Brennioffuraltarið verður reist; leyvskálahátíðin hildin, og offurtænastan byrjar

v1  Tá ið sjeyndi mánaður kom, og Ísraelsmenn vóru í borgum sínum, savnaðist fólkið sum ein maður í Jerúsalem. v2  Og Jesjua Józadaksson og brøður hansara prestarnir og Zerubbábel Sjealtielsson og brøður hansara fóru undir at reisa altar Guðs Ísraels, so at brennioffur kundu verða ofrað á tí, eins og tilskilað er í lóg Guðsmansins Mósesar. v3  Nakrir av heidningunum tóku seg saman ímóti teimum; men teir fingu kortini reist altarið har, sum tað hevði staðið, og ofraðu Harranum brennioffur á tí morgun og kvøld. v4  Og teir hildu leyvskálahátíðina eftir tí, sum fyrimælt er, og bóru fram brenniofrini dag um dag so nógv, sum ásett var, og á rættan hátt og so nógv, sum kravdist á hvørjum degi, v5  og tínæst hitt dagliga brenniofrið og offur tendringarhátíðanna og alra hinna heilagu hátíða Harrans og alra teirra, sum góvu Harranum sjálvbodnar gávur. v6  Á fyrsta degi hins sjeynda mánaðar byrjaðu teir at frambera Harranum brennioffur, áður enn grundað var fyri templi Harrans.

Templið verður grundað

v7  Og teir góvu steinsmiðunum og træsmiðunum silvur og Zidonitum og Týrusmonnum mat og drekka og olju fyri at flyta sedristrø frá Libanon sjóleiðis til Jáfo eftir tí loyvi, sum Kýrus Persakongur hevði givið teimum. v8  Og annað árið eftir heimkomu teirra til hús Guðs í Jerúsalem, í øðrum mánaði, fóru teir Zerubbábel Sjealtielsson og Jesjua Józadaksson saman við hinum brøðrum sínum, prestunum og Levitunum og øllum, sum úr útlegdini vóru heim aftur komnir til Jerúsalem, undir verkið og settu Levitarnar, sum vóru tjúgu ára gamlir og haðan eldri, til at hava eftirlit við bygging hús Harrans. v9  Levitarnir Jesjua og synir og brøður hans, Kadmiel og synir hans, synir Hódavja, synir Henadads og teirra synir og brøður komu sum ein maður til at hava eftirlit við teimum, ið fingust við at byggja hús Harrans.

v10  Og meðan byggingarmenninir løgdu grundvøllin til tempul Harrans, stóðu prestarnir í prestabúna við lúðrum og Levitarnir, ætt Ásafs, við glymskálum til tess at lova Harranum eftir fyriskipan Dávids, Ísraels kongs; v11  og teir tóku at lova og prísa Harranum fyri, at hann er góður, og at miskunn hans móti Ísrael varir um ævir; og alt fólkið hevjaði mikið fagnaðarróp og tók undir at lova Harranum fyri, at grundvøllurin til tempul Harrans var lagdur. v12  Men mangir av prestunum og Levitunum og ættarhøvdingunum – hinir elstu – sum høvdu sæð hitt fyrra templið, grótu sáran, nú teir sóu grundvøllin verða lagdan til hetta templið; men tó vóru mong, ið hevjaðu fagnaðarljóð og rópaðu av gleði; v13  og eingin kundi at greina fagnaðarrópini frá grátinum; tí fólkið hevjaði mikið fagnaðarróp, so at tað hoyrdist langar leiðir.