Aftur farið undir at byggja templið

v1  Men profetarnir Haggai og Zakarja Iddoson profetaraðu fyri Júdeunum í Júda og Jerúsalem í navni Ísraels Guðs, ið yvir teimum var. v2  Tá fóru Zerubbábel Sjealtielsson og Jesjua Józadaksson undir at byggja tempul Guðs í Jerúsalem; við teimum vóru profetar Guðs, ið veittu teimum atstøðu. v3  Um hetta mundið komu til teirra Tattenai, landsstjórin handan Ánna, og Sjetar-Boznai og embætisbrøður teirra og søgdu við teir: »Hvør hevur givið tykkum loyvi til at byggja hetta tempul upp aftur og gera hesar borgargarðar aftur; v4  og hvussu eita teir menn, ið eru farnir undir at reisa hetta hús?« v5  Men yvir hinum gomlu í Júdeu vakti eyga Guðs teirra, so at teir ikki fingu steðgað teimum, hagar til málið var flutt fyri Dárius, og skrivligt svar um hetta var komið aftur.

Rit landsstjórans til Persakongs

v6  Avrit av brævinum, ið Tattenai, landsstjórin handan Ánna, og Sjetar-Boznai og embætisbrøður teirra, Áfarsekitar, ið búðu handan Ánna, sendu Dáriusi kongi; v7  ritið, teir sendu, ljóðaði soleiðis: »Heilur og sælur, tú, Dárius kongur! v8  Tað veri kongi kunnugt, at vit fóru til skattlandsins Júdeu til tempuls hins mikla Guðs; tað verður nú endurreist úr høgdum steinum, og syllar verða lagdar í veggirnar; hetta verk verður gjørt við íðinskapi, og skjótt líður eftir. v9  Vit talaðu síðan við hinar elstu teirra og spurdu teir: Hvør hevur givið tykkum loyvi til at endurreisa hetta tempul og byggja borgargarðarnar upp aftur? v10  Vit spurdu teir eisini, hvussu teir itu, so at vit kundu lata teg vita tað, og vit skrivaðu upp nøvnini á teimum monnum, ið stóðu á odda fyri teimum. v11  Og svarið, teir góvu okkum, ljóðaði soleiðis: Vit eru tænarar Guðs himins og jarðar; og vit eru farnir undir at byggja upp aftur tað tempul, ið mikil kongur í Ísrael bygdi og fullgjørdi fyri nógvum árum síðan. v12  Men av tí at fedrar várir reittu Guð himinsins, gav hann teir upp í hendur Nebukadnezars, Kaldea Bábel-kongs; hann reiv hetta tempul niður og herleiddi fólkið til Bábel. v13  Men á fyrsta ríkisári sínum gav Kýrus kongur í Bábel loyvi til at endurreisa hetta hús Guðs, v14  og somuleiðis gull- og silvurlutirnar í templi Guðs, teir, sum Nebukadnezar hevði flutt úr templinum í Jerúsalem og sett inn í templið í Bábel, teir tók nú Kýrus kongur út úr templinum í Bábel og læt teir upp í hendur á manni, sum æt Sjesjbazzar, og sum hann hevði skipað til landsstjóra har. v15  Og hann segði við hann: Tak hesar lutir og far og ber teir inn aftur í templið í Jerúsalem og lat hús Guðs endurreisa har, sum tað stóð áður! v16  Hesin Sjesjbazzar kom tá og legði grundvøllin til hús Guðs í Jerúsalem; tað hevur síðan staðið í gerð og er ikki liðugt enn. v17  Um tað nú líkar kongi, tá lati hann leita í hinum kongligu fæhirðslunum har í Bábel, hvørt Kýrus kongur man hava givið loyvi til at endurreisa hetta hús Guðs í Jerúsalem, og sigi kongur okkum vilja sín í hesum máli!«