v1  Hásongurin eftir Sálomon. v2  Mynn meg, gev mær koss av tínum munni, tí at ást tín er betri enn vín. v3  Yndisliga anga tíni smyrsl, eins og úthelt olja er títt navn; tí unna moyggjar teg. v4  Drag meg aftan á teg, latum okkum renna! – Kongurin leiddi meg inn í skemmur sínar –. Vær viljum fegnast og gleðast í tær, lovprísa ást tíni meira enn víni; ja, av rættum unna teg moyggjar!

v5  Svørt eg eri, men tó yndislig, tit Jorsala døtur, sum Kedars tjøld, sum tjalddúkar Salma. v6  Farið ikki eftir, at eg eri døkkleitt, tí at sólin hevur meg brent. Synir móður mínar reiddust inn á meg, settu meg at gæta víngarðar; men mín egna víngarð vardi eg ikki.

v7  Sig mær, tú, sum sál mín elskar, hvar tú røktar fylgi títt, hvar tú hvílist um hádagin? Hví skal eg ganga vilst og reika um hjá fylgjum felaga tína?

v8  Um tú ikki veitst tað, tú fagrasta av fljóðum, tá fylg bert seyðarásunum og røkta tíni geitalomb við bústaðir hirðanna.

v9  Við folarnar fyri vagni Fáraos eg líki teg, vina mín. v10  Fríðar eru kinnar tínar undir perlurøð, hálsur tín undir perlubandi. v11  Vær viljum gera tær gullfesti sett við silvurperlum.

v12  Meðan kongurin situr fyri borðum, rýkur tað væl av mínum nardussmyrsli. v13  Eins og myrruknýti er unnusti mín, ið liggur mær nær við barm. v14  Mín unnusti er mær tyssi av kofervínberjum úr víngørðunum í En-Gedi.

v15  Hvør ert tú føgur, vina mín, hvør ert tú føgur, eygu tíni eru dúgvur!

v16  Hvør ert tú fagur, unnusti mín, ja, yndisligur, grøn er okkara lega. v17  Bjálkarnir í húsi várum eru sedristrø, bróstini av syprisviði!