v1 Væn ert tú, vina mín, ja, væn ert tú; eygu tíni sum dúgvur fyri innan skýlu tína; hár títt eins og geitarfylgi, ið rennur oman av Gileads fjøllum. v2 Tenn tínar eru sum fylgi av kliptum óm, ið koma úr tvátti, allar tvílembdar, eingin teirra geld. v3 Varrar tínar eru sum skarlaksbond, og muður tín er yndisligur; sum fullbúnað granatepli er tunnvangi tín fyri innan skýlu tína. v4 Hálsur tín er sum Dávids torn, reist sum varðmannastøð; á tí hanga túsund skildir, allir kappaskildir. v5 Bróst tíni eins og hindarkálvar, skóggeitar-tvíburar, ið ganga á beiti millum liljur. v6 Tá ið dagur aftnar, og skuggar leingjast, gangi eg mær niðan á myrruheyggin, hin yndisangandi hól. v7 Alføgur ert tú, vina mín, á tær er einki lýti.
v8 Kom við mær oman av Libanon, brúður, kom við mær oman av Libanon; stíg oman av Ámanat tindi, av Senirs og Hermons tindi, frá ljónshellunum og pantarafjøllunum.
v9 Tú hevur hugtikið meg, systir mín, brúður mín, hevur hugtikið meg við einum eygnabragdi tínum, við einum av hálsfestum tínum. v10 Hvør yndislig er ást tín, systir mín, brúður mín, hvør mikið betri er ást tín enn vín, roykurin av smyrslum tínum betri enn allar angandi urtir. v11 Hunangur drýpur av vørrum tínum, brúður mín, undir tíni tungu eru hunangur og mjólk; tað angar av klæðum tínum eins og av sjálvum Libanon. v12 Lokaður urtagarður er systir mín, brúður mín, ein lokað lind, eitt innsiglað keldufar. v13 Gróðurangar tínir eru garðar við granattrøum, ið bera dýrmætan ávøkst: kofer, v14 nardus, safran, kalmus og kánel og alskyns roykilsisrunnar: myrra, aloe og alskyns frálíkar kryddurtir. v15 Lindin í mínum garði er brunnur við livandi vatni, løkur, ið rennur av Libanon.
v16 Vakna, norðanvindur, kom, tú sunnangul, og sveima ígjøgnum mín garð, so at angin av urtunum streymar. Komi unnusti mín í sín garð og njóti hans frálíka ávøkst. (5,1) Eg komi í víngarð mín, systir mín, brúður mín, eg tíni mína myrru og mín balsam, eg eti mín hunang og mínar hunangsfleytir; eg drekki mítt vín og mína mjólk. Vinir, etið og drekkið, gerist druknir av ást!