Hjágudadýrkanin oydd úr Jerúsalem

v1  Síðan hoyrdi eg hann rópa við harðari rødd: Heimsøking borgarinnar nærkast! Hvør maður við sínum morðvápni í hendi! v2  Og sí, seks menn komu út úr ovari liði, sum horvir í norðan, og hevði hvør teirra oyðingaramboð í hendi; teirra millum var ein, sum var í líni klæddur og hevði rittól við lið; og teir komu og tóku støðu hjá koparaltarinum. v3  Men dýrd Ísraels Guðs hevði flutt seg upp av kerúbunum, har hon hvíldi, og yvir á tempulgáttina. Og hann rópaði á hin línklædda mannin, ið hevði rittólið við lið sína. v4  Og Harrin segði við hann: Far mitt ígjøgnum borgina, mitt ígjøgnum Jerúsalem, og set merki á enni teirra manna, sum gremja seg og stynja yvir tær andstygdir, ið har verða framdar! v5  Og við hinar hoyrdi eg hann siga: Farið aftan á hann gjøgnum borgina og jarðleggið og eirið ongum og sýnið onga medeymkan! v6  Ellismenn og ungmenni, moyggjar, børn og konur skulu tit jarðleggja og avoyða; men nertið ongan, ið hevur merkið á sær! Og tit skulu byrja frá halgidómi mínum! Tá byrjaðu teir við hinum elstu, sum stóðu framman fyri templinum. v7  Og hann segði við teir: Gerið templið óreint; fyllið forgarðarnar við vignum monnum og farið síðan avstað! Teir fóru tá út og høgdu niður menninar í borgini.

v8  Men meðan teir jarðløgdu, og eg var eina eftir, tá fell eg fram á ásjón mína og rópaði: Á, Harri drottin, ætlar tú eisini at týna alla eftirleivd Ísraels, nú tú letur vreiði tína goysa yvir Jerúsalem? v9  Hann svaraði mær: Misgerðir Ísraelsmanna og Júdamanna eru ovurstórar; og landið er fult av blóðsekt og borgin av valdsgerðum; tí at teir siga: Harrin hevur givið landið yvir; Harrin sær einki! v10  Tí skal eisini eg hvørki eira ella sýna medeymkan, men lata teir bøta fyri atferð sína! v11  Tá kom hin línklæddi maðurin, ið hevði rittólið við lið, aftur og boðaði: Eg havi gjørt, eins og tú beyðst mær!