v1 Paulus, fangi Krists Jesu, og bróðirin Timoteus heilsa Filemoni, elskaða vini okkara og starvsbróður, v2 og Appiu, systur okkara, og Arkippusi, stríðsfelaga okkara, og kirkjuliðinum í húsi tínum: v3 Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
v4 Eg takki Guði mínum altíð, tá ið eg minnist til tín í bønum mínum, v5 av tí at eg hoyri um kærleika tín og ta trúgv, sum tú hevur á Harranum Jesusi og á øllum hinum heilagu, v6 fyri at felagsskapur tín í trúnni má verða virksamur fyri Krist í kunnleika um alt tað góða, sum er í tykkum. v7 Tí at stóra gleði og ugga havi eg fingið av kærleika tínum, av tí at hjørtu teirra heilagu eru vorðin lívgað av tær, bróðir!
v8 Tí er tað, at eg, tó at eg kundi við stórum frímóði í Kristi boðið tær tað, sum sámiligt er, v9 heldur biði teg fyri kærleikans skuld, slíkur sum eg eri, sum hin gamli Paulus, og nú har aftrat fangi Krists Jesu; v10 eg biði teg fyri barn mítt, sum eg havi gitið í leinkjum mínum, Onesimus, v11 hann, sum áður var tær ónýtur, men nú er nýtur bæði tær og mær, hann, sum eg sendi aftur til tín, v12 hann, tað er mítt egna hjarta. v13 Fegin vildi eg havt hann hjá mær, fyri at hann í tín stað kundi tænt mær í leinkjum mínum fyri gleðiboðskaparins skuld. v14 Men uttan samtykki títt vildi eg einki gera, fyri at góðvild tín ikki skuldi vera sum av tvingsli, men av fríum vilja. v15 Tí at tað kann vera, at hann av teirri grund varð skildur frá tær eina stutta tíð, fyri at tú kundi fáa hann aftur til æviga ogn, v16 ikki longur sum træl, men meira enn træl, sum elskaðan bróður, serliga hjá mær, men hvør mikið meira hjá tær, bæði í holdinum og í Harranum. v17 So satt sum tú tí heldur meg fyri felaga tín, tá tak ímót honum sum ímót mær! v18 Men hevur hann gjørt tær nakran órætt, ella skyldar hann tær nakað, tá set tað upp á rokning mína! v19 Eg, Paulus, skrivi við míni egnu hond, eg skal gjalda tað, fyri ikki at siga tær, at tú tess uttan eisini skyldar mær sjálvan teg. v20 Ja, bróðir! lat meg fáa gagn av tær í Harranum, lívga hjarta mítt í Kristi!
v21 Í treysti til lýdni títt skrivi eg til tín, við tað at eg veit, at tú vilt gera enntá meir enn tað, sum eg sigi. v22 Men royn samstundis eisini at fáa eitt tilhald til mín; tí at eg vóni, at eg við bønum tykkara skal verða tykkum givin. v23 Epafras, samfangi mín í Kristi Jesusi, letur heilsa tær; v24 somuleiðis Markus, Aristarkus, Demas, Lukas, starvsfelagar mínir. v25 Náði várs harra Jesu Krists veri við anda tykkara!