Teir, ið fóru heim við Ezra

v1  Hesir eru ættarhøvdingar teirra, sum komu heim við mær úr Bábel, meðan Artakserkses kongur ríkti í Bábel – teir verða her taldir eftir ættartølum sínum: v2  Av eftirkomarum Pinehasar: Gersjom. Av eftirkomarum Ítámars: Dánjal. Av eftirkomarum Dávids: Hattusj, v3  sonur Sjekanja. Av eftirkomarum Párosjar: Zekarja og við honum eitt hundrað og fimmti skrásettir kallmenn. v4  Av eftirkomarum Páhat-Móabs: Eljoenai Zerajason og við honum tvey hundrað kallmenn. v5  Av eftirkomarum Zattu: Sjekanja Jaházielsson við trý hundrað kallmonnum. v6  Av eftirkomarum Ádins: Ebed Jónatansson við fimmti kallmonnum. v7  Av eftirkomarum Elams: Jesjaja Átaljuson við sjeyti kallmonnum. v8  Av eftirkomarum Sjefatja: Zebadja Mikaelsson við áttati kallmonnum. v9  Av eftirkomarum Jóabs: Óbadja Jehielsson við tvey hundrað og átjan kallmonnum. v10  Av eftirkomarum Báni: Sjelomit Jósifjason við eitt hundrað og seksti kallmonnum. v11  Av eftirkomarum Bebai: Zekarja Bebaison við tjúgu og átta kallmonnum. v12  Av eftirkomarum Ázgads: Jóhanan Hakkatansson við eitt hundrað og tíggju kallmonnum. v13  Av eftirkomarum Ádónikams komu seinni hesir: Elifelet, Jeiel og Sjemaja við seksti kallmonnum. v14  Av eftirkomarum Bigvai: Utai og Zábud við sjeyti kallmonnum.

Levitar verða fingnir til vega

v15  Og eg savnaði teir saman við ánna, sum rennur út í Áhava; har lógu vit í tjøldum í tríggjar dagar; men tá ið eg hugdi gjøllari at fólkinum og prestunum, fann eg har ongar av eftirkomarum Levi. v16  Tá beyð eg høvuðsmonnunum Eliezar, Áriel, Sjemaja, Elnatan, Járib, Elnatan, Nátan, Zekarja, Mesjullam og kennarunum Jójarib og Elnatan v17  at fara til Iddo høvuðsmann í bygdini Kásifja, og eg legði teimum orð í munnin, hvussu teir skuldu biðja hann og brøður hansara í borgini Kásifja um at útvega okkum tempultænarar til hús Guðs várs; v18  og við tað at Guðs góða hond var yvir okkum, sendu teir okkum skilagóðan mann av eftirkomarum Máli Levisonar, Ísraelssonar, Sjerebja og synir og brøður hans, átjan tilsamans, v19  og Hásjabja og Jesjaja av eftirkomarum Merari við brøðrum og sonum teirra – tjúgu tilsamans, v20  og av teimum tempultrælum, ið Dávid og høvdingar hans høvdu sett til at tæna hjá Levitunum, tvey hundrað og tjúgu tempultrælir, ið allir vóru nevndir at navni.

Føsta

v21  Og har við ánna Áhava læt eg tá boða føstu til tess at eyðmýkja okkum fyri ásjón Guðs várs og biðja hann um eydnuríka ferð fyri okkum, húskjum okkara og øllum ognum okkara; v22  tí at eg firnaðist at biðja kong um herlið og reiðmenn til varnar móti fíggindanum á vegnum, av tí at vit høvdu sagt við hann: »Hond Guðs várs er lívgandi yvir øllum teimum, ið leita til hansara, men máttur og vreiði hans yvir øllum, ið siga hann burtur.« v23  Síðan fastaðu vit og bóðu Guð um hetta, og hann bønhoyrdi okkum.

Menn valdir til at goyma at silvuri, gulli og ílátum halgidómsins

v24  Tá útvaldi eg tólv av oddamonnum prestanna og Sjerebja og Hásjabja og tíggju av brøðrum teirra v25  og vigaði teimum út silvurið og gullið og fekk teimum ílátini – tann offuravskurð, sum kongur og ráðgevar og høvdingar hans og allir Ísraelsmenn, ið har búðu, høvdu latið til hús Guðs várs. v26  Soleiðis vigaði eg teimum seks hundrað og fimmti talentir í silvuri og hundrað talentir í silvurílátum og hundrað talentir í gulli, v27  framvegis tjúgu gullsteyp, túsund dárikar í virði, og tvey ker av gullglógvandi góðum kopari, dýrmett sum gull. v28  Og eg segði við teir: »Tit eru halgaðir Harranum, og ílátini eru halgað og silvurið og gullið sjálvboðin gáva til Harrans, Guðs fedra vára; v29  gætið hetta nú og varðveitið tað, hagar til tit aftur viga tað út í Jerúsalem í herbergum hús Guðs í hjástøðu prestahøvdinganna og Levitanna og ættarhøvdinga Ísraels!« v30  Tá tóku prestarnir og Levitarnir við tí, sum avvigað var, silvurinum, gullinum og ílátunum, til tess at flyta tað til Jerúsalem í hús Guðs várs.

Ezra kemur til Jerúsalem

v31  Síðan løgdu vit avstað frá ánni Áhava á tólvta degi hins fyrsta mánaðar og hildu leiðini til Jerúsalem; og hond Guðs várs var yvir okkum, so at hann frelsti okkum undan hond fíggindans og undan hond teirra, ið lógu á loynum eftir okkum á vegnum. v32  Og tá ið vit vóru komnir til Jerúsalem, hvíldu vit okkum í tríggjar dagar. v33  Men á fjórða degi vórðu silvurið og gullið og ílátini vigað í húsi Guðs várs og fingin prestinum Meremo Uriasyni og somuleiðis Eleazari Pinehassyni og Levitunum Józabadi Jesjuasyni og Nóadja Binnuisyni; v34  alt samalt eftir tali og vekt, og øll vektin varð skrásett. v35  Á somu tíð frambóru teir herleiddu, sum aftur vóru komnir úr herleiðingini, Ísraels Guði brennioffur: Tólv tarvar fyri allan Ísrael, níti og seks veðrar, sjeyti og sjey lomb og tólv havrar í syndaoffur – alt sum brennioffur til Harrans. v36  Teir fluttu nú jøllunum og landsstjórum kongs handan Ánna boð kongs; og hesir veittu fólkinum og húsi Guðs atstøðu.