Fíggindskapur Sámáriubúgva

v1  Men tá ið mótstøðumenn Júda og Benjamins frættu, at teir, ið aftur vóru komnir úr útlegdini, fingust við at byggja Harranum, Ísraels Guði, tempul, v2  gingu teir fyri Zerubbábel, Jesjua og ættarhøvdingarnar og søgdu við teir: »Vit vilja byggja við tykkum, tí at vit leita Guðs tykkara eins og tit, og vit hava ofrað til hansara, alt síðan Ásarhaddon, Assurs kongur, flutti okkum higar.« v3  Men Zerubbábel og Jesjua og hinir ættarhøvdingar Ísraels svaraðu teimum: »Vit vilja ikki hava tykkum við til at byggja Guði várum tempul; einsamallir vilja vit byggja Harranum, Ísraels Guði, eins og Kýrus kongur, Persakongurin, hevur boðið okkum.« v4  Tá skelkaðu heidningarnir í landinum Júdamenn, so at teimum bilaði hugur, og teir fingu ikki bygt. v5  Og teir leigaðu menn til at leggja upp ráð ímóti teimum og ónýta ætlanir teirra; soleiðis gekst alla ævi Kýrusar Persakongs, alt til Dárius Persakongur tók við ríki.

Fyrsta kærurit móti Júdeum

v6  Meðan Áhasverus var kongur, í byrjan ríkisstjórnar hans, ritaðu teir ákæru móti íbúgvum Júda og Jerúsalems.

Annað og triðja kærurit móti Júdeum

v7  Á døgum Artakserksesar ritaðu teir Bisjlam, Mitredat, Tábeel og allir hinir embætisbrøður teirra Artakserksesi Persakongi bræv í árameiskari týðing og við frágreining á árameiskum. v8  Rehum umboðsmaður og Sjimsjai ritari skrivaðu Artakserksesi kongi bræv ímóti Jerúsalembúgvum, sum her skal greinast frá. v9  Teir, ið skrivaðu, vóru Rehum umboðsmaður, Sjimsjai ritari og allir hinir lagsbrøður teirra, Dinear, Áfarsatkear, Tarpelear, Áfarsear, Árkevear, Bábel menn, Sjusjankear, Dahavear, Elamitar, v10  og hinar tjóðirnar, ið hin mikli og navnframi Asnappar hevði flutt burtur og latið búseta seg í borgini Sámáriu og aðrastaðni handan Flóðina – og so framvegis. v11  Hetta er avrit av brævinum, ið teir sendu honum, Artakserksesi kongi: »Tænarar tínir, fólkið handan Ánna – og so framvegis: v12  Tað veri konginum kunngjørt, at teir Júdear, ið løgdu út frá tær til okkara, eru komnir til Jerúsalem og eru farnir undir at reisa av nýggjum hesa mótræsnu og vándu borg; teir gera borgargarðarnar aftur og væla um grundvøllin. v13  Nú veri tað kongi kunngjørt, at um henda borg verður endurreist, og borgargarðarnir afturgjørdir, tá lata teir hvørki skatt ella toll ella vegagjald, og landkomstir konganna verða av ongum. v14  Við tað at vit nú eta salt kongshallarinnar, og tað ikki sømir okkum at síggja tann vansa, sum er kongi fyri, tessvegna senda vit boð og siga kongi frá tí, v15  so at leitað verður í skjalagoymslum forfedra tína; í skjalagoymslunum vilt tú raka við og koma eftir, at henda borg er mótræsin borg, ið hevur elvt kongum og londum miklan vansa, og at har hava menn gjøgnum allar tíðir gjørt uppreist; tí liggur nú eisini henda borg í oyði. v16  Vit gera tí kongi kunnugt, at um henda borg verður endurreist og borgargarðar hennara upp aftur bygdir, tá fert tú ongan lut at eiga meira í landinum handan Ánna!«

Svar frá Persakongi

v17  Kongur sendi tá Rehumi umboðsmanni og Sjimsjai ritara og øllum hinum embætisbrøðrum teirra, sum búðu í Sámáriu og aðrar staðir í landinum handan Ánna, hetta svar: »Heilir og sælir – og so framvegis. v18  Brævið, sum tit sendu mær, hevur greiniliga verið lisið upp fyri mær; v19  og tá ið eg hevði skipað menn til at kanna málið, komu teir eftir, at henda borg gjøgnum allar øldir hevur risið upp ímóti kongum og verið mótræsin og gjørt uppreist; v20  fyri Jerúsalem hava veldigir kongar rátt, ið valdað hava øllum londum handan Ánna; og skattur, tollur og vegagjald hevur verið teimum rindað. v21  Bjóðið tí hesum monnum at lætta av, so at henda borg ikki verður upp aftur bygd, fyrr enn boð koma frá mær; v22  verið nú varnir og vanskettið ikki hetta mál, so at ikki kongarnir verða fyri miklum tapi!« v23  So skjótt sum avritið av brævinum frá Artakserksesi kongi var upplisið fyri Rehumi og Sjimsjai ritara og embætisbrøðrum teirra, fóru teir alt í einum til Jerúsalem til tess við hørðum at noyða Júdearnar til at lætta av at byggja.

Tempulbyggingin steðgar

v24  Tá varð givið uppat at byggja tempul Guðs í Jerúsalem; og tað lá á láni til á øðrum ríkisári Dáriusar Persakongs.