Annaðhvørt Kristusfrælsi ella lógartrældóm

v1  Til frælsis hevur Kristus fríað okkum. Standið tí fastir og latið teir ikki aftur fáa tykkum inn undir trældóms ok! v2  Sí eg, Paulus, sigi tykkum, at um tit lata tykkum umskera, tá gagnar Kristus tykkum einki. v3  Og eg vitni uppaftur fyri hvørjum manni, sum letur seg umskera, at hann er skyldigur til at halda alla lógina. v4  Tit, sum vilja verða rættvísgjørdir við lóg, tit eru skildir frá Kristi, tit eru falnir úr náðini. v5  Tí at av trúgv vænta vit í andanum rættferðar vón. v6  Tí at í Kristi Jesusi hevur hvørki umskering ella yvirhúð nakað at týða, men trúgv, sum er virksom í kærleika.

Paulus hóttir falslærararnar

v7  Tit runnu væl; hvør hevur forðað tykkum í at vera sannleikanum lýdnir? v8  Henda yvirtalan er ikki frá honum, sum kallaði tykkum. v9  Lítið súrdeiggj súrgar alt deiggið. v10  Eg havi tað treystið til tykkara í Harranum, at nakað annað ikki verður tykkum í huga. Men tann, sum villir tykkum, skal fáa dóm sín at bera, hvør hann so er. v11  Men eg, brøður, um eg enn prædiki umskering, hví verði eg tá enn forfylgdur? Tá er jú meinbogi krossins tikin burtur. v12  Gævi, at teir, sum øsa tykkum upp, høvdu limlestað seg sjálvar!

Kristusfrælsi gevur ikki loyvi at synda; minnist kærleikan

v13  Tí at tit, brøður, vórðu kallaðir til frælsis; nýtið bert ikki frælsið sum høvi fyri holdið; men tænið hvør øðrum í kærleika. v14  Tí at øll lógin er uppfylt við einum orði, við hesum: »Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.« v15  Men um tit bítast og eta hvør annan, tá varið tykkum, at tit ikki týnast hvør av øðrum!

Andin móti holdinum. Holdsins ávøkstur og andans

v16  Men eg sigi: Gangið fram í andanum, og tá skulu tit als ikki fullføra girnd holdsins. v17  Tí at holdið girnast móti andanum, og andin móti holdinum; tí at hesi standa hvørt móti øðrum, fyri at tit ikki skulu gera tað, sum tit vilja. v18  Men um tit verða leiddir av andanum, tá eru tit ikki undir lógini. v19  Men holdsins verk eru opinlýs, og tey eru: ólevnað, óreinskapur, ólíkligskapur, v20  skurðgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, meinhugi, vreiði, illfýsni, tvídráttur, ósemja, v21  øvund, drykkjuskapur, fyllskapur og annað tílíkt; og um hetta sigi eg tykkum frammanundan, líkasum eg áður havi sagt, at teir, sum slíkt gera, skulu ikki arva Guðs ríki. v22  Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald. v23  Móti slíkum er lógin ikki. v24  Men tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, tey hava krossfest holdið við lystunum og girndunum. v25  Um vit liva í andanum, tá latum okkum eisini ganga fram í andanum! v26  Latum okkum ikki tráa eftir fáfongdari æru, so at vit erta hvør annan og øvunda hvør annan.