v1  Eg eri Sárons rósa, liljan í dølunum.

v2  Eins og lilja millum torna, svá er vina mín millum moyggja.

v3  Eins og apaldur millum skógartrøini, so er unnusti mín millum ungar menn; í skugga hans eg elski at sita; ávøkstur hans er góma mínum søtur.

v4  Hann leiddi meg inn í vínhúsið, har kærleiki er merki yvir mær. v5  Styrkið meg við vínberjakøkum, stimbrið meg við súreplum, tí at eg eri sjúk av ást! v6  Hans vinstra hond er undir mínum høvdi, við síni høgru hann meg fevnir. v7  Eg svørji tykkum, Jorsala døtur, við skógargeitir og hindirnar í haga: Órógvið ikki ástina, vekið hana ikki, fyrr enn hana sjálva fýsir!

v8  Hoyr, hatta er unnusti mín! Sí, har kemur hann á ferð yvir fjøllini, rennandi upp um brekkurnar. v9  Unnusti mín er sum skógargeit, hann er sum hindarkálvur. Hann stendur longu undir vegginum, hyggur inn um gluggan, kagar inn um rimarnar. v10  Vinur mín tekur til máls og talar til mín: Vina mín, statt nú upp, tú mín væna, kom nú higar út! v11  Tí at nú er veturin liðin, regntíðin farin, komin at enda; v12  blómurnar síggjast á jørðini, sangtíðin er komin, turtildúgvan hoyrist láta í okkara landi. v13  Fikurnar eru farnar at búnast, tað angar av blómandi vínberjagreinum. Vina mín, statt upp, tú mín væna, kom higar út! v14  Dúgva mín, sum hølast í gjáum og glyvrum, lat meg skoða tína ásjón, hoyra tína rødd, tí at rødd tín er ljómandi, tín ásýnd yndislig.

v15  Takið okkum revarnar, smárevarnar, ið víngarðarnar spilla, tí at víngarðar standa í blóma. v16  Unnusti mín er mín, og eg eri hans; hann røktar sítt fylgi millum liljur. v17  Tá ið dagur aftnar, og skuggarnir leingjast, kom aftur, mín unnusti, ver sum skógargeitin, sum hindarkálvur á angandi fjøllum.