v1 Á øðrum stjórnarári Dáriusar kongs, á fyrsta degi hins sætta mánaðar, kom orð Harrans við Haggai profeti til Zerubbábels Sjealtielssonar, landsstjóra í Júda og til Jósua Józadakssonar, høvuðsprests, soljóðandi: v2 Soleiðis sigur Harri herliðanna: Hetta fólk sigur: »Stundin er enn ikki komin til at endurreisa hús Harrans.« v3 Og orð Harrans kom við Haggai profeti soljóðandi: v4 Er tað stund hjá tykkum at búgva í bróstaðum húsum, meðan hetta húsið liggur avtoftað? v5 Tí sigur Harri herliðanna: Gáið nú eftir, hvussu tykkum fer. v6 Tit sáa mikið, men lítið kemur til høldar; eta, men verða ikki mettir; drekka, men sløkkja ikki tostan; fara í klæði, men verða ikki heitir, og løn bønarmansins fer í gataðan pung. v7 So sigur Harri herliðanna: Gáið eftir, hvussu tykkum fer! v8 Farið niðan í fjøllini eftir viði og byggið tempul, so at eg kann fáa sóma, og eg skal vísa mín heiður! sigur Harrin. v9 Tit vóna nógv, men lítið verður burturúr, og tá ið tit bera inn, blási eg tað burtur. Hvørs vegna? sigur Harri herliðanna tessvegna, at hús mítt liggur í rustum, meðan hvør tykkara starvar fyri sítt egna hús. v10 Og tí heldur himinin døggini aftur og jørðin gróðri sínum. v11 Eg kallaði turk yvir landið og yvir fjøllini, yvir kornið og vínberjaløgin, yvir oljuna og yvir alt, sum jørðin gevur av sær, yvir fólk og fenað og yvir alt tað, sum hendur virka.
v12 Og Zerubbábel Sjealtielsson og Jósua Józadaksson høvuðsprestur og alt tað, ið eftir var av fólkinum, lýddi rødd Harrans, Guðs síns, og orðum teimum, ið Harrin, Guð teirra, hevði sent við Haggai profeti. Og fólkið óttaðist Guð. v13 Tá segði Haggai, boðberi Harrans, við fólkið samsvarandi boðskapi Harrans: Eg eri við tykkum, sigur Harrin. v14 Og Harrin vakti hug Zerubbábels Sjealtielssonar, landsstjóra í Júda, og hug Jósua Józadakssonar, høvuðsprests, og hugin hjá øllum fólkinum, ið eftir var, so at teir komu og fóru undir at byggja tempul Harra herliðanna, Guðs teirra, v15 á tjúgunda og fjórða degi hins sætta mánaðar á øðrum ríkisári Dáriusar kongs.