v1 Meðan Ezra lá á knøum frammi fyri húsi Guðs og bað og grátandi játtaði syndirnar, tá savnaðist um hann ovurmikil fjøld av Ísrael, bæði kallar, konur og børn, tí at alt fólkið græt sáran. v2 Tá tók Sjekanja Jehielsson av eftirkomarum Elams til máls og segði við Ezra: »Vit hava verið trúleysir móti Guði várum við at fáa okkum konur av hinum heidnu íbúgvum landsins; men hóast hetta er enn vón fyri Ísrael. v3 Latum okkum nú gera sáttmála frammi fyri Guði várum um at reka burtur allar útlendsku konur okkara og tey børn, ið tær hava átt, eftir ráðum harra míns og teirra manna, ið óttast boðorð Guðs várs, so at farið verður eftir lógini! v4 Rís nú upp, tí at á tær hvílir hetta mál; men vit skulu dugna tær hond; far nú til verka í góðum treysti!« v5 Tá reis Ezra upp, og hann læt oddamenninar fyri prestum og Levitum og øllum Ísrael gera eið um at vilja gera eftir hesum; teir gjørdu tá eiðin. v6 Og Ezra fór á føtur, har hann hevði ligið frammi fyri húsi Guðs, og gekk inn í herbergið hjá Jóhanan Eljasjibssyni; har var hann um náttina og neyt hvørki vátt ella turt, tí at hann var tungur í huga yvir trúloysi teirra, sum høvdu verið herleidd. v7 Síðan fóru boð um Júda og Jerúsalem til alra teirra, sum høvdu verið herleidd, um at koma saman í Jerúsalem; v8 og at hvør, sum ikki var komin innan tríggjar dagar, soleiðis sum høvdingarnir og hinir elstu høvdu rátt av, skuldi fáa allar ognir sínar vígdar banni og sjálvur verða rikin út úr savnaði teirra, sum høvdu verið herleidd. v9 Tá savnaðust allir menn av Júda og Benjamin í Jerúsalem á triðja degi; tað var á tjúgunda degi hins níggjunda mánaðar. Og alt fólkið sat har á svøðunum við hús Guðs og skalv bæði fyri tí, sum borist hevði á, og fyri áarførinum. v10 Men Ezra prestur reis upp og mælti til teirra: »Tit hava slitið trúnað, tí tit hava fingið tykkum útlendskar konur og soleiðis økt um syndasekt Ísraels; v11 játtið nú syndir tykkara fyri Harranum, Guði fedra tykkara, gerið vilja hans og skiljið tykkum frá hinum heidnu íbúgvum landsins og frá útlendsku konum tykkara!« v12 Tá rópaði alt fólkið og segði: »Ja, alt, sum tú sigur, eiga vit at gera! v13 Men fólkið er nógv, og nú er regntíð, so vit kunnu ikki verða standandi her úti, og heldur ikki kann hetta mál verða greitt eftir einum tveimum døgum; tí at vit eru mangir, ið hava syndað í hesum. v14 Lat tí høvdingar okkara umboða allan savnaðin og lat allar teir í borgum okkara, sum hava fingið sær útlendskar konur, koma fram á ásettari tíð saman við hinum elstu og dómarunum í hvørji borg, til tess at brennandi vreiði Harrans, ið av hesum hevur staðist, má víkja frá okkum!« v15 Einans Jónatan Ásahelsson og Jazeja Tikvason mótmæltu hesum studdir av Mesjullami og Sjabbetai Levita. v16 Teir, ið herleiddir høvdu verið, gjørdu nú soleiðis; og Ezra prestur útvaldi sær menn, ættarhøvdingar hinna einstøku ætta, allir at navni nevndir. Hesir hildu ráðstevnu á fyrsta degi hins tíggjunda mánaðar til tess at rannsaka málið; v17 og á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar vóru teir lidnir at rannsaka málið hjá øllum monnum, sum høvdu fingið sær útlendskar konur.
v18 Av prestum funnust hesir, ið høvdu fingið sær útlendskar konur: Av eftirkomarum Jesjua Józadakssonar og brøðrum hans: Máaseja, Eliezar, Járib og Gedalja; v19 hesir gjørdu av, at teir vildu reka burtur konur sínar og ofra veðr í sektaroffur fyri syndasekt sína. v20 Av eftirkomarum Immers: Hánani og Zebadja. v21 Av eftirkomarum Hárims: Máaseja, Elija, Sjemaja, Jehiel og Uzzia. v22 Av eftirkomarum Pásjhurs: Eljoenai, Máaseja, Jisjmael, Netánel, Józabad og Eleasa. v23 Av Levitunum: Józabad, Sjimei, Kelaja tað er Kelita Petaja, Júda og Eliezar. v24 Av tempulsangarunum: Eljasjib og Zakkur. Av duravørðunum: Sjallum, Telem og Uri. v25 Av Ísrael: Av eftirkomarum Páreosjar: Ramja, Jizzija, Malkija, Mijjamin, Eleazar, Malkija og Benaja. v26 Av eftirkomarum Elams: Mattanja, Zekarja, Jehiel, Abdi, Jeremot og Elija. v27 Av eftirkomarum Zattu: Eljoenai, Eljasjib, Mattanja, Jeremot, Zábad og Áziza. v28 Av eftirkomarum Bebai: Jóhanan, Hánanja, Zabbai og Atlai. v29 Av eftirkomarum Báni: Mesjullam, Malluk, Ádaja, Jasjub, Sjeal og Rámot. v30 Av eftirkomarum Páhat-Móabs: Adna, Kelal, Benaja, Máaseja, Mattanja, Bezáleel, Binnui og Menassje. v31 Av eftirkomarum Hárims: Eliezar, Jissjija, Malkija, Sjemaja, Sjimeon, v32 Binjamin, Malluk og Sjemarja. v33 Av eftirkomarum Hásjums. Mattenai, Mattatta, Zábad, Elifelet, Jeremai, Menassje og Sjimei. v34 Av eftirkomarum Báni: Máadai, Amram, Uel, v35 Benaja, Bedeja, Keluhu, v36 Vanja, Meremot, Eljasjib, v37 Mattanja, Mattenai og Jáasai. v38 Av eftirkomarum Binnui: Sjimei, v39 Sjelemja, Nátan, Ádaja, v40 Maknadbai, Sjasjai, Sjárai, v41 Ázárel, Sjelemja, Sjemarja, v42 Sjallum, Ámarja og Jósef. v43 Av eftirkomarum Nebo: Jeiel, Mattitja, Zábad, Zebina, Jaddai, Jóel og Benaja. v44 Allir hesir høvdu fingið sær útlendskar konur, men sendu nú hesar konur og børn teirra burtur.