Kæra profetsins

v1  Spádómsorðið, sum birtist Hábakkuki profeti. v2  Hvussu leingi, Harri, skal eg rópa um hjálp og einki svar fáa, eymka meg fyri tær undan valdsgerð og onga hjálp fáa? v3  Hví letur tú meg síggja órætt og vera vitni til gremju? Kúgan og valdsgerð havi eg fyri eyga; av tí standast trætur, og orrustur rísa. v4  Tí verður lógin máttleys, og rætturin kemur ongantíð fram; tí tá ið gudleysir treingja hin rættvísa, tá kemur rætturin rangvørgur fram.

Svar Harrans

v5  Hyggið út tjóðanna millum, lítist um! Undrist og øtist, tí at eg geri á tykkara døgum stórverk, sum tit ikki høvdu trúð, um sagt hevði verið tykkum frá tí! v6  Tí sí, eg reisi upp Kaldear, harðrenda, framfúsa tjóð, sum fer um ta víðu verøld og leggur undir seg ognirnar hjá øðrum; v7  øgilig og ræðulig er hon; sjálv hon skipar sær rætt og vald. v8  Fljótari enn pantarar eru hestar hennara, snarpari enn úlvar á kvøldi; reiðhestarnir tvíspora, koma við fúkandi ferð úr fjarlegd eins og ørnin, ið skjýtst niður á bráð sína. v9  Til tess at fremja valdsgerð koma teir allir, halda ferð síni beint fram og savna hertikið fólk eins og sand; v10  teir spotta kongar og halda høvdingar fyri gjøldur; at hvørjum hervirki flenna teir, laða upp víggarð og taka tað. v11  Síðan fara teir sum hvirlur avstað og gera mátt sín til gud sín.

Kæra av nýggjum

v12  Ert tú ikki frá fyrndini Harrin, mín heilagi Guð, sum aldri doyr? Tú, Harri, setti hann til at halda dóm, tú gavst honum ræði til at revsa; v13  Tú, sum hevur eygu so rein, at tey ikki tola at horva at tí illa, tú, sum ikki torgar at síggja gremju, hví hyggur tú til hinar trúleysu og tegir, tá ið hin gudleysi týnir tann, sum er rættvísari enn hann? v14  Hann fer við monnum eins og við havsins fiskum, eins og við skriðkyktunum, ið ongan harra hava. v15  Hann dregur teir allar upp við ongli, fangar teir í síni nót og savnar teir upp í net sítt, tessvegna gleðist og fegnast hann; v16  og tí ofrar hann nót síni sláturoffur og neti sínum roykilsisoffur, tí at við teimum vann hann sær góðan lut og mangan feitan bita. v17  Men skal hann støðugt tøma nót sína og týna tjóðir eirindaleyst?