Skráseting teirra, sum heim aftur fóru

v1  Hesir eru teir úr skattlandi okkara, sum fóru úr herleiðingarútlegdini, teir, ið Nebukadnezar kongur hevði herleitt til Bábel, men nú snúðu heim aftur til Jerúsalem og Júda, hvør í sína borg, v2  teir, ið komu við Zerubbábeli, Jesjua, Nehemja, Seraja, Reelaja, Mordokai, Bilsjan, Mispar, Bigvai, Rehum og Báana. Talið á monnum Ísraels fólks var: v3  Eftirkomarar Párosj: Tvey túsund, eitt hundrað og sjeyti og tveir; v4  eftirkomarar Sjefatja: Trý hundrað og sjeyti og tveir; v5  eftirkomarar Ára: Sjey hundrað og sjeyti og fimm; v6  eftirkomarar Páhat-Móabs, eftirkomarar Jesjua og Jóabs: Tvey túsund, átta hundrað og tólv; v7  eftirkomarar Elams: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra; v8  eftirkomarar Zattu: Níggju hundrað og fjøruti og fimm; v9  eftirkomarar Zakkai: Sjey hundrað og seksti; v10  eftirkomarar Báni: Seks hundrað og fjøruti og tveir; v11  eftirkomarar Bebai: Seks hundrað og tjúgu og tríggir; v12  eftirkomarar Ázgads: Eitt túsund, tvey hundrað og tjúgu og tveir; v13  eftirkomarar Ádónikams: Seks hundrað og seksti og seks; v14  eftirkomarar Bigvai: Tvey túsund og fimmti og seks; v15  eftirkomarar Ádins: Fýra hundrað og fimmti og fýra; v16  eftirkomarar Áters, frá Hizkia: Níti og átta; v17  eftirkomarar Bezai: Trý hundrað og tjúgu og tríggir; v18  eftirkomarar Jóra: Eitt hundrað og tólv; v19  eftirkomarar Hásjums: Tvey hundrað og tjúgu og tríggir; v20  eftirkomarar Gibbars: Níti og fimm; v21  ættaðir úr Betlehem: Eitt hundrað og tjúgu og tríggir; v22  menn úr Netofa: Fimmti og seks; v23  menn úr Ánatot: Eitt hundrað og tjúgu og átta; v24  ættaðir úr Azmavet: Fjøruti og tveir; v25  ættaðir úr Kirjat-Jearim, Kefira og Beerot: Sjey hundrað og fjøruti og tríggir; v26  ættaðir úr Ráma og Geba: Seks hundrað og tjúgu og ein; v27  menn úr Mikmas: Eitt hundrað og tjúgu og tveir; v28  menn úr Betel og Ai: Tvey hundrað og tjúgu og tríggir; v29  ættaðir úr Nebo: Fimmti og tveir; v30  eftirkomarar Magbisj: Eitt hundrað og fimmti og seks; v31  eftirkomarar Elams hins annars: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra; v32  eftirkomarar Hárims: Trý hundrað og tjúgu; v33  ættaðir úr Lod, Hádid og Óno: Sjey hundrað og tjúgu og fimm; v34  ættaðir úr Jeriko: Trý hundrað og fjøruti og fimm; v35  ættaðir úr Senáa: Trý túsund, seks hundrað og tríati.

v36  Prestarnir: Eftirkomarar Jedaja av ætt Jesjua: Níggju hundrað og sjeyti og tríggir; v37  eftirkomarar Immers: Eitt túsund og fimmti og tveir; v38  eftirkomarar Pasjhurs: Eitt túsund, tvey hundrað og fjøruti og sjey; v39  eftirkomarar Hárims: Eitt túsund og seytjan.

v40  Levitarnir: Eftirkomarar Jesjua og Kadmiels, av eftirkomarum Hódavja: Sjeyti og fýra.

v41  Sangararnir: Eftirkomarar Ásafs: Eitt hundrað og tjúgu og átta.

v42  Duravørðirnir: Eftirkomarar Sjallums, Áters, Talmons, Akkubs, Hátita og Sjóbai; tilsamans: Eitt hundrað og tríati og níggju.

v43  Tempultrælirnir: Eftirkomarar Ziha, Hásufa og Tabbaots, v44  Kerósar, Siaha, Pádons, v45  Lebana, Hágaba, Akkubs, v46  Hágabs, Salmai, Hánans, v47  Giddels, Gáhars, Reaja, v48  Rezins, Nekoda, Gazzams, v49  Uzza, Pásea, Besai, v50  Asna, Meunita, Nefusita, v51  Bakbuks, Hákufa, Harhurs, v52  Bazluts, Mehida, Harsja, v53  Barkosar, Sisera, Tema, v54  Nezia og Hátifa.

v55  Eftirkomarar tænara Sálomons: Eftirkomarar Sotai, Soferets, Peruda, v56  Jáala, Darkons, Giddels, v57  Sjefatja, Hattils, Pokerets-Hazzebáims og Ámi. v58  Tempultrælir og eftirkomarar tænara Sálomons vóru tilsamans trý hundrað og níti og tveir.

v59  Og hesir eru teir, ið fóru heim úr Tel-Mela, Tel-Harsja, Kerub-Addan og Immer og ikki kundu at greina ætt sína og uppruna sín, hvørt teir vóru komnir av Ísrael: v60  Eftirkomarar Delaja, Tóbija og Nekoda: Seks hundrað og fimmti og tveir. v61  Og av eftirkomarum prestanna: Eftirkomarar Hábaja, Hakkozar og Barzillai; hann hevði tikið sær eina dóttur Barzillai Gileadita til konu og var nevndur við navni teirra. v62  Hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; teir vórðu tí sum óreinir lokaðir úti frá prestadømi. v63  Og landsstjórin sýtti teimum at eta av hinum háheilaga, fyrr enn prestur stóð fram, ið dugdi at handfara Urim og Tummim.

v64  Allur savnaðurin var tilsamans fjøruti og tvey túsund, trý hundrað og seksti, v65  umframt trælir og trælkvendi teirra, ið vóru sjey túsund, trý hundrað og tríati og sjey; har vóru eisini tvey hundrað sangarar og sangkonur. v66  Ross teirra vóru sjey hundrað og tríati og seks; múldjórini tvey hundrað og fjøruti og fimm; v67  kamelarnir fýra hundrað og tríati og fimm og asnarnir seks túsund, sjey hundrað og tjúgu.

v68  Og summir av ættarhøvdingunum góvu, tá ið teir vóru komnir til hús Harrans í Jerúsalem, sjálvbodnir gávur til hús Guðs til tess at fáa tað bygt upp aftur á staði sínum, v69  og hvør eftir sínum førimuni góvu teir í byggigrunnin seksti og eitt túsund gulldárikar, fimm túsund silvurminur og eitt hundrað prestabúnar. v70  Síðan búsettust prestarnir og Levitarnir og sumt av fólkinum í Jerúsalem og har í nánd, men sangararnir og duravørðirnir, tempultrælirnir og alt hitt fólkið settust niður í borgum sínum.