthvørt, ið líktist hond, og treiv í hárið á mær; og andin hevjaði meg upp millum himins og jarðar og førdi meg í gudasjónum til Jerúsalem, at norðurliði hins innara forgarðs, har sum myndasúlan stóð, ið vakti vandlæti Harrans. v4 Og sí, har var dýrd Guðs Ísraels, hin sama, sum eg í sjónini hevði sæð í dalinum. v5 Hann segði við meg: Mansbarn, hevja upp eygu tíni og lít norðureftir! Tá hevjaði eg eygu míni móti norðuri, og sí, fyri norðan altarliðið stóð vandlætismyndasúlan, beint við inngongdina. v6 Og hann segði við meg: Mansbarn, sært tú, hvat teir havast at? Miklar andstygdir fremur Ísraels hús her, so at eg má rýma langt burtur frá halgidómi mínum; men tú skalt fáa uppaftur verri andstygdir at síggja!
v7 Síðan leiddi hann meg at durum forgarðsins, og tá ið eg leit meg um, bar eg eygað við hol í vegginum. v8 Og hann segði við meg: Mansbarn, brót hol ígjøgnum veggin! Og tá ið eg hevði brotið hol ígjøgnum veggin, tá vóru har einar dyr. v9 Og hann segði við meg: Far inn og síggj tær vándu andstygdir, ið teir her hava frammi! v10 Og tá ið eg nú kom inn og leit meg um, sá eg allar staðir á veggjunum ristar myndir av alskyns skriðkykti og fenaði og av hinum andstyggiligu gudum Ísraelsmanna. v11 Og har vóru sjeyti mans av hinum elstu av Ísraels húsi; og við Jáazanja Sjáfanssyni sín ámillum stóðu teir har framman fyri teimum hvør við sínum roykilsiskeri í hendi, meðan vælangandi guva av roykilsi steig upp. v12 Tá segði hann við meg: Mansbarn, hevur tú sæð, hvat hinir elstu av Ísraels húsi havast at í myrkrinum, hvør í sínum myndaherbergi? Tí at teir siga: Harrin sær einki; Harrin hevur givið landið yvir! v13 Og hann segði við meg: Tú skalt fáa uppaftur verri andstygdir at síggja, sum teir havast at!
v14 Síðan leiddi hann meg at durum norðurliðsins á húsi Harrans; og sí, har sótu konur og grótu yvir Tammuz. v15 Og hann segði við meg: Mansbarn, sært tú hetta? Men tú skalt fáa uppaftur verri andstygdir at síggja enn hetta.
v16 Hann leiddi meg nú í innara forgarð hús Harrans; og sí, har fyri durum tempuls Harrans millum forsalsins og altarsins vóru okkurt um tjúgu og fimm mans; teir horvdu eystureftir við bakinum móti templi Harrans og tilbóðu sólina. v17 Og hann segði við meg: Mansbarn, sært tú hatta? Er tað nú Júda húsi ovlítið at fremja tær andstygdir, sum teir her hava havst at, at teir eisini fylla landið við valdsgerðum til tess at reita meg enn meira? Sí, hvussu teir lata dampin stíga upp í nasar mínar! v18 Tessvegna vil eg eisini fara fram í vreiði og hvørki eira ella eymka; og tó at teir rópa mær í oyru við harðari rødd, vil eg ikki hoyra teir!