v1 Bøn av Hábakkuki profeti. Al sjigjonot. v2 Harri, eg havi hoyrt títt giti; Harri, eg havi sæð tíni verk; áður enn dagarnir eru lidnir endurnýggja tey; áður enn dagarnir eru lidnir ger teg kunnan, í vreiðini minst til at miskunna! v3 Guð kemur sunnan av Teman, hin heilagi frá Párans fjøllum. Sela. Hátign hans hylur himinin, av dýrd hans er jørðin full; v4 undir honum glampar eins og eldur; og ljósgeislar stava frá lið hansara; har er máttur hansara huldur; v5 undan honum drepsóttin gongur, og aftan á hann koma brunasóttir. v6 Hann gongur fram, og jørðin skelvur, hann hyggur upp, og tjóðirnar nøtra; fyrndarfjøllini klovna, hinir ævigu heyggjarnir søkka; hann gongur á sama vegi sum í forðum. v7 Sorg er í Kusjans tjøldum, og Midians tjalddúkar skelva. v8 Hóttir tú, Harri, at áunum, ert tú illur við tær, og reiðist tú inn á havið, at tú soleiðis tokar fram á hestum tínum og sigursvagnum? v9 Tú tekur fram tín boga og fyllir við ørvum tín ørvahúsa. Sela. Tú klývur jørðina, so áir streyma fram; v10 fjøllini síggja teg og skelva, úr skýggjunum regnið streymar, og frumhavið hevjar sína rødd, v11 sólin gloymir at rísa, og mánin steðgar síni ferð; tey flýggja fyri ljóma ørva tína og fyri tínum glampandi spjóti, v12 í vreiði fert tú yvir jørðina, í bræði traðkar tú tjóðirnar niður. v13 Til frelsu fólks tíns fert tú heiman til tess at hjálpa salvaða tínum; tú sorlar hústak hins gudleysa og ryður grundina burtur alt at kletti. Sela. v14 Tú rekur spjót títt gjøgnum hans høvur, sum bos hans høvdingar fara fyri vindinum. v15 Tú fert yvir havið við hestum tínum, yvir tey miklu ýlandi vøtn. v16 Eg hoyrdi tað, og indur míni skulvu; av duninum pipraðu mínar varrar; rot kom í bein míni, og føtur mínir sløðraðu. Men eg vil bíða, til trongdardagurin kemur yvir ta tjóð, ið soraði okkum. v17 Tí at fikutræið blómar ikki, og víntræið gevur ongan ávøkst, oljugróðurin svitast, og akurlendið gevur onga føðslu, seyðurin er rændur úr støðunum, og neyt eru eingi eftir í fjósunum. v18 Men eg vil gleðast í Harranum og fegnast í Guði frelsu mínar. v19 Drottin, Harrin, er mín styrki; hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga yvir hæddirnar og hevja song við streingjaleiki.