v1 Á legu míni um nætur eg leitaði eftir honum, ið sál mín elskar; eg leitaði, men fann hann ikki. v2 »Eg skal fara á føtur, reika um borgina, á gøtum og torgum og leita eftir honum, ið sál mín elskar!« Eg leitaði, men fann hann ikki. v3 Varðmenninir, ið gingu um borgina, hittu meg: »Hava tit sæð hann, ið sál mín elskar?« v4 Neyvan var eg farin frá teimum, tá fann eg hann, ið sál mín elskar; eg treiv í hann og slepti honum ikki, fyrr enn eg hevði fingið hann inn í hús móður mínar, inn í skemmu hennar, ið meg ól. v5 Eg svørji tykkum, Jorsala døtur, við skógargeitir og hindir í haga: Órógvið ikki ástina, vekið hana ikki, fyrr enn hon vil tað sjálv! v6 Hvat er hatta, sum kemur yvir heiðina eins og meldur av royki, rúkandi av myrru og roykilsi og alskyns dýrmætum kryddi? v7 Hatta er Sálomons rekkja, kring um hana eru seksti kappar av Ísraels hetjum. v8 Allir hava svørð í hendi, vandir til víggja; hvør maður gyrdur við svørði fyri náttarinnar ræðslum. v9 Sálomon kongur gjørdi sær burðarstól úr viði frá Libanon, v10 stólparnar læt hann gera úr silvuri, bakið úr gulli, miðjan er løgd við íbenholt, sætið er purpur. v11 Gangið út, tit Jorsala døtur, og hyggið at Sálomoni kongi undir krúnu, sum móðir hans krýndi hann við á brúdleypsdegi hans, á gleðidegi hjarta hans.