v1 Upp á varða mín vil eg stíga, standa á varðbergi mínum og gáa eftir, hvat hann vil tala í mær, og hvat hann vil svara ákæru míni. v2 Og Harrin svaraði og segði: »Skriva sjónina niður og rist hana á talvur, so at hon er lætt at lesa. v3 Tí at sjónin hevur sín ávísa tíma; hon stundar at endamálinum og svitast ikki; drálar hon, tá bíða eftir henni, tí at ganga skal hon út, tað skal ikki gretta.«
v4 Sí, hann, ið blæsur seg upp, goymir órætt í brósti; men hin rættvísi skal liva við síni trúgv. v5 Vei hinum trúleysa herjara, hinum hástóra manni, sum av grimdarhuga tambar upp gap sítt eins og Hel og ikki mettast heldur enn deyðin, savnar til sín allar tjóðir og dregur inn undir seg øll fólk! v6 Vissuliga skulu øll hesi fara at kvøða tættir um hann, vísur við gátukendum spotti og siga: Vei honum, ið ríkar seg upp av tí, sum hann ikki eigur hvussu leingi? og laðar á seg veðsettar lutir; v7 tí at brátt munnu teir, ið kúga teg, rísa, teir, ið níva teg, vakna, so at tú verður herfongur teirra; v8 eins og tú rændi mangar tjóðir, soleiðis skulu allar fólkanna leivdir ræna teg fyri manndráp og fyri valdsgerð móti landi og borg og øllum, sum har búgva. v9 Vei honum, ið vinnur sær falsfingnan eyð fyri sítt hús og byggir sær reiður hátt uppi til tess at bjargast úr ógævunnar hond. v10 Tú ráddi húsi tínum ósømd; tú troddi niður mangar tjóðir og gjørdi soleiðis fyri lívi tínum; v11 tí at steinarnir skulu rópa úr vegginum og sperrurnar svara teimum úr tróðrinum. v12 Vei honum, ið byggir bygd við blóði og grundar borg við órætti! v13 Kemur ikki hetta frá Harra herliðanna, at tjóðir streva fyri eldin, og tjóðflokkar møða seg fyri tómleika? v14 Tí at jørðin skal verða full av kunnleika um dýrd Harrans, eins og vøtnini hylja havsins botn. v15 Vei honum, ið letur aðrar drekka av vreiðinnar skál, ja, drekkur teir fullar til tess at skoða teirra nakni. v16 Tú hevur mettað teg av vanæru og ikki av æru; drekk nú eisini tú og gakk í ørviti, úr høgru hond Harrans verður bikarið rætt tær; skomm skal hylja tína dýrd; v17 tí at valdsgerð tín móti Libanon skal níva teg, tín djórapínsla verða tær at bana, fyri manndráp og fyri valdsgerð móti landi og borg og øllum, ið har búgva. v18 Hvat gagnar skurðmyndin, at smiðurin hevur skorið hana út, ella hin stoypta myndin, ið gevur lygispásagnir, at smiðurin troystar á hana til tess at gera dumbar gudar? v19 Vei honum, ið sigur við træbulin: »Vakna upp!« og við hin dumba steinin: »Rís úr svøvni!« Man hann kunna frøða um nakað? Nei, við gulli og silvuri er hann lagdur, men andi er ikki skaptur í honum. v20 Men Harrin er í sínum heilaga templi øll jørðin veri kvirr fyri ásjón hansara!