v1 Á fyrsta ríkisári Kýrusar Persakongs vakti Harrin til tess at lata orð sítt við Jeremia ganga út hugin á Kýrusi Persakongi til at lata boð ganga um alt ríki sítt og tað við soljóðandi riti: v2 »So sigur Kýrus Persakongur: Øll kongaríki jarðarinnar hevur Harrin, Guð himnanna, givið mær, og hann hevur skipað mær at byggja sær hús í Jerúsalem í Júda. v3 Hvør av tykkum, ið tilhoyrir fólki hans, við honum veri Guð hans, og hann fari heim aftur til Jerúsalem og byggi hús Harrans, Ísraels Guðs; hann er tann Guð, sum býr í Jerúsalem; v4 og allastaðni, har tey, sum eftir eru, búgva sum fremmand, skulu íbúgvarnir styðja tey við silvuri og gulli, leysafæ og fenaði umframt tað, ið sjálvboðið verður givið til hús Guðs í Jerúsalem.« v5 Tá løgdu avstað ættarhøvdingar Júda og Benjamins og prestarnir og Levitarnir allir teir, sum Guð vakti hugin hjá til at fara heim og byggja hús Harrans í Jerúsalem. v6 Og umframt allar tær sjálvbodnu gávurnar komu allir grannar teirra teimum til hjálpar við silvuri og gulli, leysafæ og fenaði og alskyns dýrum gripum. v7 Kýrus kongur læt eisini av hondum kerini úr húsi Harrans, tey, sum Nebukadnezar hevði flutt burtur úr Jerúsalem og sett upp í húsi guds síns; v8 tey læt nú Kýrus Persakongur Mitredat fæhirða fáa; og hann taldi tey og flýggjaði tey Sjesjbazzar, høvdinga Júda. v9 Og talið á teimum var: Tríati gullskálir, túsund silvurskálir, tjúgu og níggju roykilsisker, v10 tríati gullsteyp, fýra hundrað og tíggju silvursteyp, minni í virði, og túsund onnur ílát, v11 alt tilsamans fimm túsund og fýra hundrað ílát av gulli og silvuri. Alt hetta hevði Sjesjbazzar við sær, tá ið hinir herleiddu fóru úr Bábel heim aftur til Jerúsalem.